fram úrslit, sum vísa á, hvussu umráðandi tað er at arbeiða
við málinum heima við hús (
Olaussen, 1989
) og hava víst
á týdningin, sum upplestur og samrøðulesing hava – ikki
bara á vanligu málsligu stimbranina, men eisini at menna
tann partin av málinum, sum krevst til at duga at ímynda
sær okkurt og hugsa úrtøkiligt. Ikki minst eru upplestur og
samrøðulesing týðandi fyri kensluliga trivna barnsins, tá
ið foreldrini lesa saman við børnunum og taka fram tilfar
úr bókini, ið kenst viðkomandi borið saman við barnsins
egna lív. Við upplestrinum vísa foreldrini børnunum teirra
egna hátt at ogna sær málið í bókini, og soleiðis gerast tey
ein fyrimynd fyri barnið, tá ið talan er um lesifatan.
Tá ið vit hugsa um, at við myndprýðingum og skrivaðum
teksti, ið hoyrir til, fær barnið fyrstu skriftmálsligu hug
tøkini rótfest, so gerst grundleggjandi sambandið millum
skrivaðu ímyndina og talaða málið sjónligt. Serliga er hetta
ein møguleiki, um vit sum tolin vaksin fylgja natúrliga
huginum hjá barninum at sleppa at hoyra somu bókina
fleiri ferðir (
Clay, 1975
). Spennandi er at síggja, at á henda
hátt gerst egni áhugin hjá barninum drívmegin, og vit tosa
ikki um undirvísing í bókstavligari merking, men heldur
um
læru í verki
.
Onnur eyðsýnd kanning hevur víst týdningin av, hvussu
foreldur bera seg at, tá ið barnið roynir at gera seg skill
igt (
Robinson & Robinson, 1981
). Henda kanning bygdi á,
hvussu mammur tosaðu við børn síni. Tey sóu, at mammur,
sum ikki yvirtulkaðu tað, sum børnini søgdu, men spurdu
børnini, tá ið tær ikki skiltu, stuðlaðu nógv evnini hjá børn
unum at handfara torførar málsligar uppgávur. Børnini
dugdu betur at brúka málið, tá ið tað kravdist, at málið varð
brúkt at hugsa úrtøkiliga og ímyndarliga við.
Málsligt medvit er ógvuliga týdningarmikil táttur, og
11
MÁLSPØL - leikur og læra