longu í 1972 sigur Mattingly, at tá ið børnini fara í skúla,
duga tey at tosa, men fá teirra eru tilvitað um, hvussu málið
verður gjørt og kann verða broytt. Hjá børnum er málið
gjøgnumskygt. Málið kann verða brúkt sjálvvirkandi, og
uttan at vit hugsa um tað, tá um málsliga skipan og bygnað
ræður.
At fyribyrgja lesitrupulleikar
Verður hugsað fyribyrgjandi, er tað umráðandi, at skúlin
skundar undir og stuðlar málsligu tilvitanina hjá børn
unum, so tey kunnu gerast trygg við formin í málinum og
meiri og meiri kunnu flyta ansin á formin og aftur á inni
haldið. Tílíkur smidleiki er t.d. neyðugur, um arbeitt skal
verða við stavraðaðu grundreglunum, fyrsta børnini fara
at lesa.
Munurin millum tílíkt metamálsligt virksemi og vanligt
málbrúk veldst um, hvat slag av fatanarligari tilgongd er
tikin við uppí. Í dagligum málbrúki hugsa vit ikki vanliga
um bygnaðin í málinum, meðan vit orða okkum.
Orsøkin til, at her verður arbeitt við at styrkja málsligt
medvit, er, at gransking hevur víst á hetta málsliga økið
sum avgerandi, tá ið børnini skulu læra at lesa. Hetta
merkir ikki, at aðrir partar av málsligari stimbran ikki
eru týdningarmiklir. Arbeitt má verða fjøltáttað við mál-
stimbran, tí málsliga menningin er so grundleggjandi fyri
skúlagongdina hjá barninum.
12
MÁLSPØL - leikur og læra