brúka stavraðaðu skipanina. Flestum børnum tykist tørva
hjálp at fáa innlit í og fatan av skipanini í talumálinum
(
Lundberg, 1984
).
Stavraðskipanin
Okkara stavraðskriftskipan umboðar ikki málljóðini bein-
leiðis. Hóast neyvt samband er millum skrift og talu, kunnu
vit ikki siga, at skriftmálið bara er skrivað tala. Skriftmálið
kemur úr einum djúpari og mangar ferðir úrtøkiligari og
ljóðfrøðiligari (
fonologiskum
) parti av málsins bygnaði. Vit
hava ein málsligan grundvøll, sum ígjøgnum merkingar
eindir (
morfem
) skapar rættlag og samband millum form
og innihald, taka vit ikki við tilvildarlig frávik, framburðir,
ið líkjast hvør øðrum, og styttingar, sum koma fyri natúr
liga í talumálinum (
Lundberg, 1984
). Talumálið kemur
sum ein framhaldandi streymur, innihald og formur renna
saman, men skriftmálið er evnað til eftir sjónligum føstum
ásetingum, har skipanirnar koma týðiliga til sjóndar.
Skal barnið ogna sær skriftmálið, má tað so statt fyri ein
part vera ljóðfrøðiliga búgvið og hava fingið ljóðfrøðiligt
innlit. Men eisini aðrir tættir enn bara teir ljódligu mynda
skriftmálið. Stavingarhátturin roynir ofta at vísa, hvussu
orð eru skyld hvørt við annað. Bendingar, avleidd orð og
samansettir setningar verða stavað líka, hóast samsvar
andi orðapartar kunnu vera frambornir ymiskt. Orð, ið
hava tveir ymiskar týdningar, og sum verða framborin líka,
verða ofta tikin burtur, t.d. veður og vegur. Hetta kann vera
ein fyrimunur hjá tí, sum dugir at lesa. Fyri óroynda lesar
an kann hetta elva til fleiri trupulleikar. So statt hava vit
eitt stríð millum áhugamálini hjá óroynda lesaranum og tí
búna lesaranum.
Hóast tað kann kennast tungt viðhvørt, klára flest øll
“
Skal barnið ogna
sær skriftmálið,
má tað so statt
fyri ein part vera
ljóðfrøðiliga
búgvið og hava
fingið ljóðfrøði
ligt innlit.
“
22
MÁLSPØL - leikur og læra