Málspøl - Ástøðisbók - page 20

staka undirvísing. Flestu børn síggja ikki av sær sjálv­um,
hvussu skriftin endurgevur talu. Tey mugu fáa veg­leiðing
frá einum vaksnum, sum greiðir frá, vísir á og ger barnið
varugt við avgerandi sereyðkenni.
Vegurin til skriftmálið
At gerast kønur at lesa hevur í veruleikanum við sær eina
hugsanarliga kollvelting í lívi barnsins. Skriftmálið let­
ur upp ein heilt nýggjan heim av kunnleika, hugflogi og
møguleikum. Men skiftið frá at vera analfabetur til at duga
at lesa er kanska ikki so eyðsýnt, sum tað viðhvørt kann
tykjast at vera. Fyri skúlaaldur verða týdningarmikil stig
tikin á veg ímóti skriftmálinum.
Í heimum, har foreldur lesa nógv, gera børnini sær tíð-
liga umráðandi royndir. Tey fáa fyrimyndir, sum tey fara at
taka eftir. Tey skilja, at tað at lesa er virðismikið virksemi,
sum hevur týðandi pláss í 0kkara lívshátti. Í heimum, har
nógv verður lisið, hava børn eisini atgongd til skriftmálið.
Tey fara at skilja, hvat skriftmálið kann brúkast til. Summ­
ar av siðvenjunum í skriftmálinum gerast sjónligar (t.d.
at lisið verður vinstrumegin frá, úr erva og niður o.s.fr.)
Foreld­ur, sum lesa nógv, lesa vanliga hart fyri børnunum.
Nokk so nógv børn hugsa um bøkur og vænta sær okkurt av
bókum og lesing, langt áðrenn tey duga at tosa. Tá ið blaðað
verður í myndabókum saman við børnunum, læra tey at
skilja, at vit eiga at hyggja og blaða varisliga í bókum, at vit
skulu gera hetta í ávísari raðfylgju, at innihaldið í bókun­
um vísir til okkurt út um ítøkiligu og beinleiðis støðuna, vit
eru í, at myndirnar umboða lutir og hendingar, og at bøkur
kunnu siga okkum um ein íspunnan heim við sínum egna
virði.
Lurtar barnið eftir frásagnum, varnast tað so við og við
20
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,10,11,12,13,14,15,16,17,18,19 21,22,23,24,25,26,27,28,29,30,...84
Powered by FlippingBook