svenskum forskúlum (
Lundberg, 2007
). Nú er hetta so væl
stuðlað av nýggjari granskingarvitan, at tað í grannalond
um okkara er ein sjálvfylgja at arbeitt verður við hesum.
Hyggja vit longur út í heim, síggja vit, at gongdin hevur
verið hin sama. Í fleiri áratíggju hava fólk vitað, at neyðugt
er at skapa bestu fyritreytir fyri børn at lesa (
OECD, 2001,
2006
). Nógvar frágreiðingar eru skrivaðar um at styrkja
námsfrøði í sambandi við málsliga menning (
early litera
cy
). Í frágreiðingum, til dømis úr Danmark, síggja vit, at
henda námsfrøði fyri stóran part samsvarar við siðvenjur á
danska barnagarðsøkinum (
Danmarks Evalueringsinsti
tut, 2008
). Tilboðið til børn fyri skúlaaldur er farið frá bara
at vera eitt skikkað tilboð um ansing til eisini at fata um eitt
tilvitað og skipað læruumhvørvi. Avgerandi er tó, at lært
verður gjøgnum spæl, sum er barnsins fremsta drívmegi
og tileggjan til at læra.
Grundleggjandi avbjóðingin er at menna orðatilfarið hjá
børnum og geva teimum eina djúpari fatan av frábrigdum
í málinum, so tey gerast før fyri at hava eina støðu til orð,
hugtøk, søgur og hendingar, sum ikki er treytað av ítøkiligu
støðuni (
SDU, Center for Børnesprog, 2011
).
Vón mín er, at námsfrøðingar og lærarar fara at taka væl
ímóti hesum tilfari, ið er bygt á granskingargrundaða vitan
um málmenning, sum er ein týdningarmikil fortreyt fyri
lesimenningini. Talan er um læru fyri lívið, sum er við til
at skapa fortreytir fyri lívsvirði fyri okkum øll sum menn
iskju.
“
Avgerandi er tó,
at lært verður
gjøgnum spæl,
sum er barnsins
fremsta drívmegi
og tileggjan til at
læra.
“
16
MÁLSPØL - leikur og læra