Málspøl - Ástøðisbók - page 21

LESA
HEIMA
LESI-
MENNINGIN
HJÁ
BARNINUM
Jaligar
fyrimyndir
Atgongd til
skrivað mál
Kunnig við
skriftmálið
(upplestur)
Eyðmerking
Gera sær
royndir
Samvirkan
virðið í myndamálinum og íbornu møguleikarnar at skapa
ein íspunnan heim við orðum. Málið gerst jarnbrotið, sum
barnið brúkar at hjálpa sær at fara út um uppløgdu veru­
leikamørkini. Hetta nýggja sambandið við málið krev­ur,
at barnið dugir at skyna millum tað, sum sagt verður, og
tað, sum vit meina, millum form og innihald. Málið gerst á
henda hátt evni til umhugsanar.
Samanumtikið kunnu týdningarmestu staklutirnir í
fyrstu og óformligu skriftmálsvenjingini verða settir upp
á henda hátt:
Hóast eitt barn so líðandi skilur, hvussu skrift virkar og
siðvenjuna í henni, er hetta sjálvsagt ikki nóg mikið til at
gerast førur fyri at lesa. Ein fortreyt fyri at læra væl at lesa
er, at barnið hevur skilt, at orðini í talumálinum kunnu
verða býtt upp í smáar eindir, í ljóð ella ljóðeindir (fonem),
og at orðini í skriftmálinum somuleiðis kunnu verða býtt
upp í smáar eindir, bókstavir. Hevur barnið ikki tílíkt inn-
lit, kann tað ikki týða koduna og tískil heldur ikki virkið
21
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...84
Powered by FlippingBook