Málspøl - Ástøðisbók - page 24

ingina, so lesiførleikin kann mennast. Í 2. flokki kann hin
góði lesarin t.d. lesa fleiri hundrað ferðir so nógvan tekst
sum hin veiki lesarin.
Vit síggja eisini aðrar fylgjur av lesitrupulleikum.
Barnið hevur verið fyri ósigrum á einum øki, sum øll utt­
an um barnið meta vera týdningarmikið og umráðandi, og
hetta kann fáa álvarsligar fylgjur fyri barnsins fatan av sær
sjálvum. Barnið kann lættliga missa álitið á egnar gávur at
læra og at menna seg (
Taube, 1987
). Verður lesiveika barnið
ikki stuðlað og eggjað til, kann tað missa mótið og kenna
seg slept upp á fjall. Barnið kann vísa hetta við at vera
treiskt og stríðshugað og verður trýst inn í niðurbrótandi
hugburð í sambandi við heimin uttan um seg. Stórur vandi
kann vera fyri, at barnið seinni fær trupulleikar við sosial-
kensluligari tillaging (
Lennerstand, von Euler & Gillberg,
1990
).
Tað, vit ofta síggja í skúlanum, er tískil ein næmingur,
ið er stríggin. Hann dugir illa at lesa og tykist ikki at hava
nakran áhuga í at vilja læra seg at gerast betri. Skrivar
hann, er handskriftin óhandalig, og orðini eru ofta stavað
skeivt. Hansara lýti eru sjónsk, og jaligu eginleikarnir ella
gávurnar, ið hann kanska hevur, eru væl krógvað. Ofta
verður hann hildin at vera dovin, evnalítil og ótolandi. Men
undir hesari samansettu mynd av vitbornum og sosial-
kensluligum eyðkennum, kann í nógvum førum vera ein
grundleggjandi trupulleiki at avkoda orð, tá ið barnið skal
læra at lesa.
Hví er tað so torført at avkoda orð?
Skulu vit duga at lesa, er tað ikki nóg mikið at duga bókstav­
irnar. Um vit duga at reksa upp nógvar bókstavir, er ikki
vist kortini, at vit duga at eyðmerkja eitt orð. Skriftmáls-
24
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,14,15,16,17,18,19,20,21,22,23 25,26,27,28,29,30,31,32,33,34,...84
Powered by FlippingBook