liga kodan krevur neyvari innlit. Vit mugu skilja, at talaða
orðið næstan altíð er gjøgnumskygt ella ósjónligt: ansurin
er ikki vendur móti sjálvum málinum, men móti tí, sum
sigast skal. Hjá einum lítlum barni kann tað vera ónatúr-
ligt at venda ansinum móti forminum á orðinum. Eyðsæð
eru ljóðeindirnar við, bæði, tá ið vit tosa og lurta, men tær
verða brúktar púra ótilvitað og eru vanliga ikki atkomandi
fyri djúpari grundan. Hetta er, sum tá ið vit staðfesta eitt
ljóð: Vit eru ongantíð tilvitað um (og eru ikki før fyri at ger-
ast tað), at vit gagnnýta smáar munir millum tað, sum oyr
að fær fatur á, tá ið um sermerki viðvíkjandi sansaávirkan
og tíð ræður.
Skulu vit hava møguleika at fáa fatur á ljóðeindunum í
orðum, mugu vit tí ikki bara flyta ansin, men eisini fremja
samansetta úrtøkistilgongd (duga at hugsa abstrakt). Vit
síggja, at ávís børn hava ógvuliga stórar trupulleikar við
formpartinum av málinum, serstakliga ljóðskipanini. Hes
ir trupulleikar hava einki samband við hoyrnina. Heldur er
tað ein spurningur um trupulleikar við at skifta ansin frá
innihaldinum í orðinum til formin á orðinum, at nærkast
málinum heilt øðrvísi, enn vit í gerandis málbrúki eru von
at gera. Bókin, tú lesur í, skal vísa, hvussu vit kunnu spæla
við málið á ein slíkan hátt, at vit kunnu hjálpa børnum at
gáa um formin á málinum.
Námsfrøðiliga arbeiðið
Endamálið við málspølunum er at fyribyrgja, at børn fáa
lesi- og stavitrupulleikar í skúlanum. Okkara ástøðiligu
greiningar av, hví summi børn hava trupult at læra at lesa,
hava víst á týdningin av málsligum medviti. Vit kunnu tí
seta okkum hesar spurningar:
“
Endamálið við
málspølunum er
at fyribyrgja, at
børn fáa lesi- og
stavitrupulleikar í
skúlanum.
“
25
MÁLSPØL - leikur og læra