Málspøl - Ástøðisbók - page 10

væl børnini eru fyri málsliga. Her verður hugsað um
fjølbroytn­i, málburð, orðatilfar og frábrigdi í gerandismáli.
Málið hjá børnunum er ofta merkt av at vera brúkt til ítøki-
ligar støður og hevur so statt nógv verið treytað av støðuni,
ið barnið var í.
Tó síggja vit í summum førum, at foreldur í uppvøkstr­
inum hjá børnunum hava brúkt málið á annan hátt. Byrj­
an­arstigið hevur ikki altíð verið tað, sum var beint fyri
framman, men málið hevur verið brúkt at greiða frá úr­
tøki­ligum viðurskiftum og at tulka og skipa heimin uttan­
um á ein víðfevndari hátt.
At læra at lesa og skriva
Tá ið børn fara í skúla, hava tey ójavnar málsligar førleikar
og royndir við sær, og tí eru í øllum flokkum stórur munur
millum tey einstøku: Summi børn hava eitt ríkt mál við væl
mentum orðatilfari, summi børn hava eitt fátækt mál við
avmarkaðum orðatilfari. Summi børn hava annað móður-
mál enn føroyskt, og summi børn hava serligar talu- og
máltrupulleikar. Tískil mugu í summum førum verða sett
serstøk tiltøk í verk.
At læra at lesa og skriva, og tískil hava tamarhald á tí
partinum av málinum, er týdningarmikil partur í skúla­
gongdini hjá børnum. Altjóða kanningar vísa, at góðir
málsligir førleikar, serliga viðvíkjandi orðatilfari, hava
neyvt samband við at gerast kønur at lesa. So statt er ein
treyt fyri at ogna sær skriftmálið, at næmingarnir eru til­
vit­aðir um, at málið, ið brúkt verður, er bygt upp av setn­
ingum, orðum, stavilsum og einstøkum ljóðum. Arbeiðið
við málsligum førleikum er týdningarmikil partur av lesi-
fyrireikandi arbeiðinum.
Granskarar hava víst áhuga fyri hesum og hava lagt
Altjóða kanning­
ar vísa, at góðir
málsligir førleik­
ar, serliga á økj­
um, sum við­víkja
orð­atilfari, hava
neyvt sam­band
við at ger­ast
kønur at lesa.
10
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,II,1,2,3,4,5,6,7,8,9 11,12,13,14,15,16,17,18,19,20,...84
Powered by FlippingBook