Málspøl - Ástøðisbók - page 7

Fororð
Karolina Matras
Bókin Málspøl er nú týdd og lagað til føroyskt mál og
føroysk viðurskifti. Hetta er í tøkum tíma, skulu vit ikki
gerast eftirbátar á hesum økinum borin saman við heimin
uttan um okkum. Vit mugu fylgja við menningini, sum
bæði gomul og nýggj gransking hava lagt lunnar und­ir. Vit
mugu taka hesa vitan til okkara og sjálv granska á økinum,
so vit fáa gott grundarlag at taka avgerðir á um okkara
felags framtíð, ikki minst framtíðina hjá uppvaks­andi ætt­
ar­liðum.
Tí er tað mín vón, at fólk, sum arbeiða á økinum, fara at
brúka tilfarið til gagns fyri børnini, tey varða av. Eg vóni
eisini, at foreldur, ommur og abbar og annars øll, ið hava
áhuga fyri hesum øki, fara at lesa og seta seg inn í hugsan-
arhættir, ið hetta tilfar byggir á. Hetta, so øll kunnu taka
tøk og draga eina línu til frama fyri barnsins málmenning,
sum er lykilin til framhaldandi menning bæði í lívin­um
sum heild og serstakliga, tá ið verður hugsað um skúla­
gongd og útbúgving.
Hesi fororð byggja partvíst á brot úr donsk­u útgávuni av
ástøðiheftinum til málspølini (Frost & Lønneberg, 2004),
tí partar, ið viðgera sjálva verkætlanina á Bornholm við
tí ástøðiliga, ið hartil hoyrir, eru ikki týddir. Tað verður tí
komið inn á nakað av tí ástøðiliga í hesum fororðum.
 Karolina Matras
7
I,II,1,2,3,4,5,6 8,9,10,11,12,13,14,15,16,17,...84
Powered by FlippingBook