Hesi foreldur:
•
Brúka í samrøðuni við barnið ofta orð, ið beinleiðis
birta upp undir grundan, t.d.: vita, trúgva, hugsa,
minnast, ímynda sær, kanna (kognitiv sagnorð).
•
Royna ofta at teingja saman innihaldið í bókini við
umstøður, sum barnið kennir frá sær sjálvum
(upplivingar, persónar, støð, o.a.) soleiðis, at
barnið hugsaði bókina inn í sín egna heim.
•
Lýsa virkið sín egna hátt at skilja tekstin, t.d.
blaða aftur í tekstin og lesa umaftur, bera saman
orðini í tekstinum við tað, sum kanska er teknað á
eini mynd, sum byggir á tekstin, ella steðga og
spyrja um tekstin, um okkurt tykist eitt sindur
óvæntað ella gátuført.
•
Venda ansinum hjá barninum móti ávísum orðum,
sum ein kundi ivast í, um barnið skilti. Í eini roynd
at hjálpa barninum at skilja hesi orð, brúktu tey
vaksnu t.d. umskrivingar, samheiti og allýsingar.
•
Sótu við barninum í fanginum soleiðis, at barnið
kundi síggja tekstin. Viðhvørt peikaði hin vaksni á
ávís orð, og soleiðis sá barnið sambandið millum
talaða og prentaða orðið, sum talan var um.
50
MÁLSPØL - leikur og læra