Málspøl - Ástøðisbók - page 49

yvirtulkaði tað, ið sagt varð, kláraðu seg betur enn onnur
børn í málsliga krevjandi støðum, tá ið tey fóru í skúla.
Eisini Olaussen (
1989
) kann vísa á gransking, sum vís­
ir á ítøkiligar partar í sambandinum millum foreldur og
barn, sum kunnu fáa týdning fyri barnsins málsliga-fat­
an­arligu menning. Olaussen hevur kannað týdningin av
tí sambandi, sum kemur í lag millum vaksnan og barn, tá
ið lisið verður upp fyri barninum. Vit hava leingi vitað, at
upp­lestur er týdningarmikil fyri málsliga stimbran, tí hann
mennir orðatilfarið og ger, at barnið venur seg við skrift-
málið. Olaussen vísir tó eisini á týdningin av vaksnum
sum fyrimyndir, og tað er, tá ið hin vaksni virkin brúkar
sín egna hátt at skilj­a og ogna sær innihaldið í tí, sum lisið
verður. Eisini her ræður um, at vit sum vaksin antin stuðla
barnsins evnum at hugsa seg um og grunda, ella vit lata
vera.
Olaussen fann týðiligt samanhang millum tað, at foreld­
ur í sambandi við upplestur fyri børnunum brúka tekstin
sum høvi til at samskifta á ymsan hátt, og so lesiførleika
hjá somu børnunum seinni.
Vit hava leingi
vitað, at upplestur
er týdningarmikil
fyri málsliga
stimbran, tí hann
mennir orðatilfarið
og ger, at barnið
venur seg við
skriftmálið.
49
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,39,40,41,42,43,44,45,46,47,48 50,51,52,53,54,55,56,57,58,59,...84
Powered by FlippingBook