Málspøl - Ástøðisbók - page 62

Á málverkstaðnum kunnu vit eisini gera uppsløg við
myndum av lutum, sum børnini hava klipt út, og sum byrja
við sama ljóði.
Ljóðeindir
Skulu vit greina orð til einstøk ljóð, er neyðugt at fáa til
vega fjølbroytt myndatilfar.
Í hesum síðsta týdningarmikla parti av málspølunum
er neyðugt, at børnini spæla í smáum bólkum. Hetta kann
vera fakliga ógvuliga krevjandi, og tá eigur at bera til at
biðja onkran í førleikastovuni í skúlanum hjálpa í nakrar
tímar um vikuna, so til ber at hava samband við tað ein­
staka barnið. Her má hin vaksni vísa børnunum, hvussu
tey kunnu síggja (í spegli ella á munninum á tí vaksna),
hvussu muðurin ber fram einstøku orðini, og so skulu
børnini gera tað sama. Tilskilar ein samstundis einstøku
ljóðini við kubbum, so hvørt sum tey verða søgd, verður
barnið stuðlað av tí, sum tað sær.
At enda kann eisini verða arbeitt við herðing, har til ber
at vísa, hvussu sami setningur kann verða broyttur við at
leggja herðingina ymiskt, t.d. við setninginum “hann lá og
svav”. Við slíkum uppgávum er talan um heilt onnur mál-
spøl, har samstarvið millum málsliga innihaldið og máls-
liga formin er tað, ið royndir verða gjørdar við. Til dømis at
royna seg við argandi setningum sum: Ein bilur er til sølu
av einum manni, sum er rustaður (
Hagtvet, 1989
).
Sambandið millum slík málspøl og lesimenning er ikki
prógvað. Men tílík spøl hvessa máloyrað á barninum á
ann­an hátt, og eru so statt ein partur av vanligu málsligu
stimbr­anini og ikki neyðturviliga ein fastur partur av hesi
skrá. Flestu leiðarar í forskúlum hava tí heldur ikki arbeiði
við herðing sum part av føstu skránni.
62
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,52,53,54,55,56,57,58,59,60,61 63,64,65,66,67,68,69,70,71,72,...84
Powered by FlippingBook