Men ikki at gloyma kendist tað trygt, at vit vóru tvær
        
        
          um uppgávuna, og harafturat at vera tvær um alt tað, sum
        
        
          skuldi verða gjørt allan dagin.
        
        
          Tað fyrsta, sum vit varnaðust, var, at best var at spæla
        
        
          beint eftir tað, at vit høvdu sitið í ringi og arbeitt við dag-
        
        
          festing og kalendara. Tá vóru børnini best fyri og kláraðu
        
        
          at hugsavna seg. Tað næsta, vit varnaðust, var, at tað var
        
        
          eitt gott hugskot at skiftast at skipa fyri spølunum, part-
        
        
          víst tí vit vóru ymiskar, og partvíst tí ójavnt var, hvussu væl
        
        
          vit vóru fyri. Vit varnaðust eisini skjótt, at hvussu vit vóru
        
        
          fyri ávirkaði, hvussu børnini upplivdu spølini. Sást, at vit
        
        
          vóru lítið áhugaðar og illa fyri, vóru skjótt nøkur børn, sum
        
        
          mistu hugin og gjørdust ófriðarlig, tosaðu um okkurt heilt
        
        
          annað og kláraðu ikki at hugsavna seg. Vóru vit haraftur
        
        
          ímóti spentar og eldhugaðar og soleiðis vístu børnunum, at
        
        
          vit sjálvar hildu hetta vera stuttligt og ikki bara ein keðilig
        
        
          skylda, ja, so kundu vit ofta spæla upp í ein hálvan tíma ella
        
        
          longur.
        
        
          Sjálvandi kunnu vit siga, at tað er heldur nógv tíð at
        
        
          brúka til hetta, tá ið hugsað verður um alt annað, sum vit so
        
        
          fegnar vilja klára at gera. Men tá ið vit upplivdu, at børnini
        
        
          fingu nógv burturúr, føldu vit, at tað var natúrligt at upp
        
        
          raðfesta málspølini í dagliga arbeiði okkara.
        
        
          
            Tá ið vit spæla ...
          
        
        
          Tá ið vit fáast við málspølini, uppliva vit, hvussu stuttligt
        
        
          tað er at vera saman við børnunum. Tey eru ótrúliga upp-
        
        
          tikin av teimum ymisku spølunum, og vit hoyra ongantíð
        
        
          nakran siga: Oy, hatta tími eg ikki”. Tá ið vit skulu í holt
        
        
          við okkurt nýtt í skránni, t.d. tá ið vit fara frá setningum til
        
        
          orð, eru tey spent og lurta. Tey uppliva, at tey duga at gera
        
        
          sínar egnu setningar og so býta teir upp í einstøk orð. Ella
        
        
          
            “
          
        
        
          
            Men tá ið vit upp
          
        
        
          
            livdu, at børnini
          
        
        
          
            fingu sera nógv
          
        
        
          
            burturúr, føldu vit,
          
        
        
          
            at tað var natúr
          
        
        
          
            ligt at uppraðfesta
          
        
        
          
            málspølini í
          
        
        
          
            dagliga arbeiði
          
        
        
          
            okkara.
          
        
        
          
            “
          
        
        
          
            65
          
        
        
          
            MÁLSPØL - leikur og læra