Málspøl - Ástøðisbók - page 72

Málspøl í verki í serundirvísingini
Fleiri hava roynt, at flestu næmingar, sum verða vístir til
serundirvísing, eru ikki nóg tilvitaðir um ljóðeindir, og
hava hesir næmingar fyrstu skúlaárini til fánýtis roynt at
bøta um hetta við ymsum hættum at hjálpa sær við tí, teir
síggja (
visuel strategi
), og at lesa eftir minninum (
at brúka
ytri leiðreglur
).
Nú kundu vit kanska sagt, at tað kundi verið eitt gott
hugskot at noyða hesar næmingar ígjøgnum málspøl, so vit
kunnu tryggja, at teir fáa eitt grundarlag at duga at eyg­leiða
ljóð-bókstavsamansetingar og á henda hátt gjørt, at inn­aru
leiðreglurnar í orðinum kundu verið gagnnýttar, meðan
lisið verður.
Kortini er trupulleikin, at tá ið børnini gerast 9-10 ára
gomul, verða tey ikki so lætt kveikt av málspølunum, sum
børn, ið eru 5-7 ára gomul. Tey duga eisini longu bókstav­
irnar, og tað ger, at tey, meðan arbeitt verður við einføldum
orðasamansetingum, gerast meira áhugað í bókstavunum
enn ljóði og framburði, og hetta ger, at tey gerast ikki før
fyri at broyta lesihátt.
Tí er neyðugt at finna aðrar hættir, tá ið farið verður
und­ir hetta arbeiðið, tí tað er hóast alt avgerandi fyri fram-
haldandi lesimenningina at fáa styrkt medvitið um ljóð­
eind­ir. Grundarlagið undir hesum arbeiði er at fáa barnið
at gerast meira tilvitað um talumálið sum heild, at grund­a
yvir tað og gera sær royndir við tí. Trupulleikin kemst mill­
um annað av, at høvið skal vera natúrligt. Í fyrstuni er
tað ofta ein merkingarligur ella orðalagsligur trupulleiki,
sum kann geva møguleika at eygleiða og royna seg, men í
nógvum førum snýr tað seg eisini um bendingarformar og
bygn­að í orðum. Sum tíðin líður ber til at fáa barnið at ger-
72
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,62,63,64,65,66,67,68,69,70,71 73,74,75,76,77,78,79,80,81,82,...84
Powered by FlippingBook