Rokning 1c - Lærarabók - page IV-V

Formæli
Vælkomin til
Rokning
!
Undirvísingin í støddfrøði hevur stórar avbjóðingar fyri framman. Næmingunum tørvar
ágrýtni og íblástur at arbeiða við lærugreinini. Teimum tørvar at síggja, at tað hevur týdning
at duga støddfrøði, bæði nú og í framtíðini. Tey mugu sleppa at ogna sær fjølbroyttar
royndir í undirvísingini og tann vegin uppliva, at støddfrøði er viðkomandi, eisini tá ið
skúladagurin er av. Næmingunum tørvar at menna grundleggjandi førleikar í støddfrøði, so
teir hava eitt gott støði at byggja á í framhaldandi skúlagongd og í at læra støddfrøði.
Teimum tørvar somuleiðis at menna áhugan fyri lærugreinini og ein jaligan hugburð, sum
gevur teimum hug at halda fram við støddfrøði.
Við hesi læruskipan vilja vit geva lærarunum ta hjálp, teimum tørvar til tess at taka við
hesum avbjóðingum.
Rokning
gevur møguleikar fyri fjølbroyttum undirvísingarháttum, har
dentur verður lagdur á faklig sjónarmið. Vit hava evnað til eina læruskipan, sum er smidlig,
so at ólíkir lærarar hava høvi at undirvísa á tann hátt, sum hvørjum einstøkum hóvar best.
Næmingarnir og fakliga menning teirra eru altíð fremst í huganum.
Vit, sum eru rithøvundarnir aftan fyri læruskipanina, hava ymsar fortreytir, og tað hevur
verið ein avbjóðing at semjast um tekstin. Tað er eingin loyna, at arbeiðið við at skriva
Rokning
hevur kravt nógv arbeiði og umhugsni. Kortini hava vit upplivað tilgongdina
uppbyggjandi, og tað eru tvær høvuðsorsakir til tað. Í fyrra lagi hava vit verið samd um ta
yvirskipaðu ætlanina, sum er støðugt at hava næmingarnar og læring teirra í huga og at vera
felags um tilknýtið til byrjanarundirvísing í støddfrøði. Í øðrum lagi hava vit skrivað eina
læruskipan, sum er smidlig, og sum endurspeglar ein fjølbroyttan skúladag.
Rokning
kann
verða nýtt á mangan hátt; lærarar kunnu laga skipanina til ólíkar bólkar av næmingum og til
sínar egnu undirvísingarhættir.
Vit ynskja tykkum góða eydnu við undirvísingini!
Bjørnar Alseth
Ann–Christin Arnås
Henrik Kirkegaard
Mona Røsseland
I,II,III VI-VII,VIII-IX,X-XI,XII-1,2-3,4-5,6-7,8-9,10-11,12-13,...150
Powered by FlippingBook