5
4
„dagsins tal“ er eitt makað tal ella eitt
stakt tal.
Ger t.d. laminerað skelti við tekstinum
MAKAÐ TØL og STØK TØL. Lat tey
hanga nær við talvuna. Hóskandi stødd
er eitt A4–ark, klovið eftir longdini.
Fyri hvørt tal, sum vit kanna, kunnu
næmingarnir koma upp, taka rætta
skeltið og heingja tað á talvuna. Á síðu 9
er greitt frá, hvussu hetta virksemið
kann verða víðkað.
Pappírsdukkur ella aðrar dukkur og
toydýr eru góð at gera søgur um, har
tølini koma upp í part. Tað kunnu vit t.d.
gera, tá ið vit seta okkum saman og siga
frá søgum, sum næmingarnir geva sítt
íkast til. Ein annar máti er, at næm
ingarnir gera sínar egnu dukkur úr
pappíri ella øðrum (kann umboða seg
sjálvan) og eru saman í bólkum um at
gera søgur. Gera næmingarnir pappírs
dukkur, er hent at laminera tær.
STØKTØL
MAKAÐTØL
talvuni. Vit kunnu eisini brúka
Avritssíðurnar 33–42 í
Avritsmappu 1–4.
Dagfesting
Vit mæla til at byrja hvønn dag við at
skriva dato og vikudag á talvuna. Á
henda hátt gera vit vart við bæði tølini,
nøvnini á vikudøgunum, mánaðunum og
árstíðunum.
Virksemi við uppvørpu
ella samvirknari talvu:
makað tøl og støk tøl
Fyri hvørt tal, sum vit fara í holt við,
kunnu vit leggja líka nógvar brikkar
fram. Royn at gera rektangul eins og á
myndunum á síðu 4. Ber til at gera
rektangul úr brikkunum, so er talið eitt
makað tal. Loypur ein brikkur av, er tað
eitt stakt tal. So við og við kunnu
næmingarnir koma upp at vísa, um
Annað virksemi
Tað hevur nógv at siga, at næmingarnir
síggja talstavirnar í ymsum høpi og vístar
á ymsan hátt. Næmingarnir kunnu t.d.
liggja á gólvinum og gera talstavirnar við
kroppinum. Tey kunnu brúka armarnar
at gera stórar talstavir í luftini, og tey
kunnu fara saman tvey og tvey og skriva
talstavir á bakið hvør á øðrum og spæla
„git, hvat tal eg skrivaði“.
Tað er eisini gott at arbeiða við
talstavunum uttandura. Skriva talstavir
nar við einum pinni t.d. í sand ella mold
ella við kriti á asfalt. Ger tølini við
steinum ella bløðum. Takið myndir av
tølunum, sum tit skriva ella gera, og
heingið tey upp í skúlastovuni.
Tað kann vera hent at hava eina tallinju
eins og ta á síðu 4 hangandi í skúla
stovuni,t.d. ber til at skriva tølini á hvør
sítt A4-ark og heingja tey uppi yvir
Tey kunnu t.d. hyggja at tallinjuni á síðu
4 at minna seg á raðfylgjuna á tølunum
og talstavirnar. Vís næmingunum, at
aftan á 10 verða talstavirnir frá 1 til 9
endurtiknir við einum eitttali framman
fyri. Tit kunnu eisini gjøgnumganga tølini
frá 0 til 20, áðrenn farið verður undir
uppgávuna.
Størri avbjóðing
Næmingarnir kunnu fara á talveiðu, t.e.,
at tey skulu leita eftir talstavum ymsa
staðni, úti ella inni. Her eru nøkur dømi:
ferðsluskelti, gøtunummar, prísmerki,
desiliturmál, síðutøl í einari bók,
fjarstýrarar, telefonbók o.s.fr.
Leita næmingarnir í dagbløðum og
vikubløðum, kunnu teir klippa talstavir
út og líma teir á eina talvu.
Einfaldari
Arbeiðið kann gerast einfaldari við at
næmingarnir sleppa at vísa tølini á
ymsan hátt. Tey kunnu vísa talið við at
finna líka nógvar kubbar ella brikkar, ella
við at rætta talið á fingrum upp. Næsta
stig er at tekna hesar mongdirnar. Fyri
at leggja dent á, at tað er talið á lutum,
tað snýr seg um, eiga vit at biðja
næmingarnar tekna so einfalt, sum til
ber. Tey skulu síðan tekna teljistrikur –
so at tey fara frá tí ítøkiliga til eitt
úrtøkiligt tekn. Síðan kunnu vit stuðla
næmingunum til so við og við at nýta
talstavirnar.
Allir næmingarnir eiga at skriva
talstavirnar og soleiðis fáa fínrørsluliga
venjing.
Næmingarnir kunnu loysa uppgávuna
niðast á síðu 5, hóast teir ikki hava
„lært“ tølini upp í 20 ella ivast í teimum.
Hvat er at gera?
Síða 4
Læra at skriva talstavir
Tosa við næmingarnar um ymsar
mátar at vísa 1, 2 og 3. Tekna okkurt á
talvuna, sum vísir hetta, t.d. trý súrepli.
n
Hvussu kunnu vit vísa, hvussu nógv eru
her? (Skriva „3“ ella „trý“, rætta tríggjar
fingrar upp, tekna tríggjar teljistrikur, siga
trý á øðrum málum: „tre“, „þrjú“, „three“,
„drei“ …)
Á hesum síðunum skulu næmingarnir
læra seg at skriva teir formligu tal
stavirnar. Á tey tómu plássini skulu
næmingarnir tekna. Ein lut til talið 1,
tveir lutir til 2 o.s.fr. Minn næmingarnar á,
at teimum nýtist ikki at tekna so neyvt.
Tað, sum um ræður, er, at tey tekna
rætta talið á lutum.
Í teir tómu puntarnar undir hvørjum
tali skulu tey skriva talteknini. Ansa væl
eftir, at tey skriva rættan veg.
Síða 5
At telja
Næmingarnir telja, hvussu nógvir
lutir eru av hvørjum slagi: Beinkir,
ryggsekkir, trø og bóltar. Tey skriva talið í
puntarnar undir myndini. Summi fara
kanska at skriva teljistrikur. Vit eiga at
biðja næmingarnar nýta ein hátt, sum tey
duga og vilja nýta. Teljistrikur eru væl
egnaðar, tá ið talan er um fáar lutir,
serliga tí at tær eru lættar at tekna, men
samstundis ræður um, at næmingarnir
fara at nýta talstavirnar.
Raðfylgjan á stavunum
Næmingarnir tekna strikur frá 0
til 20.
0
1
2
3
4
5
6
7
9
10
8
2
tvey
3
tr ý
0
1
2
3
4
5
6
7
9
10
8
0
1
2
3
4
5
6
7
9
10
8
1
eit t
1•Tølini 0–20
4
•
Tekna rætta talið á lutum í rútin og skriva tølini. Ger tær ómak, tá ið tú skrivar tølini – hygg at fyrimyndini.
Tekna ein lut.
Hvussu nógv?
Tekna strikur. Byrja í 0.
5
•
Tel og skriva tøl í rútarnar.
Tekna strikur millum tølini.
Støddfrøðiligt innihald
n
Talteknini 1, 2 og 3
n
Finna tal á lutum við at vita, at tá
ið talt verður, er tað seinasta
talorðið, sum ásetur mongdina
n
Tal á lutum umboðað við
talstavum
n
Raðfylgjan á talstavunum
Tilfar/amboð
n
Møguliga pappírsdukkur ella
tílíkt at gera roknisøgur við, og
teljibrikkar ella aðrar ítøkiligar
lutir at gera mongdir við