Rokning 1c - Lærarabók - page 14-15

15
14
Telja
Tel við næmingunum, helst í felag. Teljið
bæði upp í 20 og niðureftir úr 20. Ein
annar máti er teljistafett. Lærarin peikar á
ein næming, sum byrjar at telja: 1, 2, 3, 4,
5. Næmingurin heldur fram, til lær­ar­in
sigur steðga og peikar á ein annan
næming, sum heldur fram: 6,7,8, til
lær­arin aftur sigur steðga og peikar á ein
triðja næm­ing. Tá mugu allir næm­ingarnir
telja innan­tanna, so teir altíð eru til reiðar
at halda fram, um tað verð­ur teirra túrur.
Lærarin má ansa eftir, at ein annar
næmingur tekur við, um onkur hevur ilt
við at telja. Kanska kann tann, sum
steðgar á, velja, hvør skal taka við, og so
kunnu hesir báðir næm­ing­arnir telja í
felag, til lærarin aftur sigur steðga og letur
ein annan næming halda fram.
Størri avbjóðing
Lat næmingarnar gera sínar egnu
bingo­plátur at spæla tíggjara­vina­spælið.
Tak Avritssíðu 32,
Bingopláta,
í
Avrits­
mappu 1–4
og set inn tølini frá 4 til 9.
Pláturnar kunnu eisini hava 5 x 5 puntar,
men so varir spælið longur.
Spæl:
20-vina-bingo
Sum eyka avbjóðing kunnu næmingarnir
spæla við tjúgaravinum í staðin fyri
tíggjara­vinum. Ein máti er at skriva tølini
frá 14 til 19 í rútarnar, ringla við einum
terningi og seta kross á ein tjúgara­vin
(vísir terningurin 3, verður krossur settur
á 17, eftirsum 17+3=20). Ein annar máti
er, at næmingarnir ringla við tveimum ella
trimum tern­ing­um, leggja saman og finna
tjúgara­vinin. Hevur tann, sum ringlar,
tjúgara­vinin á sínari plátu, kann hann
krossa hann. Verður ringlað við tveim­um
terningum, skulu tølini á plátuni vera
8–18, við trimum terningum verða tað
2–17.
Annað virksemi
Spæl:
Tíggjarakabal
Sí Ískoyti 2 aftast í hesari bókini.
hesum kapitlinum eiga næm­ing­ar­nir at
læra seg at telja
n
úr 0 upp í 20
n
úr 20 niður í 0
n
uppeftir og niðureftir frá øllum tølum
millum 0 og 20
Tað er eisini vert at læra seg at telja
tvey í senn (2 – 4 – 6 – 8 o.s.fr.)
Einfaldari
Nýtið ítøkiligt tilfar, t.d. „base 10“ ella
lit­stavarnar (cuisenaire) 10 og 1. Tað ber
eisini til at brúka perluband ella lata
næmingarnar hyggja at einari tal­linju.
Hon kann standa á talvuni, hanga á
vegginum ella vera límað á borðið hjá
næmingunum. Sí Avrits­síðu 3,
Tallinja
0–20, aftast í hesari bókini.
at talstavirnir ganga bara upp í 9. Tá ið
vit skulu skriva størri tøl, brúka vit
støður
. Tá ið vit skriva „tíggju“, skriva vit
eitt og null. Eitt merkir tá ein tíggjari,
ein bólkur við tíggju. Tjúgu er tveir
bólkar við tíggju, altso tveir tíggjarar. Tí
skriva vit sifrið 2 á tíggjaraplássið. Har
eru eingir eitt­arar umframt, so vit skriva
0 á eitt­ara­plássið. Lærarin eigur alla
tíðina at vísa hetta við ítøkiligum lutum.
Tað hevur stóran týdning at arbeiða
gjølla við hesum, tí nógvir næm­ingar
hava fáar royndir av, at tal­skipanin byggir
á tíggju. Ein orsøk er, at tað ikki er so
lætt at síggja, so leingi sum vit arbeiða
munnliga við tølum, ið eru minni enn
20.
Um­framt at arbeiða við býtinum
mill­um tíggjarar og eittarar ræður um at
gera nógv við at telja. Í arbeiðinum við
Brúka nógva tíð at tosa við næm­ing­ar­
nar um hetta. Lærarin tekur ein
tíggj­ara­stav og tveir eittarar. Hvat tal er
tað? Hvussu vísa vit sama tal á perlu­
bandinum? Og hvussu vísa vit tað við
pengum? Tá ið næmingarnir skulu vísa
talið 12 við pengum og hava tíggj­arar og
eittarar í huga, vilja vit hava tey at taka
eina tíggjukrónu og tvær einkrónur.
Tekur onkur næm­ing­ur 12 einkrónur í
staðin, fær hann sjálv­andi at vita, at tað
er rætt, men sam­stundis spyrja vit, um
hann veit aðrar mátar at vísa 12 við
myntum.
Tað hevur stóran týdning, at lærarin
skilur ímillum
siffur
og
tal
. Í talinum 12
eru tvey siffur, 1 og 2. Tað fremra sifrið
stendur fyri ein tíggjara, og tað aftara
sifrið stendur fyri tveir eittarar. Vit siga,
at 1 stendur á tíggjara­pláss­inum, og 2
stendur á eittaraplássinum. Legg dent á,
næm­ing­ar­nir skilja ta støðubundnu
tal­skipan­ina. Tí ræður um, at næm­ing­ar­
nir fáa høvi at arbeiða við tíggjarum og
eitt­arum á fjølbroyttan hátt – sum við
pengum, tíggjarastavum og eitt­ara­
kubbum ella perlubondum. At ar­beiða
við tíggjara­stavum mennir fatan­ina hjá
næmingunum, hvussu vit skifta ímillum
at síggja tíggju sum tíggju eittarar ella
sum ein tíggjara­bólk­ur. Tað gera vit
eisini við pengum, har tíggju einkrónur
kunnu verða veksl­aðar til eina
tíggjukrónu.
Hvat er at gera?
Síða 14
Spæl:Tíggjaravinabingo
Tilfar: Ein terningur
Næmingarnir spæla saman tveir og tveir
og skiftast at ringla. Tey skulu finna
tíggjara­vinin hjá talinum, sum tern­ingur­in
vísir. Er tíggjara­vinurin á bingo­plátuni, skal
næm­ingur­in seta ein kross á hann. Tað
ber bara til at seta kross á eitt tal, hvørja
ferð ringlað verður. Tann, sum fyrst fær
fulla plátu, hevur vunnið. Næm­ingar­nir
kunnu spæla saman tveir og tveir í
bókunum hjá hvørjum øðrum, ella fleiri
kunnu spæla saman og seta krossar hvør í
sína bók.
Talvinir størri enn 10
Næmingarnir taka tølini sundur í
tvær mongdir á sama hátt sum í
upp­gávunum á síðu 13, og tey kunnu
hyggja at perlubandinum. Í teimum
báðum niðaru uppgávunum skulu
næm­ingarnir sjálvir avgera talið, sum teir
skulu finna talvinir til. Tey kunnu eisini
tekna tvær smáar klemmur á rætta stað
á perlu­bandinum.
Royn at fáa næmingarnar at greiða frá,
hvussu teir skulu gera at finna „lættar“
talvinir, t.e. tøl, har tað er fyri­munur, at
perlubandið er býtt sundur í fimmarar
ella tíggjarar:
n
Eru nakrir talvinir, har tað er lætt at
síggja, at teir eru 13 til samans? (5 og 8,
fyrst eru 5 hvítar og síðan 5+3 kúlur
afturat, ella 10 og 3.)
n
Er onkur, sum dugir at hugsa seg fram til
talvinir til 14? (13 og 1, tí at 13 er 1
minni enn 14. 7 og 7, tí at 14 er dupult
so nógv sum 7. 10 og 4, tí at 14 krónur
eru ein tíggjukróna og fýra einkrónur
o.s.fr.)
Síða 15
Tíggjarar og eittarar
Til at menna stødd­frøði­ligar
før­leikar og vitan er avgerandi, at
4
8
4
7
6
5
6
7
9
4
5
7
9
6
9
5
8
8
1•Tølini 0–20
14
Ringla við einum terningi. Strika út talið á spæliplátuni, sum saman við eygunum á terninginum gevur 10. Tann, sum fyrst strikar út
øll tølini á sínari plátu, hevur vunnið.
Skriva tøl í sirklarnar, so tey til samans vera tað sama sum talið í bláa sirklinum. Niðast
kunnu næmingarnir eisini velja tølini í bláu sirklunum.
13
11
13
11
Spæl: Tíggjaravinabingo
Finn talvinir.
Vel tíni egnu tøl.
3!
7 er tíggjaravinur
hjá 3.
15
Skriva tøl í sirklarnar. Stabbarnir vinstrumegin í hvørjari uppgávu vísa tølini, sum skulu vera skrivað í bláu sirklarnar,
og hvussu tey skulu verða tikin sundur.
Skriva tølini upp í 20. Tak sundur í tíggjarar og eittarar.
11
1 10
12
10
Egin hugskot
tíggjarar eittarar
Støddfrøðiligt innihald
n
Tíggjaravinir
n
Tølini úr 10 upp í 20
n
Eittarapláss og tíggjarapláss
Tilfar/amboð
n
Terningur
n
Møguliga perluband og tallinja
I...,VI-VII,VIII-IX,X-XI,XII-1,2-3,4-5,6-7,8-9,10-11,12-13 16-17,18-19,20-21,22-23,24-25,26-27,28-29,30-31,32-33,34-35,...150
Powered by FlippingBook