35
34
merkinum. Tann, sum er fyrst at røkka
til 20 (50), vinnur.
Størri avbjóðing:
Næmingarnir spæla
við tveimum terningum. Tey ringla og
leggja saman talið á eygum, áðrenn tey
fara at leypa á tallinjuni. Við hesum
mátanum má tallinjan røkka upp í 50.
Næmingarnir kunnu eisini semjast um at
spæla bæði frameftir og aftureftir á
tallinjuni. So vinnur tann, sum er fyrst
aftur á 0.
Spæl:
Endaleysi landsvegurin
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Tríggir terningar, hvør sína
finnu og eina plátu at spæla á ella eitt
talrað frá 1 til 13.
Spælararnir skiftast at
ringla við trimum
terningum. Burtur úr
tølunum, sum eyguni vísa,
gera spælararnir teir
møguleikarnar, sum skulu
til at sleppa víðari á leiðini.
Hvør finna skal steðga á
við øll tølini í rættari
raðfylgju. Tað vil siga, at tú
mást ringla 1, áðrenn tú
sleppur á 2-talið o.s.fr.
Dømi: Tú ringlar fyrstu
ferð og fært 1, 2 og 4.
Tú fekst 1 og kanst fara í 1. punt, so
fekst tú 2 og kanst fara í 2. punt, tú
fekst 1 og 2 og leggur tølini saman til 3
og fert í 3. punt, tú fekst 4 og fert í 4.
punt, 1 og 4 er 5, 2 og 4 er 6, og 1, 2 og
4 er 7. So statt komst tú heilt fram á 7.
punt, fyrstu ferð tú ringlaði. So eigur
næsti spælari at ringla. Tann, sum fyrst
kemur í 13. punt, hevur vunnið.
Tað ber eisini til at gera eina
spæliplátu við puntum, sum fyrst ganga
upp í 13 og síðan niður aftur í 1. Tann,
sum fyrst kemur aftur á 1. punt, hevur
vunnið.
Er eingin pláta tøk at spæla á, kann
hvør spælari skriva tølini 1 – 2 – 3 – 4
o.s.fr. annaðhvørt upp í 13 ella
niðuraftur í 1 í eitt langt rað, og síðan
strika tølini, so hvørt sum spælarin
ringlar seg fram til rætta summin.
Um so er, fáa næmingarnir ikki brúkt ta
tallinjuna, sum stendur í bókini. Tey
kunnu annaðhvørt fáa eina tallinju, sum
gongur upp í 50, ella brúka eina tóma
tallinju:
Rokna 16+14
Annað virksemi
Spæl:
Leypa á tallinjuni
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Ein terningur, tallinja frá 0 til 20
ella frá 0 til 50 (Avritssíða 64a í
Avritsmappu 1–4
) til hvønn næming.
Næmingurin ringlar við terninginum
og loypur so nógv lop á tallinjuni, sum
eyguni á terninginum vísa, og ger eitt
merki á tallinjuna hjá sær. Næstu ferð,
hann eigur, loypur hann víðari frá hesum
Einfaldari
Lat næmingarnar loysa uppgávurnar við
perlubandi. Tá ið tey eru trygg við tann
mátan, kunnu tey royna at gera
samsvarandi uppgávur á einari tallinju.
Næmingarnir eiga at fáa hjálp til at
finna mátar at rokna, sum byggja á ta
vitan, teir hava frammanundan. Ein máti
er at brúka 10. Fyri at rokna 7+4 kann
næmingurin hugsa, at 7+3=10, og so er
at leggja eitt afturat, so svarið verður
11.
Størri avbjóðing
Ein máti at gera uppgávurnar meira
avbjóðandi er at skifta tølini í
uppgávunum út við størri tøl. Tað liggur
væl fyri at gera niðast á síðu 34, har tað
ber til at skriva eitt eitttal framman fyri
annað av tølunum í hvørjari uppgávu.
terningin, og leypa síðan so nógv lop,
sum tann næsti terningurin vísir.
Legg saman
Næmingarnir leggja kortini saman
og seta striku til rætta pláss á tallinjuni.
Tað er ein stórur fyrimunur, um
næmingarnir í arbeiðinum við hesum
kapitlinum læra at vita rætta svarið í
additión og subtraktión í taløkinum upp
í 20 uttan at skula rokna fyrst. Legg
dent á at venja hetta, ikki minst við at
brúka spølini í kapitlinum at læra seg
mongdir. Tess meiri næmingarnir spæla
og venja, tess meiri læra tey uttanat, og
tess betur minnast tey tað. Tað kann
eisini vera hent at lata næmingarnar
arbeiða á internetinum við at venja
mongdir á henda hátt, annaðhvørt við
uppgávum í
Rokning á netinum
ella á
øðrum síðum.
Her liggur eisini væl fyri at vísa, hvussu
hetta hevur samband við tað at leypa á
perlubandinum: Tá finna vit fyrst tað
fyrra talið og seta eina klemmu har. At
leggja tvær perlur afturat er tað sama
sum at leypa tvey tøl fram á tallinjuni.
Ansa eftir, um allir næmingar halda tað
vera í lagi, at á perlubandinum telja vit,
hvørja ferð vit nema eina perlu, men á
tallinjuni telja vit á tølunum sjálvum.
Síða 35
Legg saman
Næmingarnir leggja saman talið á
eygum og seta striku til rætta stað á
tallinjuni. Næmingarnir kunnu loysa
uppgávuna í høvdinum, ella tey kunnu
brúka tallinjuna at leypa fram til rætta
svarið. Tá finna tey fyrst tað talið á
tallinjuni, sum svarar til tann fyrsta
Hvat er at gera?
Síða 34
Legg saman á perlubandi
Næmingarnir leggja saman talið á
perlum hvørjumegin gloppið á perlu
bandinum og skriva, hvussu nógvar
perlur eru til samans, sum eitt rokni
stykki.
n
Hvat roknistykki hóskar til perlubandið
niðast vinstrumegin? (3+6=9)
n
Hvussu komst tú fram til, at svarið varð
9? (T.d.
–
–
Eg taldi allar kúlurnar
–
–
Eg tók 6+3, 6 – 7 – 8 – 9
–
–
Eg síggi, at har eru 5 reyðar og 4
hvítar kúlur, 5+4=9
–
–
Eg veit, at 3 og 7 eru tíggjaravinir, so
má 3+6 vera eitt minni.)
Additión sum lop á
tallinjuni
Næmingarnir loysa uppgávurnar við at
byrja á tí fyrra talinum og síðan leypa
rætta talið frameftir á tallinjuni.
Næmingarnir skriva svarið soleiðis, at
tað verður eitt additiónsstykki. Tey gera
sjálv av, um tey gera eitt langt lop
frameftir, ella um tey leypa eitt tal í senn
og vísa tað við fleiri smáum bogum.
Í uppgávunum høgrumegin er ikki víst,
hvar byrjað verður á tallinjuni. Tosa við
næmingarnar um, hvørt tað ber til at
leypa øðrvísi enn at byrja á 4 og leypa 8
fram. Kanska halda tey tað vera lættari
at byrja á 8 og leypa 4 fram.
Tá ið tikið verður samanum, kann
hetta verða sett í samband við tað at
„telja víðari“ sum máti at leggja saman.
Tá loysa næmingarnir 7+2 við at telja
tvey aftur at 7, 7 – 8 – 9, sum svarar til
at leypa á tallinjuni. Um næmingarnir
hava aðrar mátar at leypa á tallinjuni,
kunnu tey koma upp til talvuna og vísa á
einari tallinju har, hvussu tey gjørdu. At
venda uppgávuni við og byrja við tí
størra talinum nevnist „at telja víðari frá
tí størra“, sum er ein munabetri máti
enn altíð at telja víðari frá tí fyrra
talinum í roknistykkinum.
n
Hvussu loypur tú á tallinjuni?
n
Hvar byrjaði tú?
n
Hvussu langt leypst tú / hvussu nógv lop?
Hvar lendi tú?
34
2 • Pluss og minus við tølunum upp í 20
•
Skriva roknistykkini, sum verða víst á perlubondunum, og rokna svarini.
Vís roknistykkini á tallinjuni við einum boga.
Skriva svarið á bláu strikuna.
Ger roknistykki.
Rokna.
3 + 2 = 5
+
= 12
+
= 9
+
=
+
=
+
=
5 + 3 = 8
4 + 8 =
6 + 4 =
7 + 5 =
8 + 3 =
3 + 10 =
5
4 3 2 1 0
9
11 12
8 7 6
10
+3
5 43 2 1 0
9 11 12
8 7 6
10
15 14 13
5 43 2 1 0
9 11 12
8 7
6
10
15 14 13
5 43 2 1 0
9 11 12
8 7 6
10
15 14 13
543210
9 11 12
8
76
10
15 14 13
16 17
5 43 2 1 0
9 11 12
8 7 6
10
15 14 13
35
•
Tekna strikur til rætt tal á tallinjuni.
Tekna strikur til tallinjuna.
Tekna strikur til tallinjuna.
+
+
+
+
+
+
5 4 3 2 1 0
9
11 12
8 7 6
10
15 14 13
16 17 18 19 20
5 4 3 2 1 0
9
11 12
8 7 6
10
15 14 13
16 17 18 19 20
5 4 3 2 1 0
9
11 12
8 7 6
10
15 14 13
16 17 18 19 20
+
+
+
+
+ +
+
+
+ +
+ +
+ +
+
+
+
13
Mál
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
Byrja
Støddfrøðiligt innihald
n
Additión á tallinju
16
30
26
+10
+4
Egin hugskot