Rokning 1c - Lærarabók - page 50-51

51
50
Talpyramidur
Tilfar: Tómar talpyramidur
(Avritssíða 3.9b í
Avritsmappu 1–4
)
Næmingarnir rokna, hvørji tøl mangla í
pyramidunum. Tá ið pyramidan er full,
skal hvørt tal vera javnt við summin av
tølunum undir. Gev næmingunum fyrst
nakrar pyramidur, har tøl standa í niðasta
rað. Síðan kunnu næmingarnir gera
hvørjum øðrum slíkar uppgávur. Standa
øll tølini í niðasta raði , verður talan bara
um additiónsstykki. Eru tey givnu tølini
eisini longri uppi í pyramiduni, mugu
næmingarnir brúka subtraktión at finna
tølini, sum resta í, eins og í niðastu
uppgávu.
Spælararnir skiftast at ringla við
terninginum og skriva, hvat eyguni vísa.
Næstu ferð, tey eiga, ringla tey og leggja
talið, sum eyguni vísa, aftur at talinum á
pappírinum. Soleiðis verður hildið fram,
til ein spælari hevur fingið neyvt 20 stig.
Fer ein spælari upp um 20, má hann
næstu ferð draga tað talið frá, sum
eyguni á terninginum vísa. Um spælið er
tíðaravmarkað, hevur tann vunnið, sum
er næstur 20, tá ið tíðin er farin.
Sí annars virksemið til 1. kapittul, t.d.
At gita støddfrøðiliga
á síðu 3 og ymiskt
virksemi á síðu 27.
Annað virksemi
Telja
Venjið ymiskt teljivirksemi:
n
Teljið uppeftir úr 0 upp í 40.
n
Teljið niðureftir úr 20 niður í 0.
n
Teljið tvey í senn, bæði uppeftir og
niðureftir.
n
Nevn eitt tilvildarligt tal millum 0 og 20;
næmingarnir telja haðan uppeftir ella
niðureftir.
n
Nevn talið undan og talið aftan á eitt
tilvildarligt tal millum 0 og 40.
n
Teljið við tíggju í senn, uppeftir og
niðureftir.
Spæl:
20
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Ein terningur og eitt ark í part at
rokna á
Størri avbjóðing
Ger uppgávurnar á síðu 51 til størri
avbjóðingar við at lata næmingarnar
arbeiða við størri tølum. Í tí fyrstu
uppgávuni kunnu næmingarnir í staðin
telja tvey uppeftir og niðureftir frá t.d.
38, 67, 94 og 205. Í aðru uppgávu kunnu
tey heldur taka t.d. 29 og 60 sundur í
tvær mongdir. Bið næmingarnar finna
tíggju additiónsuppgávur, har svarið er
29, og síðan tíggju additiónsuppgávur,
har svarið er 60. Samsvarandi kunnu tey
gera subtraktiónsuppgávur, har svarið
t.d. er 13 og 28.
um, at næmingarnir duga at taka tøl
sundur, bæði at tey duga talvinirnar í
tal­økinum 2–10, og at tey duga at taka
tvey­sifrað tøl sundur í tíggjarar og
eitt­arar.
Tað gagnar nógvum næmingum at
arbeiða við tallinju og/ella perlubandi.
Tað mennir bæði talfatan og teljiførleika
um­framt at tað hjálpir teimum at rokna.
Í rokniuppgávunum kunnu tey t.d. fyrst
finna fyrra talið á tallinjuni og so leypa
fram­eftir ella aftureftir til svarið. Í
upp­gávu kunnu næmingarnir finna 8
perlur á perlubandinum og so býta tær í
tvær mongdir, har fimm eru í aðrari. Tað
ber sjálvandi eisini til at gera hetta við
brikkum ella tílíkum.
Hvat er at gera?
Síða 50 Roynd
Legg saman og tekna
striku
Legg saman talið á eygum á terning­unum
ella tølini á kortunum. Set síðan eina
striku til tað rætta plássið á tal­linjuni.
Tak sundur í tvær mongdir
Tak talið í tí bláa sirklinum
sundur í tvey. Annað talið stendur longu
í øðrum tí hvíta sirklinum.
Loys subtraktións­
uppgávurnar
Rokna
Rokna og skriva svarið.
Síða 51 Venjing1
Tvey minni, tvey størri
Skriva talið, sum er tvey minni,
vinstrumegin talið í uppgávuni. Skriva
talið, sum er tvey størri, høgrumegin.
Ger plussstykki
Finn talvinirnar til 9 og 10 og
skriva teir sum additiónsstykki á
krúnubløðini.
Einfaldari
Vís næmingunum, at teir kunnu loysa
nógvar av uppgávunum á síðu 50 við
støði í myndunum. Í uppgávu á síðu
50 kunnu næmingarnir telja myntirnar.
Nú stendur tað upprunaliga talið á
myntum sum fyrra talið í subtraktións­
stykkinum. Næmingarnir kunnu so loysa
uppgávurnar við at seta kross á teir
myntirnar, sum Bifla stjelur, og síðan
telja teir, sum eru eftir. Eftirsum einki
tíggjaraskifti er, er ikki neyðugt hjá
næm­ingunum at seta hol á tíggjaran. Tey
kunnu bara seta kross á rætta talið á
leysum myntum.
Tað hevur stóran týdning, at næm­ing­
ar­nir duga væl at telja, so tey kunnu
saktans arbeiða nógv við tí, sum stendur
undir
Annað virksemi.
Tað ræður eisini
Prøve
50
2 • Pluss og minus við tølunum upp í 20
Roynd
+
5 4 3 2 1 0
9
11 12
8 7 6
10
15 14 13
16 17 18 19 20
+
+
+
8
5
11
3
16
10
22_133_7
Anne
Tekna strikur frá roknistykkinum til rætt tal á tallinjuni.
Skriva tøl í sirklarnar.
Rokna og skriva svarini.
Rokna og skriva svarini.
Tekna strikur til tallinjuna.
Tak tølini sundur.
Hvussu nógv er eftir?
Rokna.
2 + 3 =
9 + 7 = 8 – 4 =
5 + 3 = 8 + 9 = 10 – 3 =
6 + 4 = 14 + 3 = 15 – 4 =
15 – 3 = 17 – 4 =
19 – 7 =
+
+
+
Prøve
51
i
Skriva tølini, sum eru tvey minni og tølini, sum eru tvey størri.
Skriva tølini, sum mangla, á krúnubløðini.
Øll roknistykkini skulu geva tað sama sum talið í miðjuni.
Skriva tøl, sum eru 2 minni og 2 størri.
Hvørji tøl mangla?
Venjing 1
5
0
10
15
20
8
9
18
13
16
5 + 4
= 9
7 +
6 +
+ 2
+ 1
3 +
= 10
6 +
3 +
+ 8
7 +
+ 9
+ 5
Egin hugskot
Støddfrøðiligt innihald
n
Additión og subtraktión við
tølum upp í 20
n
Teljiførleikar
n
At taka tøl sundur
I...,30-31,32-33,34-35,36-37,38-39,40-41,42-43,44-45,46-47,48-49 52-53,54-55,56-57,58-59,60-61,62-63,64-65,66-67,68-69,70-71,...150
Powered by FlippingBook