71
70
hvussu nógvum børnum er pláss fyri at
sita lið um lið á einum metri.
Sig næmingunum, at her verður ikki
talan um nakað neyvt tal av mátieindum.
Næmingarnir mugu runda tølini. Um
talið á músafetum er millum 4 og 5,
mugu næmingarnir avgera, um tað er
nærri 4 ella 5 og velja tað talið, sum er
nærri.
Sig næmingunum, at meturin er
týdningarmesta mátieindin. Meturin var
ásettur fyri um leið 200 árum síðan til
at vera frástøðan frá miðkringi til
norðpólin býtt við 10 milliónum.
Meturin er støðið undir nógvum øðrum
mátieindum. Ein litur er t.d. tann
mongdin, sum rúmast í einum ílati við
skapi sum terningur, har hvør síða er ein
tíggjundapart metur (1dm). Og eitt kg
er vektin á einum litri av vatni.
liga hugtakið miðja), ella velja ta
longdina, sum flestir næmingar hava
fingið (mestið).
Hvussu langur er ein
metur?
Næmingarnir kanna, hvussu langur ein
metur er við at vita, hvussu ofta ymsir
likamslutir ganga upp í ein metur. Tey
kunnu vera í bólkum við 3–4 í hvørjum.
Fyrst kanna tey, hvussu nógvir føtur
(„músafet“) fara til ein metur.
Næmingarnir kunnu ganga fram við
einum meturstokki, ella kanska hevur
lærarin sett tvey petti av litaðum
klistribandi á gólvi við einum metri
ímillum. Næmingarnir skriva talið á
fótum undir myndini av fótinum. Síðan
kanna tey, hvussu nógvar hendur og
hvussu nógvir undirarmar skulu til at
máta ein metur. At enda kanna tey,
Hvat er at gera?
Síða 70
Máta við sentiterningum
Máta lutirnar við sentiterningum.
Í niðasta raði skulu næmingarnir sjálvir
finna lutir, sum teir máta. Vinstrumegin
skriva ella tekna tey, hvør luturin er. Fyri
at gera tað lættari at telja sentitern
ingarnar, kunnu næmingarnir gera sær
stabbar úr t.d. 10 sentiterningum í sama
liti. Soleiðis kunnu tey telja tíggju í senn.
So við og við kunnu næmingarnir
máta við linjal. Tað hevur kortini
týdning, at tey fyrst arbeiða eitt sindur
við sentiterningum. Soleiðis síggja tey,
hvussu linjalin er uppbygd, so at siga sett
saman av mátieindum, sum eru 1 cm.
Stabbar úr sentiterningum eru frálíkir
sum eitt stig á leiðini frá at telja
einstakar mátieindir til at lesa av á
einum stiga.
Tá ið næmingarnir máta, hendir tað
seg við hvørt, at tey fáa ymisk úrslit. Tað
er í lagi. Tosa við støði í hesum um
óvissu í sambandi við at taka mál. Tað
ber ikki til at máta fullkomiliga neyvt.
Hvussu neyvt vit máta, veldst um,
hvussu neyva máting vit vilja hava, hvørji
amboð vit hava at máta við og hvussu
neyvt vit fara fram, meðan vit máta.
n
Hvussu langt er borðið hjá tær? (Eg fekk
67 sentiterningar.)
n
Fingu øll tað sama? (Nei, eg fekk 71.)
n
Nú so. Og tit hava sama slag borð. Hvat
er rætta svarið? Hvussu kunnu vit finna
fram til tað?
Bið næmingarnar máta eina ferð afturat.
Fáa tey tá sama svar? Um ikki, hvat er
so rætta svarið? Ein annar máti er at
biðja fleiri næmingar samanbera mátini
hjá sær. So kunnu tey annaðhvørt velja
tað mittasta virðið sum tað rætta (í
miðdeildini fara tey at læra um hagfrøði
4 • At máta longd
70
M
•
Næmingarnir skulu máta longd á lutum við sentiterningum. Tey velja sjálv, hvat tey máta í báðum teimum síðstu uppgávunum.
Næmingar arbeiða saman 5 og 5. Bólkarnir telja, hvussu nógvar hendur, føtur o.s.fr. teimum nýtist til ein metur.
áta við sentiterningum.
Hvussu nógv eru í einum metri?
Bjørnar Alseth
Ann-Christin Arnås
Henrik Kirkegaard
Mona Røsseland
39
26– 8=
Alseth
•
Arnås
•
Kirkegaard
•
Røsseland
MULTI_2a-grb-utg2_BM-NN.indd 1
13.01.11 21.02
Bjørnar Alseth
An-Christin Arnås
Henrik Kirkegard
ona Røseland
Alseth
•
Arnås
•
Kirkegaard
•
Røsseland
MULTI_2a-grb-utg2_BM-N.indd 1
13.01.1 21.02
jr r l
t
-
riti r
ri ir
r
l
lst
•
r
s
•
irk
r
•
ssl
MULTI_2a-grb-utg2_BM-NN.in 1
13.01. 21.02
ROKNING leggurdent á trýhøvuðsøki:
• At arbeiða praktiskt,granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi
• At laga læringina til hvønn einstakan næming
• Fakligt innihald og stigvísa framtøku
Tillagað læring
Kapitlarnir í grundbókini eru skipaðir soleiðis,atmiðað verður eftir at laga læringina til
næmingar á ólíkum fakligum stigum.Týdningarmesta keldan til tillaging er Lærarabókin.Til
hvørja síðu í grundbókunum eru uppskot um,hvussu undirvísingin kann verða gjørd einfaldari,
og hvussu hon kann verða gjørdmeiri avbjóðandi hjá teimum næmingum,sum hava tørv á tí.
Hetta ger tað lættari hjá læraranum at fremja næmingalagaða undirvísing við dygd og
hugdýping í huga.
Fakligur greidleiki og umhugsni
ROKNING veitir eina neyva lýsing avmálunum í námsætlanini á hvørjum stigi.Tey eru at finna
í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini stendur somuleiðis,hvørji fakligmál eru tey
mest viðkomandi í hvørjum kapitli.Harumframt erumálini neyvari lýst fyri hvørja síðu í
grundbókunum.Tí er lættari at draga fram júst hesimálini, tá ið arbeiðið verður fyrireikað,
útint og/ella eftirmett,og tá ið tað verður viðgjørt saman við næmingunum:
• Hvat er tað,vit nú fara at læra?Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan?
• Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum
uppgávunum?
Bygnaðurin íRokning
Høvuðspartarnir íROKNING eru:
• Grundbók a og b
• Lærarabók a og b
• Avritsmappa
• Hálvársroynd og heilársroynd
• Heimasíða:
Rokn
l
ng
❋
Rokn
l
ng
❋
Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokn
l
ng
❋
1.
ÚTGÁVA
1.ÚTGÁVA
Støddfrøði til
fólkaskúlan
GRUNDBÓK
2a
GRUNDBÓK
1 - 2 - 3 -
Veljið sjálv.
tey heldur sjálv finna snildar mátar at
taka mát.
Annað virksemi
Máta fet
Næmingarnir arbeiða saman í bólkum
við tveimum. Tey skulu máta, hvussu
long ymisk sløg av fetum eru. Næming
arnir kunnu leggja ein blýant har, sum
tey byrja. So ganga tey tvey fet og leggja
ein blýant har. Tey máta tvey fótafet við
at máta frástøðuna millum blýantarnar
við músafetum.
Næmingarnir seta úrslitini í talvu sum
hesa:
Slag
Tal á músafetum
Bakka
Vanlig fet
Krabbafet
Hermannafet
Risafet
Lakkifet
„Krabbafet“ er at ganga eftir liðini. Í tí
fyrra fetinum mugu beinini krossast.
„Hermannafet“ er at ganga við strektum
beinum. „Risafet“ er at gleiva so langt,
sum til ber. „Lakkifet“ er at lakka tvær
ferðir.
At gita støddfrøðiliga
Vís næmingunum ein lut við eini ávísari
longd. Tey skulu meta um, hvussu nógv
klips, blýantar, sentiterningar ella aðrar
mátieindir longdin er. Næmingarnir
skriva navn og uppskot hjá sær á ein
seðil, sum verður hongdur upp.
Samrøðan tekur støði í øllum seðlunum.
n
Er tað nakar, sum hevur gitt tað sama?
n
Hvør hevur gitt longst?
n
Hvør hevur gitt stytst?
n
Hvussu skulu vit heingja seðlarnar, um vit
skulu skipa teir í vaksandi raðfylgju?
Virksemið endar við, at øll í felag máta,
hvussu langur luturin var. So hvørt sum
næmingarnir gerast kunnugir við hetta
virksemið, ber til at biðja tey taka
onkran lut við til „At gita støddfrøðiliga
hesa vikuna“.
Einfaldari
Næmingar, sum hava torført við at loysa
hesar uppgávurnar, eiga at máta við at
leggja sentiterningar á rað og síðan telja
teir.
Næmingarnir kunnu eisini strika teir
longstu lutirnar á síðu 70 og heldur
máta okkurt í skúlastovuni, sum ikki er
so langt.
Størri avbjóðing
Lat næmingarnar fáa størri avbjóðingar
við at lata teir nýta sentiterningar at
máta størri lutir. Tað kann t.d. vera
breiddin á skúlastovuni. Tá er hent at
gera sær stabbar úr sentiterningum, t.d.
20 sentiterningar. Tey kunnu eisini gera
sær eitt band, sum er líka langt sum 50
sentiterningar og so máta við tí.
Sig tó ikki næmingunum frá hesum; lat
71
•
Máta slangurnar við sentiterningum. Skriva tølini í rútarnar og set kross við longstu slanguna.
Hvør er longst? Máta við sentiterningum.
Set kross við longstu slanguna.
Síða 71
Máta longdina á
slangunum
Máta longdina á slangunum við senti
terningum og skriva svarið í puntarnar.
At enda seta næmingarnir kross við ta
longstu slanguna.
Máta líka av tróninum út í endan á
halanum. Eftirsum slangurnar ikki eru
útrættar, serliga tær báðar niðastu, eru
tær ikki so lættar at máta. Lat næming
arnar sjálvar gera av, hvussu teir máta.
Tað ber til at leggja sentiterningar í ein
boga. Tað ber eisini til at leggja eitt band
fram við slanguni, seta eina klemmu við
endan og síðan máta longdina á
bandinum.
Eisini her kann vera, at næmingar fáa
ymisk svar. Tað er í lagi, og tað er eitt
gott støði undir orðaskifti um óneyv
leika í sambandi við at taka mát.
Støddfrøðiligt innihald
n
Fara undir fyrisettar
mátieindir
:
sentimetrar og metrar
n
Óvissa í sambandi við at taka
mát
Tilfar/amboð
n
Sentiterningar ella linjal
n
Talvulinjal
n
Klistriband