79
78
5 Tølini upp í 100
Í hesum kapitlinum arbeiða
næmingarnir við tølunum
upp í 100. Nú verður farið
undir at arbeiða við at bólka
tøl í tíggjarar. Hetta hava
næmingarnir áður fingist við
í sambandi við tøl upp í 20,
men skipanin sæst ikki aftur
í mátanum, vit siga tølini,
fyrr enn vit fara upp um 20:
x-ti-eitt, x-ti-tvey, x-ti-trý
o.s.fr. Í kapitlinum arbeiða
næmingarnir við at telja stórar
mongdir, har tíggjarabólkar
eru hentir.Tey halda fram við
liðugt bólkaðum tilfari, so sum
tíggjarastavum og pengum.
Næmingarnir skulu eisini
menna ta linjurøttu talfatanina
við at seta og lesa av tøl á
tallinjum.
Tað hevur týdning, at næmin-
garnir fáa venjing í at telja, bæði
uppeftir og niðureftir. Í hesum
kapitlinum verður dentur
lagdur á tølini upp í 40 við tí fyri
eyga at geva næmingunum
innlit í skipanina við at brúka
tíggjarar og eittarar til at telja
mongdir. Kortini ræður um
eisini at telja heilt upp í 100.
Her eiga næmingarnir serliga at
læra at telja tíggju og tíggju.
Støddfrøðiligt innihald
n
Um talskipanina, sum vit
brúka:At vit gera tíggjara
bólkar fyri at gera tað lættari
at telja lutir í einari mongd og
fyri at hava yvirlit yvir stór tøl
á lutum.
Tilfar/amboð
n
Møguliga sentiterningar ella
annað ítøkiligt tilfar
Hvat er at gera?
Síða 78
Samrøðumynd
Práta við næmingarnar um tað at
telja stórar mongdir. Tað ber væl til at
taka støði í einari ítøkiligari uppgávu, sí
Tøl upp í 100
5
78
79
Hvussu nógvir kubbar eru?
•
Tel, hvussu nógvir kubbar eru, og skriva talið. Tað kann vera hent at bólka kubbarnar, t.d. við at seta ring um teir,
5 og 5 ella 10 og 10.
Teljing undir yvirskriftini Annað
virksemi.
Sum felags uppgávu kann lærarin
leggja einar 40 brikkar á uppvørpu ella
samvirknu talvuna ella tekna einar 40
sirklar á talvuna. Síðan skulu næming
arnir telja, hvussu nógvir eru har.
Tað er ikki vist, at næmingarnir hugsa
um at bólka tilfarið í tíggjarar. Tað er í
lagi. So síggja næmingarnir, at tað er
torført at telja hesa mongdina, bæði at
halda skila á talramsuni og at vita,
hvørjir brikkar/sirklar eru taldir. Tað
kann vera, at onkur missir talið og má
byrja av nýggjum. Og tá ið tey eru liðug,
fara summi at ivast í, um tey mundu telja
rætt. Best er, um næmingarnir sjálvir
finna út av at bólka í tíggjarar, so bíða
eitt sindur við at gera tey var við tað.
Aftan á hesa byrjan kann lærarin fara
undir teljing, har tilfarið er bólkað. Vit
skilja tá ímillum tilfar, sum er
– als ikki bólkað, einstakir kubbar.
Tá
kunnu vit sjálv gera bólkar. Tað gera
vit t.d., tá ið vit brúka teljistrikur og
bólka tær í fimmarar.
– bólkað við sjónligum tíggjarum.
Her
verður lættari at telja, tí vit kunnu
telja tíggju í senn. Eitt dømi er
perlubandið.
– bólkað uttan sjónligar tíggjarar.
Tað eru
t.d. pengar. Vit síggja ikki tær tíggju
krónurnar, sum svara til ein tíggju
krónu; tað mugu vit vita.
Bið næmingarnar telja mongdir á
myndini:
n
Hvussu nógvar kubbar hava gentan og
drongurin til samans? Veit nakar, hvussu
vit skriva tað talið?
n
Hvussu nógvar perlur eru á perluband
inum? Hvussu skriva vit tað?
n
Hvussu nógvar pengar hevur gentan á
myndini?
n
Hvussu nógvar pengar hevur drongurin?
n
Hvussu nógvar pastaskrúvur heldur tú
eru í ílatinum á borðinum? Hvussu
skuldu vit gjørt at finna rætta svarið, um
vit høvdu ílatið her?
Síða 79
Tel kubbarnar
Tað er best at byrja við onkrum
praktiskum virksemi, áðrenn
næmingarnir loysa uppgávurnar á síðu
79. Hvør næmingur kann t.d. fáa eina
rúgvu av suppuhornum (makaronni) ella
tílíkum og verða biðin um at telja,
hvussu nógv eru. Sig ikki næmingunum,
at tað er snilt at bólka í tíggjarar, men
lat tey heldur gera sínar egnu royndir. Tá
ið hetta virksemið er liðugt, kunnu tey
arbeiða við síðu 79. Næmingarnir skulu
telja, hvussu nógvir kubbar eru av
hvørjum liti. Heldur ikki nú skal lærarin
siga teimum, at tey skulu bólka í
tíggjarar. Best er, at tey sjálv finna út av
tí. Um tey fara undir at telja og ikki seta
ring um tíggju og tíggju kubbar, verður
helst torført at telja teir grønu og teir
violettu kubbarnar. So ber til at biðja tey
finna mátar at telja, sum gera tað lættari
at halda skil á teljingini.
Einfaldari
Nýtið ítøkiligar lutir at telja. Stoyt
nógvar lutir á borðið og bið næmingar
nar finna fram til, hvussu nógvir teir eru
í tali. Tað kunnu vera sentiterningar ella
annað, har næmingarnir kunnu gera
tíggjarastavar og síðan telja seg fram til
talið á kubbum. Lærarin kann eisini seta
eina klemmu á perlubandið og biðja
næmingarnar finna út av, hvussu nógvar
perlur eru vinstrumegin klemmuna. Í
báðum førum ræður um at vísa á
gongdina frá at telja ein og ein lut til at
telja tíggju og tíggju í senn.
Næmingarnir eiga alla tíðina at venja
seg at telja, altso siga tølini hart. Tey
eiga at læra skipanina við: x-ti-eitt,
x-ti-tvey, x-ti-trý, x-ti-fýra o.s.fr. og duga
at brúka hendan mátan at telja bæði
uppeftir og niðureftir. Harumframt eiga
næmingarnir at læra seg raðfylgjuna á
tíggjarunum, í fyrsta umfari upp í 50:
tíggju, tjúgu, tríati, fjøruti, fimmti.
Størri avbjóðing
Gev næmingunum eina størri mongd at
telja, upp í 200 lutir. Lat næmingarnar
arbeiða saman tveir og tveir: Fáa tey
sama úrslit?
Bið næmingarnar gita talið, áðrenn
teir fara undir at telja. So verður meira
spennandi at telja fyri at vita, hvør rakti
næst úrslitinum.
Annað virksemi
Tilfar: Sentiterningar, suppuhorn
(makaronni) smásteinar ella annað tílíkt
Næmingarnir gita og skriva á eitt ark,
hvussu nógv suppuhorn tey halda, at tey
kunnu hava í lógvanum. Síðan kanna tey
tað við at taka úr einum ílati við
suppuhornum við aðrari hondini.
Bið næmingarnar bólka suppuhornini í
tíggjarar, tá ið tey skulu telja tey. Hava
næmingarnir pappbikør ella tílíkt, kunnu
tey koyra tíggju í hvørt bikar.
Teljing
Ger „teljistøðir“, har millum 15 og 80
lutir liggja á hvørjari støð. Bið næming
arnar telja, hvussu nógvir lutir eru á
hvørjari støð.
Egin hugskot