73
72
Egin hugskot
Annað virksemi
Stabbamynd av longdum
Tilfar: Sentiterningar, klips, blýantar,
pinnar, band ella annað at máta longdir
við.
Næmingarnir arbeiða saman í bólkum
við 2 ella 3 í hvørjum. Tey nýta eina
ófyrisetta mátieind at máta longdina á
ymsum lutum. Tað, sum tey máta við,
skal hava hóskandi longd í mun til tað,
sum skal verða mátað. Mátitalið skal ikki
vera størri enn 25. Máta tey lutir í
skúlastovuni, kann ein blýantur vera
hóskandi mátieind.
Einfaldari
Lat næmingarnar arbeiða saman tveir og
tveir, so teir kunnu hjálpa hvørjum
øðrum. Tað er eisini lættari at máta, um
tey hava tveir meturstokkar. So liggur
annar stillur, meðan tey flyta hin. Hetta
ger, at tey kunnu máta neyvari.
Um næmingarnir halda tað vera
torført at máta stórar frástøður, kunnu
tey máta frástøður, sum eru 2–10
metrar heldur enn upp í 50 m.
Størri avbjóðing
Lat næmingarnar finna 1 m á sær
sjálvum og so fara at leita eftir onkrum,
sum er neyvt 1 metur. Við at vita, hvar
ein metur er á sær sjálvum, kunnu
næmingarnir altíð meta, um eitthvørt er
styttri, longri ella um leið ein metur.
Hvat er at gera?
Síða 72
Finn lutir, sum eru styttri
ella longri enn 1 m
Næmingarnir hava hvør sín meturstokk
(ella ein stav ella eitt band, sum er 1 m
langur/langt) og leita eftir lutum, sum
eru longri ella styttri enn 1 m. Tey tekna
lutirnar ella skriva heiti á teimum í
rættan rút.
Ætlanin við hesum virkseminum er, at
næmingarnir verða kunnugir við meturin
sum mátieind. Vís næmingunum, at vit
skriva m sum stytting av metri. Tað at
nýta styttingar er galdandi fyri allar
mátieindir. Spyr næmingarnar, um teir
kenna aðrar mátieindir, og hvørjar
styttingarnar eru.
Síða 73
Samrøðumynd um longd
n
Tveir næmingar máta
fótbóltsvøllin. Hvørjum máta tey við?
(Meturstokki.)
n
Teir báðir næmingarnir, sum ganga á
gøtuni, brúka eisini eitt mátiamboð.
Hvørjum máta tey við? (Mátihjóli.) Hvat
halda tit, at tey máta?
n
Gentan hyggur í okkurt. Hvat man tað
vera? (Kort.)
n
Er nakað samband millum at lesa kort
og at máta?
n
Eingin brúkar klips ella blýantar at máta
við. Hví man tað vera?
Gita og máta longdir
Næmingarnir finna eitthvørt, sum
tey kunnu máta. Tað skulu vera stórar
longdir, helst millum 4 og 50 metrar.
Fyrst skulu tey gita, hvussu nógvar
metrar tey halda longdirnar vera. Síðan
máta tey longdirnar við meturstokki,
meturbandi ella mátihjóli.
4 • At máta longd
72
•
Finn lutir, sum eru longri ella styttri enn 1 m. Tekna ella skriva í rútarnar.
Veiðiferð eftir metrum.
Longri enn 1 m
Styttri enn 1 m
73
•
Samrøðumynd um at máta stórar lutir.
Næmingarnir skulu fyrst gita, hvussu langur skúlin og fótbóltsvøllurin eru og síðan
máta. Í seinastu uppgávuni skulu tey sjálv velja okkurt at máta.
Máta longdirnar.
Hvussu langur er
Eg giti
Eg máti
Veljið sjálv.
Ein møguleiki er, at næmingarnir máta
ymsar lutir í skúlanum ella uttanfyri og
seta úrslitini í eina talvu sum hesa:
Lutur
Longd
Ein annar møguleiki er at máta longdir í
einari kapping sum t.d. „støddfrøði-
ítróttakapping“, eins og greitt er frá á
síðu 67.
Tá ið tey hava mátað 4–7 lutir ella
longdir, kunnu tey gera eina stabba
mynd, sum vísir mátingarnar. Gev
næmingunum eitt A4-ark við puntum
ella stabbum, so tey kunnu lita talið á
lutum samsvarandi mátingunum.
Eitt dømi:
Senda pappírsflúgvarar.
1. kast
2. kast
3. kast
Navn:
Dømi um stabbamynd, sum vísir
longdina á lutum í skúlastovuni, sum
næmingar hava mátað:
Tá ið stabbamyndin er liðug, liggur væl
fyri at taka støði í henni í eini samrøðu
við næmingarnar um at máta.
n
Hvussu nógv longri er Roknibókin enn
blýanturin? (3)
n
Hvussu nógvar blýantar er Roknibókin
long? (2)
Git og leyp
Næmingarnir merkja av, hvussu langt tey
halda, at tey klára at leypa, við at leggja
ein pinn ella annað har. Tey leypa og
máta munin við linjal ella meturstokki.
Tann, sum hevur minsta munin, vinnur
kappingina.
Støddfrøðiligt innihald
n
Fyrisettar mátieindir: metur
n
Óvissa í sambandi við at máta
Tilfar/amboð
n
Meturstokkur
Alseth
•
Arnås
•
Kirkegaard
•
Røsseland
1.ÚTGÁVA
GRUNDBÓK
Støddfrøði til
fólkaskúlan
35+ 22=
Bjørnar Alseth
Ann-Christin Arnås
Henrik Kirkegaard
Mona Røsseland
ROKNING leggurdent á trýhøvuðsøki:
• At arbeiða praktiskt,granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi
• At laga læringina til hvønn einstakan næming
• Fakligt innihald og stigvísa framtøku
Tillagað læring
Kapitlarnir í grundbókini eru skipaðir soleiðis,atmiðað verður eftir at laga læringina til
næmingar á ólíkum fakligum stigum.Týdningarmesta keldan til tillaging er Lærarabókin.Til
hvørja síðu í grundbókunum eru uppskot um,hvussu undirvísingin kann verða gjørd einfaldari,
og hvussu hon kann verða gjørdmeiri avbjóðandi hjá teimum næmingum,sum hava tørv á tí.
Hetta ger tað lættari hjá læraranum at fremja næmingalagaða undirvísing við dygd og
hugdýping í huga.
Fakligur greidleiki og umhugsni
ROKNING veitir eina neyva lýsing avmálunum í námsætlanini á hvørjum stigi.Tey eru at finna
í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini stendur somuleiðis,hvørji fakligmál eru tey
mest viðkomandi í hvørjum kapitli.Harumframt erumálini neyvari lýst fyri hvørja síðu í
grundbókunum.Tí er lættari at draga fram júst hesimálini, tá ið arbeiðið verður fyrireikað,
útint og/ella eftirmett,og tá ið tað verður viðgjørt saman við næmingunum:
• Hvat er tað,vit nú fara at læra?Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan?
• Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum
uppgávunum?
Bygnaðurin íRokning
Høvuðspartarnir íROKNING 2 eru:
• Grundbók a og b
• Lærarabók a og b
• Avritsmappa
• Hálvársroynd og heilársroynd
• Heimasíða:
GRUNDBÓK
Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokn
l
ng
2b
2b
Rokn
l
ng
1.ÚTGÁVA
Rokn
l
ng