Rokning 1c - Lærarabók - page 76-77

77
76
Egin hugskot
Hvat er at gera?
Síða 76 Venjing 2
Styttri ella longri enn
10 cm
Næm­ingarnir tekna lutir, sum eru styttri
ella longri enn 10 cm í hvør sín rút. Tey
kunnu tekna 2–4 lutir í hvønn rút.
Hvat er 1, 2 og 3 metrar?
Næmingarnir nýta eitt metur­
band ella ein meturstokk og leita eftir
lutum, sum eru um leið 1 m, 2 m og 3
m langir. Tey skulu royna at finna tríggjar
lutir av hvørjari longd. Næm­ing­arnir
tekna lutirnar, sum tey finna, ella skriva
heitið á teimum í rætta rútin.
Síða 77 Vit arbeiða saman
Rokna
Greið næmingunum frá, hvussu
myndin skal fatast. Lýs tað við dømum:
Av Hólum til húsið høgru­megin eru 4
kilometrar. Tað merkir 4 túsund metrar.
Frá húsinum til politi­støðina eru 5 km.
Til samans eru 9 km av Hólum til
politistøðina. Av politi­støðini til skúlan
eru 3 km. Hendan vegin er so statt 12
km av Hólum til skúlan.
Út frá km-tølunum á myndini er
upp­gávan at finna ta stytstu leiðina av
Hólum í skúlan. Finn síðan ta stytstu
leiðina av brandstøðini til politi­støð­ina.
Einfaldari
Bið næmingarnar leita eftir tí longstu
leiðini av Hólum í skúlan og av brand­
støðini til politistøðina. Tað er ikki loyvt
at koyra sama strekki meira enn eina
ferð.
Næmingarnir kunnu gera síni egnu
kort og gera hvørjum øðrum upp­gávur
av hesum slagnum.
Roynd
76
4 • At máta longd
Venjing 2
Tekna ymsar lutir, sum eru styttri ella longri enn 10 sentiterningar, t.e. 10 cm. Klipp 1 m av einum bandi og nýt henda stubban
at máta ymiskt. Skriva ella tekna eina mynd av lutunum í rættan rút.
Tekna okkurt, sum er
Máta ymiskt. Brúka eitt band, sum er 1 metur langt.
24_029_7
Anne
Um leið 1 m:
Um leið 2 m:
Um leið 3 m:
• styttri enn 10 sentiterningar • longri enn 10 sentiterningar
Prøve
77
Venjing 2
ing
Vit arbeiða saman
Skúlabussurin koyrir stytstu leiðina av Hólum til skúlan.
Hvussu langt koyrir skúlabussurin?
Hvussu long er stytsta leið frá brandstøðini til løgreglustøðina?
Arbeiðið saman og prátið um møguligar loysnir við at samanbera strekkini.
Annað virksemi
Blindabukk
Ger tríggjar ymiskar leiðir, har næm­ing­
arnir skulu fylgja einum bandi við bindi
fyri eyguni. Lat tey gita, hvør leið er
tann longsta. Máta aftaná, um tey gittu
rætt.
Uttandura virksemi:
Gakk 5 metrar
Næmingarnir standa á einari striku, og
so rópar lærarin: Gakk 5 metrar fram.
Tey mugu sjálv meta um, nær tey halda,
at tey hava gingið 5 metrar, og steðga
har. Tosið um, hvør man vera komin
næst teimum 5 metrunum. So fara øll
aftur til byrjanarstrikuna. Lær­arin rópar
eina nýggja longd: – Gakk 10 metrar,
gakk 30 metrar o.s.fr.
Ikki er neyðugt at máta neyvu
frá­støð­una, tí tað týdningarmesta við
hesum virkseminum er orðaskiftið um,
hvussu long hon man vera. Men hava tit
eitt meturmál ella mátihjól, so ber eisini
til at máta longdirnar.
Spæl:
Blaka kort til veggin
Luttakarar: 2–3
Tilfar: Spælikort, sentiterningar
Næmingarnir standa 2 metrar frá einum
veggi. Tey blaka hvør sítt kort inn móti
vegginum. Tað ræður um at fáa kortið
so nær vegginum sum til ber.
Næmingarnir máta frástøðuna til veggin
við sentiterningum ella linjal og skriva
svarið á eitt ark. Tá ið tey eru liðug at
máta, kasta øll einaferð aftur­at. Vinnari
er tann, sum fær kortið hjá sær næst
vegginum, tá ið øll hava kastað fimm
ferðir. Næmingarnir mugu leggja allar
frástøðurnar hjá sær saman fyri at vita,
hvør er næst veggi­num í øllum umførum
til samans. Tann, sum hevur lægsta talið,
vinnur.
Støddfrøðiligt innihald
n
Máta longdir við
sentiterningum
n
Fyrisettar mátieindir: Metur,
sentimetur, kilometur
Tilfar/amboð
n
Sentiterningar ella linjal,
meturband ella meturstokkur
I...,56-57,58-59,60-61,62-63,64-65,66-67,68-69,70-71,72-73,74-75 78-79,80-81,82-83,84-85,86-87,88-89,90-91,92-93,94-95,96-97,...150
Powered by FlippingBook