Rokning 1c - Lærarabók - page 64-65

65
64
Egin hugskot
– Hósdagin keypti Bergur ein ferðaseðil
til bussin. Hann kostaði 12 krónur.
Hvat tal eri eg?
– Eg kann býtast sundur í tveir líka
stórar partar.
– Eg eri størri enn 5.
– Eg havi sifrið 4 á eittaraplássinum.
– Eg eri minni enn 20.
merkir, at næmingarnir mugu læra seg
tað uttanat, sum stendur á seðlinum,
ella teir kunnu skriva sær tað upp og
taka við „heim“ til bólkin. Næmingarnir
hava loyvi at fara yvir aftur í krókin at
hyggja at seðlinum so ofta, sum teir vilja.
Hvør næmingur greiðir nú hinum í
sínum bólki frá teirri upplýsing, sum
hann fekk. Til samans hevur bólkurin tá
fingið alt at vita, sum honum tørvar at
loysa uppgávuna.
Her eru tvey dømi um uppgávur við
fýra upplýsingum:
Hvussu nógvar pengar átti Bergur
fríggjadagin?
– Mánadagin átti Bergur 13 krónur.
– Týsdagin keypti Bergur ein ís fyri 6
krónur.
– Mikudagin fekk Bergur 10 krónur frá
ommu.
Størri avbjóðing og annað
virksemi
Fýra krókar
Næmingarnir arbeiða saman í bólkum
við fýra í hvørjum. Lærarin hevur
frammanundan lagt nakrar upplýsingar
fýra ymsa staðni í skúlastovuni, helst
soleiðis, at næmingarnir ikki detta fram
á teir, t.d. í teir fýra krókarnar í stovuni.
Upplýsingarnar standa skrivaðar á
seðlar, sum hanga á vegginum ella liggja
á einum borði. Hvør bólkur avtalar
innanhýsis, hvør av teimum fýra
luttakarunum skal „eiga“ hvønn krók,
altso ein í part.
Bólkarnir fáa hvør sítt ark við
uppgávum. Fyri at finna svarið, mugu
allir næmingar fara út í hvør sín krók at
leita eftir upplýsingum. Tað er ikki loyvt
at taka seðilin við upplýsingum við sær;
hann skal verða verandi í krókinum. Tað
Hvat er at gera?
Síða 64 Venjing 2
Ger stabbamynd
Næmingarnir telja fyrst, hvussu
nógv eitttøl eru, tveytøl, trítøl o.s.fr. og
gera stabbamynd av talinum á hvørjum
talstavi. So byrja tey av nýggjum og telja
hesaferð, hvussu nógvir talstavir eru av
hvørjum liti.
Næmingarnir kunnu gera hetta sum
teir vilja, annaðhvørt telja allar talstavir
av hvørjum slagnum ella hvørjum liti og
síðan gera stabban, sum hoyrir til, ella
tey kunnu lita ein punt í rætta stabban­
um fyri hvørt tal. Um næmingarnir seta
kross á tølini, so hvørt sum tey verða
tald, mugu tey seta ein lítlan kross, so
tey kunnu seta ein kross afturat (kanska
við øðrum liti) ella tekna ein sirkul á, tá
ið tølini verða skild eftir liti.
Síða 65 Vit arbeiða saman
At skilja upplýsingar
Næmingarnir lesa setningarnar og
samanbera upplýsingarnar fyri at loysa
uppgávuna. Tey kunnu seta teljistrikur í
rútarnar, so hvørt sum tey lesa
setningarnar, ella tey kunnu skriva teir
ymsu vikudagarnar í rætta rútin.
Einfaldari
Lat næmingarnar gera aðra av stabba­
myndunum á síðu 64. Tað kann vera
torført at telja sama tilfar tvær ferðir
við ymsum treytum.
Á síðu 65 ber til at lata næmingar,
sum duga at lesa, arbeiða saman við
næmingum, sum ikki duga at lesa. Tað
ber eisini til, at lærarin lesur
setningarnar, og so kunnu næmingarnir
samarbeiða um, hvar tey skulu seta
teljistrikurnar.
3 • Hagtøl
Øveside 1
Venjing 2
Tel, hvussu nógvir talstavir eru av hvørjum. Lita rætt tal á rútum í samsvarandi stabba og skriva úrslitið undir stabbanum.
Skipa síðan tølini eftir liti. Lita stabbarnar og skriva tølini.
64
Hvussu nógv?
10
5
10
5
10
5
10
5
10
5
10
5
10
5
10
5
10
5
Prøve
Vit arbeiða saman
65
Les og skriva teljistrikur í rútarnar.
Hvøjum vóru fleiri av, sólskinsdøgum ella regndøgum?
Hvussu nógvir fleiri?
Sólskinsdagar
Regndagar
Tað regnaði mánadag,
týsdag og mikudag.
Sólin skein
hósdagin.
Fríggjadagin
regnaði illa.
Leygardag og
sunnudag var lýtt
og einki regn.
Les tað, sum børnini siga. Skriva vikudagarnar í rættan rút. Svara spurningunum.
Støddfrøðiligt innihald
n
Skilja somu lutir eftir ymsum
treytum
n
Gera stabbamyndir eftir
ymsum treytum
n
Lesa og samanbera upplýsingar
I...,44-45,46-47,48-49,50-51,52-53,54-55,56-57,58-59,60-61,62-63 66-67,68-69,70-71,72-73,74-75,76-77,78-79,80-81,82-83,84-85,...150
Powered by FlippingBook