55
54
Egin hugskot
kunnu nýta teljistrikur at telja við. At
enda skriva tey alt talið við talstavum.
Skilja í tríggjar rúgvur
Næmingarnir arbeiða í bólkum. Bið tey
savna saman onkrar lutir, t.d. steinar.
Síðan skulu tey skilja teir í tríggjar
rúgvur: Eina rúgvu av smáum, eina rúgvu
av miðalstórum og eina rúgvu av stórum
steinum.
Aðrir lutir at skilja kunnu verða
pinnar, sum verða flokkaðir eftir longd,
bløð av trøum eftir stødd, træpetti eftir
tyngd o.s.fr. Tað ber eisini til at leggja
lutirnar á rað eftir longd/stødd/tyngd
heldur enn at skilja teir í tríggjar rúgvur.
Verður arbeitt innandura, ber eisini til at
skilja lutir eftir skapi, liti, stødd o.tíl.
Knappar
Knappar eru hóskandi tilfar at skilja.
Næmingarnir kunnu hava knappar við
frá húsum, og tað ber eisini til at fáa
avlopsknappar úr seymihandlum. Kanska
ber eisini til at fáa hylki at goyma
knapparnar í. Tað ger arbeiðið at skilja
teir hugaligari. Treytir at skilja knappar
eftir kunnu t.d. vera stødd, skap, litur
og tal á holum.
ella á skák oman á tær fýra loddrøttu
strikurnar.
Bókstavir
Teljistrikur
A
|||
D
|||| ||
Annað virksemi
At skilja ítøkiligt tilfar
Næmingarnir kunnu fara undir at savna
saman ymiskt tilfar at telja. Tað kunnu
vera lutir úr náttúruni eins og á myndini,
ella annað, sum kann verða skilt eftir
ávísum treytum: leiku, kubbar, bilar,
skrúvur, knappar o.s.fr. Tá ið tilfarið er
fingið til vega, skal tað verða skilt í
bólkar. Næmingarnir avgera sjálvir,
hvørjum treytum teir skilja eftir. Tey
perlubandið er býtt upp í fimmarar ella
tíggjarar.)
Einfaldari
Lat næmingarnar skilja og telja ítøkiligar
lutir heldur enn at telja á myndini, sí
undir
Annað virksemi.
Størri avbjóðing
Lat næmingarnar skilja og telja bólkar
við størri tali á lutum. Tey kunnu t.d.
telja, hvussu nógvir eru av ávísum
bókstavum í einum teksti. Ger eina lítla
talvu við tveimum teigum. Skriva
bókstavirnar, sum leitað verður eftir, í
annan teigin, so pláss er at seta
teljistrikur í hin. Bólka teljistrikurnar í
fimmarar við at seta eina striku vatnrætt
og fyri hvønn stein er sett ein strika. Fyri
at finna talið á steinum telja vit teljistrikur
nar og skriva talstavin í teigin høgrumegin.
Fyri at halda skil á, hvørjir lutir longu
eru taldir (ella merktir við teljistriku), er
hent at seta ein lítlan kross á lutin á
samrøðumyndini.
Um næmingarnir ikki longu bólka
teljistrikurnar, eiga tey nú at fáa tey ráð at
gera tað: Setið eina striku tvørturum fyri
fimtahvønn lut: Fyri fýra teir fyrstu lutirnar
seta tey eina loddrætta striku, og fyri tann
fimta lutin eina vatnrætta striku ella eina
striku á skák. Her eru sjey lutir taldir:
||||
||
Vísir lærarin næmingunum á hetta,
eigur at verða tosað um, hví tað er hent
at gera týðiligar fimmarabólkar. (Tað ger
tað einfaldari at telja, á sama hátt sum
gott høvi at tosa um, hvat meint verður
við, tá ið okkurt er „tungt“ ella „lítið“.
Dømi um spurningar, sum elva til
orðaskifti:
n
Hvussu nógvir tungir lutir liggja á
bønum?
n
Hvussu nógvar lættar lutir síggja tit á
myndini?
n
Hvat er tungt, og hvat er lætt?
n
Er nakað har, sum tit halda vera mitt
ímillum tungt og lætt?
Síða 55
Finn tal á lutum
Næmingarnir leita í samrøðu
myndini á síðu 54 eftir teimum ymsu
lutunum í talvuni. Fyri hvønn lut, sum tey
finna, seta tey eina teljistriku í tann
mittasta teigin, eins og gjørt er í ovasta
raði. Á samrøðumyndini eru tríggir steinar,
54
Hagtøl
3
55
Hvussu nógv?
3
•
Tel á myndini á bls. 54 og skriva teljistrikur. Skriva eisini talið við talstavum.
3 Hagtøl
Kapittulin snýr seg um at
skilja mongdir eftir ymiskum
treytum, so sum tali á
lutum, longd, vekt og skapi.
Næmingarnir telja, hvussu
nógvir lutir eru í teimum
ymsu bólkunum, millum annað
við at seta teljistrikur í eina
títtleikatalvu.
Harumframt skulu næmingar-
nir læra at vísa talið á lutum í
stabbamyndum og at lesa
einfaldar stabbamyndir.
Støddfrøðiligt innihald
n
Skilja eftir ymiskum treytum
n
Gera títtleikatalvu og telja upp
Tilfar/amboð
n
Møguliga ymiskt tilfar, sum
verður savnað til at skilja
Hvat er at gera?
Síða 54
Samrøðumynd um at skilja
Her skulu næmingarnir telja lutir
eftir ymiskum fortreytum. Talan kann
vera um yvirskipaðar flokkar: etandi ella
ikki etandi. Talan kann eisini vera um
serstakari flokkar: tal á súreplum ella tal
á reyðum súreplum.
Møguligir spurningar til næmingarnar:
n
Hvat, sum er etandi, síggja tit á myndini?
n
Hvussu nógv reyð súrepli síggja tit?
n
Hvussu nógvar perur síggja tit?
n
Hvussu nógv blomstur hava fýra
krúnubløð?
n
Hvussu vorðin eru tey blomstrini?
Næmingarnir kunnu eisini sjálvir finna
upp á treytir at skilja eftir. Tað kann t.d.
vera:
––
skap: rundir lutir ella flatir lutir
–– litur: reyðir lutir ella bláir lutir
–– stødd: stórar ella smáar perur
–– vekt: tungir ella lættir lutir
–– tal: blomstur við fýra, fimm ella seks
krúnubløðum
Legg til merkis, at tað er ikki altíð heilt
greitt, hvønn bólk teir einstøku lutirnir
hoyra til. Tað er í lagi, og tað er eitt