Rokning 1c - Lærarabók - page 40-41

41
40
Størri avbjóðing
Eisini her liggur væl fyri at gera tølini
størri. Á síðu 40 ber til at seta eitt siffur
framm­an fyri tað fyrra talið í hvørjari
upp­gávu. Í staðin fyri 8+4 kunnu
næm­ing­ar­nir rokna 38+4 o.s.fr. Á síðu
41 ber til at seta eitt siffur framman fyri
tað seinna talið, so at uppgávan verður
at leggja saman tvey tveysifrað tøl. Í
staðin fyri 13+4 kunnu næmingarnir
leggja saman 13+24.
Annað virksemi
Additiónsstafett
Hetta er ein onnur útgáva av virk­sem­
inum
Talstafett
á síðu 3. Hesaferð hevur
lær­ar­in teknað tvær tallinjur frá 0 til 20,
har tølini standa á. Í kort­rúgvuni til
hvørt lið eru additiónskort við add­it­
ións­stykkjum, har svarið er í tal­økinum
0–20. Har kunnu saktans vera fleiri kort
við sama svari. So leggja næm­ing­ar­nir
tey hvørt undir liðini á øðrum við tað
rætta talið á tallinjuni.
Savna stig
Tvey og tvey ella í størri bólkum skulu
næm­ing­arnir savna saman so nógvar
pinnar, steinar, bløð av trøum ella annað,
sum tey klára í ta tíð, sum er avtalað.
Hvør lutur, sum tey savna, hevur eitt
virði. Næmingarnir fáa virðið at vita
framman­undan.
Dømi:
Pinnur: 10
Steinur: 5
Blað: 1
Tá ið tíðin er farin, fer hvør bólkur at
telja stigini hjá sær saman. Bólkurin, sum
hevur flest stig, hevur vunnið.
Ein annar máti er at biðja næm­ing­ar­
nar savna lutir, so at tey fáa neyvt 20
stig. Harumframt skulu tey hava minst
ein av hvørjum luti. Fyrstu ferð er best
at hava sama stigatal sum oman­fyri, men
seinni ber til at broyta t.d. stigatalið hjá
steininum, so hann hevur 3 stig. Tað ber
eisini til at broyta stigatalið hjá hinum
lutunum. Tann bólkurin, sum fyrst fær
neyvt 20 stig, hevur vunnið.
Spæl:
Seta saman talstavir
og mongdir
Greitt er frá spælinum á síðu 24. Við
hesum spælinum gera næmingarnir sær
fleiri royndir í at taka tøl millum 10 og
20 sundur í tíggjarar og eittarar.
Einfaldari
Lat næmingarnar nýta ítøkiligar lutir at
loysa uppgávurnar. Allar upp­gávur­nar á
síðu 40 kunnu verða loystar við
perlu­bandi. Í arbeiðinum við tíggjara­
bólk­um og eittarum sum á síðu 41 er
líka frægt at brúka pengar ella base
10-til­far. Næmingarnir kunnu rokna
13+4 við at finna báðar upp­hæddir­nar
við pengum. Taka tey 13 ein­krónur, eiga
tey at verða biðin um at veksla tíggju
teirra til eina tíggjukrónu. So leggja tey
ein­krónur­nar saman og finna at enda alla
upp­hæddina.
Um næmingarnir nýta ítøkiligt tilfar at
rokna við, eiga tey aftaná at skriva
útrokningina á sama hátt sum í bókini.
Tá má lærarin tryggja sær, at
næmingarnir fata sambandið millum tað,
sum tey hava gjørt við ítøkiligum lutum
og so tað, sum tey skriva í bókina.
annar sjeyarin ger ein tíggjara saman við
teim­um trimum, sum verða lagdir
aftur­at (7+7+3). Kanska halda onkrir
næm­ing­ar hetta vera einfaldari? Best er
at kenna seg tryggan við teir mátarnar,
sum verða valdir. Men tað er eisini gott
at duga fleiri ymiskar mátar. So ber til at
laga seg eftir uppgávuni og velja tann
mátan, sum hóskar best til júst tey
tølini, sum skulu verða roknað.
Tak sundur í tíggjarar
og eittarar og rokna
Tak tað fyrra tveysifraða talið sundur í
tíggj­ara og eittarar, og skriva tað í
sirklar­nar undir talinum. Tað ræður um,
at næmingarnir fyrst gera hetta. Síðan
leggja tey saman.
n
Hvussu nógvar terningar hava Bifla og
Drekil til samans? (14 og 3.)
Summir mátar at rokna eru snildir, tí
teir gera tað einfaldari at rokna, og
minni verður at rokna út. Tá verður
ein­faldari at finna svarið. Har­um­framt
verð­ur oftari komið fram til rætt svar
við at brúka ein snildan máta. Men hvør
tann snild­asti mátin er, veldst um, hvørji
tølini eru, sum skulu roknast. Á síðu 40
var tað snilt at taka sundur soleiðis, at
vit fingu ein fullan tíggjara. Á síðu 41 er
annað talið størri enn tíggju, so har hava
vit longu ein tíggjara. So kunnu vit taka
tað talið sundur í tíggjara og eittarar. Í
staðin fyri at rokna 14+3 kunnu vit taka
14 sundur í 10+4, og so rokna 4+3,
áðrenn vit leggja tíggjaran afturat.
Tað ber eisini til at rokna eins og á
síðu 40 og taka 14 sundur í 7+7, so at
hættirnar, sum Bifla og Drekil vístu í
upp­gávu 1. Næmingarnir kunnu styðja
seg til perlubandið, meðan teir rokna í
høvd­inum. Tey skulu eisini skriva tøl á
tær tómu strikurnar.
Ger ein tíggjara og rokna
Næmingarnir rokna eins og í upp­
gávu 2, men hesaferð hava teir einki
perlu­band at styðja seg til. Næm­ingarnir
gera sjálvir av, um teir taka tað fyrra ella
tað seinna talið sundur fyri at gera ein
tíggjara.
Síða 41
Samrøðumynd
Sig næmingunum, at tað eru
nógvir mátar at rokna. Sig eisini, at nú
ætlar tú ikki bara at fáa rætta svarið,
men at fáa at vita, hvussu næmingarnir
rokna seg fram til svarið.
Hvat er at gera?
Síða 40
Samrøðumynd um
additión við tíggjaraskifti
Eins og á síðu 39 skulu næmingarnir
leggja tvey eittsifrað tøl saman við fyrst
at leggja aftur at tí fyrra talinum, so tað
verð­ur ein tíggjari. Her er tað víst við
einum perlubandi. Bifla vísir, hvussu hon
fyrst hevur talt átta perlur og síðan fimm
afturat. Fyri at vita, hvussu nógvar perl­ur
hon so hevur til samans, sær hon, at tær
8+2 reyðu perlurnar eru ein tíggj­ari. Har
eru tríggjar perlur afturat, so svarið
verður 13. Tær fimm, sum verða lagdar
afturat, eru tiknar sundur í 2+3, eins og í
teimum skrivligu upp­gávu­num.
Drekil hevur harafturímóti gjørt ein
tíggjara við at gera tveir fimmarabólkar.
Hann tekur tí 8 sundur. Tað er ein
fram­ferðar­háttur, sum tað eisini ber til at
vísa á tallinjuni. Í tí føri mugu vit lata
tølini í upp­gávuni skifta um pláss og
rokna 5+8 í staðin. Tað hevur týdning, at
næm­ing­ar­nir vita, at tað ber til at broyta
rað­fylgjuna, at 5+8 gevur sama svar sum
8+5. Viðhvørt verður roknistykkið
ein­faldari av at broyta raðfylgjuna.
GG! Eisini her snýr tað seg um at læra
ein fram­ferðar­hátt í høvuðrokning. Tað
merkir í fyrra lagi, at næmingarnir ikki
bara skulu finna svarið á uppgávunum.
Kanska duga tey líka skjótt at telja seg
fram til rætta svarið, men her ræður um,
at tey gera – og skriva – eina millum­
rokn­ing. Í øðrum lagi er tað ikki
mein­ing­in, at næmingarnir skulu læra
hetta sum ein skrivligan máta at rokna
additións­upp­gávur seinni. Hetta er ein
fram­ferðar­háttur, sum setur stór krøv til
næm­ing­ar­nar við tað, at hann er í fleiri
stigum. Tí hava vit her eina eyka reglu at
styðja okkum til, so at næmingarnir
kunnu loysa upp­gávuna stig fyri stig.
Fyrsta stig er at finna tíggjaravinin hjá
øðrum talinum og so taka hitt talið
sundur út frá tí.
Ger ein tíggjara og rokna
Í hesum uppgávunum læra
næm­ing­ar­nir seg teir fram­ferðar­
40
2 • Pluss og minus við tølunum upp í 20
Samrøðumynd um samanlegging við tíggjaraskifti.
Tak sundur annað talið í roknistykkinum, soleiðis at tú fært ein tíggjara,
og legg saman. Tak sundur annað talið í roknistykkinum, soleiðis at tú fært ein tíggjara, og legg saman.
8 + 4 =
8 + + =
10 +
=
5 + 7 =
+ + =
10 +
=
Ger ein tíggjara og legg saman.
8 + 6 =
+ + =
+
=
5 + 6 =
+ + =
+
=
7 + 8 =
+ + =
+
=
9 + 7 =
+ + =
+
=
Ger ein tíggjara og legg saman.
8 + 5 =
8 + 5 =
8 + 2 + 3 =
3 + 5 + 5 =
10 + 3 = 13
3 + 10 = 13
Eg geri
ein tíggjara við
5 og 5.
Eg geri
ein tíggjara við
8 og 2.
41
Samrøðumynd um samanlegging av tveysifraðum og eittsifraðum tølum við ongum tíggjaraskifti.
Tak sundur tveysifraðu tølini
í ein tíggjara og restina í eittarar. Rokna og skriva svarini.
Hvussu nógvar terningar hava tey til samans?
14 + 3 = 17
10 4
Tak sundur í tíggjarar og eittarar og rokna.
13 + 4 =
12 + 6 =
15 + 4 =
16 + 2 =
11 + 7 =
14 + 3 =
12 + 5 =
13 + 7 =
10 3
Eg taki
14
sundur í
10
og
4
.
So leggi eg saman:
4 + 3 = 7
10 + 7 = 17
Støddfrøðiligt innihald
n
Leggja eittsifrað tøl saman,
við tíggjaraskifti
n
Taka sundur í tíggjarar og
eittarar og brúka tað í
additión
I...,20-21,22-23,24-25,26-27,28-29,30-31,32-33,34-35,36-37,38-39 42-43,44-45,46-47,48-49,50-51,52-53,54-55,56-57,58-59,60-61,...150
Powered by FlippingBook