Rokning 1c - Lærarabók - page 22-23

23
22
Spæl:
Kríggj
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Eini spælikort til hvønn bólkin
Blanda kortini og gev næmingunum líka
nógv kort í part. Tey leggja kortini í eina
rúgvu við tølunum niður. Næm­ing­arnir
venda einum korti hvør. Tann, sum
hevur hægsta kortið, vinnur øll korini og
leggur tey niðast í sína rúgvu. Fáa tveir
næmingar sama tal, verður „kríggj“. Tá
venda allir næm­ing­ar­nir trimum kortum
hvør og hyggja at tí triðja. Tann, sum tá
hevur tað hægsta kortið, vinnur øll
kortini. Verða kortini uppi hjá einum
lut­tak­ara, fer hann úr. Vinnari er tann,
sum at enda hevur øll kortini, ella sum
hevur flest kort, tá ið tíðin er farin.
Ein annar máti er at spæla við
tal­kortum ella bara við kortunum frá 1
til 10, so at næmingarnir taka tvey kort í
senn og leggja tølini saman. Tann, sum
fær hægsta summin, fær øll kortini.
Spæl:
Tøl á rað
Tilfar: Talkort frá 0 til 20, sí Avritssíðu 4
og 5 aftast í hesari bókini.
Næmingarnir spæla saman tveir og tveir,
ella tveir eru saman í bólki móti einum
øðrum bólki við tveimum næmingum.
So kunnu tey, sum eru saman í bólki,
tosa um, hvussu tey skulu gera og hjálpa
hvørjum øðrum. Hvør spælari ger eina
talvu við fimm puntum, so pláss er fyri
fimm kortum:
Tey blanda kortini og leggja tey í eina
rúgvu mitt á borðinum við tølunum
niður. Næmingarnir skiftast at taka eitt
kort í senn. Hvørt kort verður lagt í eitt
tómt pláss í talvuni. Gev gætur! Kortini
skulu liggja soleiðis, at tað lægsta talið
liggur uttast vinstru­megin, og síðan hini í
raðfylgju eftir stødd. Ber tað ikki til,
verður kortið lagt til viks. Hevur ein
næmingur t.d. hesa talvuna:
3 6 15
og fær 4, so fær hann ikki lagt tað
nakra­staðni. Tí má kortið verða lagt til
viks, og næmingurin má bíða til næsta
umfar at leggja kort niður.
Vinnari er tann, sum fyrst hevur fingið
kort í øll fimm rúmini, ella tann, sum
hevur flest kort liggjandi, tá ið eingi kort
eru eftir í rúgvuni.
kunnu tey gera síni egnu stødd­frøðis­
tólmenni, og so kunnu tey skifta um
uppgávur.
Annað virksemi
Heingja tøl upp
Skriva tølini frá 1 til 10 á smá ørk.
Blanda tey væl. Ger ein snór og bið
næm­ing­ar­nar heingja tølini upp í rættari
raðfylgju.
ringla við trimum ella fýra terningum í
senn, so tey fáa størri tøl at bera saman.
Ein møguleiki er eisini, at tey taka tvey
kort í part úr einari kort­rúgvu við
tølunum 1 (ess) til 10.
Ger ymisk talrøð, sum næmingarnir
skulu halda fram við. Tað kann t.d. vera
talrøð, har tey leypa aftureftir ella
frameftir í lopum við 10 ella 5 í senn:
n
44–54–64– …
n
3–8–13–18– …
n
47–42–37– …
n
156–146–136– …
Tólmenni
Næm­ingar, sum duga at rokna við tølum
upp í 100, kunnu royna seg við Avrits­síðu
75 í
Avritsmappu 1–4
. Har skulu
næmingarnir vita, hvat tólmennið ger við
tølini, sum verða koyrd í tað. Tá ið tey
hava loyst uppgávurnar á av­rits­síðuni,
gera, áðrenn farið verður undir hesa
uppgávuna í bókini.
Tøl á rað
Skriva tølini, sum mangla
í tal­raðnum.
Einfaldari
Tað verður lættari at samanbera tøl og
finna tað størsta ella tað minsta og at
raðskipa tøl, um næmingarnir fyrst seta
tølini á eina tallinju ella á perlu­band.
Hava næmingar framvegis tor­ført við at
raðskipa tølini, kunnu tey byggja stabbar
av kubbum og bera saman hæddina.
Størri avbjóðing
Spælið á síðu 22:
Ein annar máti er, at næmingarnir
Tilfar: Hvør bólkur skal hava tveir
tern­ingar og pappír at skriva stigini á.
Næm­ingarnir skiftast at ringla við
tveim­um terningum og leggja eyguni,
sum terningarnir vísa, saman. Tann, sum
fær hægsta summin, fær 1 stig. Fáa tveir
næmingar sama summin, fær eingin stig.
Tann, sum fyrst fær 5 stig, hevur vunnið.
At tryggja sær, at allir næmingar hava
fingið fatur á reglunum, ber til at spæla
eitt umfar í øllum flokkinum í felag.
Síða 23
Tøl á rað
Næmingarnir skriva tey átta tølini
á rað, so tað minsta talið stendur uttast
vinstrumegin, og tølini vaksa til høgru.
Virksemið
Heingja tøl upp
er hóskandi at
Hvat er at gera?
Síða 22
Samrøðumynd
Bið næmingarnar svara spurn­ing­
unum, sum Bifla og Drekil seta. Tað er
ikki neyðugt at telja kubbar­nar fyri at
vita, hvør hevur fleiri. Vit síggja
beinanvegin, at øll hava hvør sín
tíggjarastabba, so tað er nóg mikið at
bera saman eittararnar. Í staðin fyri at
telja kunnu vit hyggja, hvussu høgir
stabbarnir eru, og síggja, at Eirikur
hevur flestar kubbar. Spyr eisini meiri
um tal á kubbum:
n
Hvussu nógvar kubbar hevur Maria (13.)
n
Var nakar, sum sá tað uttan at telja allar?
(Ja, hon hevur tíggju pluss tríggj­ar
kubbar.)
n
Hvussu nógvar kubbar hevur Lisa fleiri
enn Maria? (Tveir, hon hevur 15, og
Maria hevur 13, og fimm er tvey fleiri
enn trý.)
Vita, um næmingarnir duga at nýta
orðið „færri“. Tað verður kanska ikki so
nógv brúkt, so tað ræður um at brúka
tað nógv í sambandi við hesar síður­nar. Í
gerandistalu verður ofta sagt „minni“,
eisini tá ið merkingin er „færri“. Tað
rætta er, at fleiri/færri hevur við tal á
lutum at gera, og størri/minni hevur við
stødd at gera. Í sam­bandi við at telja
lutir ræður um at læra næmingarnar at
brúka orðini fleiri/færri.
Finn størra talið
Næmingarnir skulu seta ring um
størra talið. Í teimum førum, har bæði
tølini hava sifrið 1 á tíggjara­pláss­inum, er
vert at gera vart við, at tað er talið á
eittarum, sum avger, hvat tal er størri.
Finn minna talið
Næmingarnir seta ring um minna
talið.
Spæl:
Fyrst at fáa fimm
Luttakarar: 2–4
Hvør hevur flestar
kubbar?
Hvussu nógvar
hevur Maria færri
enn Eirikur?
Eirikur
Lisa
1•Tølini 0–20
22
Samrøðumynd um flest, fleri enn, fæst, færri enn.
Set ring um størra talið.
Set ring um minna talið.
Við spælinum venja næmingarnir at raða tølini.
Set ring um størra talið.
Set ring um minna talið.
Spæl: Fyrst at fáa 5 stig.
Spælireglur
Ringla við tveimum terningum hvør.
Tel eyguni saman. Tann, sum fær
størsta summin, fær 1 stig. Tann, sum
er fyrstur at fáa 5 stig, hevur vunnið.
13 18
15 20
14 16
17 9
18 12
19 17
11 13
20 12
16 7
18 17
8 18
15 13
Maria
23
Skriva tølini, so tey vaksa, á bláu strikuna.
Skriva talrøðini liðug.
Skipa tølini í raðfylgju. Byrja við minsta talinum.
Skriva tølini, sum mangla.
8
9
12
15
14
19
20
18
15
14
5
18
12
20
13
16
15
2
11
20
18
10
9
7
11
3
Støddfrøðiligt innihald
n
Raðskipa og bera saman tøl
Tilfar/amboð
n
Terningar
n
Møguliga kubbar, tallinja og
perluband
I...,2-3,4-5,6-7,8-9,10-11,12-13,14-15,16-17,18-19,20-21 24-25,26-27,28-29,30-31,32-33,34-35,36-37,38-39,40-41,42-43,...150
Powered by FlippingBook