Rokning 1c - Lærarabók - page 32-33

33
32
Legg tveir smáar steinar, knappar ella
brikkar í eggjabakkan, lat hann aftur og
ringla. Ger plussstykki við teimum
báðum tølunum, sum steinarnir hava
lagt seg í, tá ið eggjabakkin verður latin
upp. Næmingarnir skriva roknistykkini í
kladduheftini.
Her verður roknistykkið: 1+5=6
Næmingarnir skulu skriva tøl millum 2
og 12. Tey skiftast at ringla við tveimum
terningum. Er summurin av báðum
terningum á plátuni, seta tey kross á
talið. Bara ein kross hvørt umfar. Tann,
sum fyrst fær fulla plátu, hevur vunnið.
Spæl:
Talkapping
Tilfar: Spælið Talkapping. (Avritssíða 43
í
Avritsmappu 1–4
)
Gerið roknistykki við
eggjabakka
Lat næmingarnar gera síni egnu
roknistykki. Skriva eitt tal í hvørja kullu í
eggjabakkanum. Taløkið kann verða
lagað til hvønn einstakan næming.
Summir næmingar kunnu saktans
arbeiða við tølum upp í 20 ella meiri,
men hjá teimum flestu er nóg mikið við
tølunum upp í 5 ella 10.
tal á eygum. At enda leggja tey saman.
Vinnari er tann, sum fær størsta
summin. Tað ber eisini til at ringla fimm
ferðir við einum terningi. Tey, sum vilja,
kunnu skriva roknistykki við talstavum
heldur enn at tekna terningarnar.
Enn størri avbjóðing verður tað, um
næmingarnir ringla við tveimum
terningum, finna summin av teimum og
skriva talið niður. Hetta verður endurtikið
4–5 ferðir. At enda skulu næmingarnir
finna summin av øllum teimum úrslitum,
teir hava fingið.
Annað virksemi
Spæl:
Bingo
Luttakarar: Minst 2
Tilfar: Tveir terningar og ein bingopláta
(Avritssíða 32, Bingopláta,
í
Avritsmappu 1–4
) til hvønn spælara.
á øllum fýra terningum. Tann fyrsta
uppgávan sær tá soleiðis út:
Umframt at geva næmingunum eitt
sindur størri avbjóðing, síggja tey eisini,
at tað er hent at duga uttanat at
tvífalda, eins og arbeitt varð við í 1.
kapitli.
Spæl:
Terningaspæl
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Ein terningur og pappír at skriva
á.
Sí spælireglur á síðu 11, uppgávu .
Her skulu næmingarnir ringla fýra ferðir
við einum terningi og hvørja ferð tekna
Ivast næmingarnir í at telja, hevur tað
stóran týdning at arbeiða við
teljiførleikanum, um næmingarnir ivast í
tí. At telja vil siga at:
n
duga talorðini í rættari raðfylgju frá 0 til
20 og frá 20 til 0. Næmingarnir eiga
eisini at vita, hvat tal kemur undan og
aftan á eitt og hvørt tal upp í 20.
n
samskipa teljingina, so at eitt talorð
verður sagt, hvørja ferð eitt eyga á
terningunum verður talt.
n
vita, at tað er tað seinasta talorðið í
teljirøðini, sum umboðar talið á lutum.
Størri avbjóðing
Sig við næmingarnar, at á síðu 32 skulu
vera dupult so nógvir terningar:
Næmingarnir skulu tekna ein sama slag
terning aftur at hvørjum terningi. So
skulu tey finna talið á eygum til samans
Hvat er at gera?
Síða 32
Additión við samanseting
Næmingarnir telja eyguni á
terningunum og leggja saman.
Nýt høvi at tosa við næmingarnar um,
hvussu teir finna svarið. Hvussu rokna
teir ymisku næmingarnir?
Summi telja øll eyguni og finna svarið
tann vegin.
Summi telja kanska frá øðrum talinum
og so uppeftir: fimm … seks, sjey, átta.
Summi brúka kanska tallinjuna, finna
fimm og leypa trý fram.
Summi eru farin at læra uttanat og
vita bara svarið.
Tosið eisini um, hvørjir mátar eru
góðir at brúka, tá ið vit skulu leggja fleiri
tøl saman, eins og í báðum teimum
niðastu uppgávunum. Her er hent at
brúka mátan at tvífalda.
Í uppgávuni niðast høgrumegin skulu
næmingarnir sjálvir tekna eygu á teir
báðar terningarnar og so finna talið á
eygum til samans.
Síða 33
Spæl:
Fyrst til ísin
Luttakarar: 2
Tilfar: Tveir terningar
Annaðhvørt kunnu tveir næmingar
spæla hvør móti øðrum í einari bók, ella
fleiri kunnu spæla hvør móti øðrum í
hvør sínari bók. Í øllum førum er tað
góð venjing í mongdum, um
næmingarnir spæla tvey umfør og brúka
báðar pláturnar.
Næmingarnir skiftast at ringla við
tveimum terningum. Tey leggja eyguni á
báðum terningum saman, og um
summ­urin er á plátuni, skulu tey lita
tann rútin. Hóast talið stendur fleiri
staðni á plátuni, sleppa tey bara at lita
ein rút í hvørjum umfari.
Tann, sum fyrst klárar at gera eina
samanhangandi leið frá inngongdini og til
ísin, hevur vunnið.
Einfaldari
Vit kunnu byrja við at biðja næmingarnar
brúka tallinjuna ovast á síðu 32. Er tað
ov torført, kunnu tey telja eyguni á
tern­ing­unum, eitt og eitt.
32
2 • Pluss og minus við tølunum upp í 20
Hvussu nógv eygu eru til samans?
Eg fekk
4
og 5.
Tað verður 9
til samans.
5 4 3 2 1 0
9
11 12
8 7 6
10
15 14 13
16 17 18 19 20
+
=
+
=
+
=
+
=
+
=
+
=
+
+
=
+ =
+
+
+
=
Veljið sjálv.
Tel eyguni á terningunum, skriva tølini og rokna.
33
Spæl: Fyrst til ísin!
Navn:
Navn:
So liti eg ein
rút við
4
.
Vit fingu
4
.
3 6 10 5 7 8
9 2 4 12 10 11
7 4 5 7 6 3 6
9 4 7 5 3 6
9 3 6 8 12 9
8 5 10 11 7 5 6
Spælireglur
Ringla við tveimum
terningum. Er summurin av
eygunum á terningunum at
finna á plátuni, verður tann
rúturin litaður. Hóast talið
kemur fyri fleiri ferðir, skal
bara ein rútur verða litaður
hvørja ferð. Tann, sum fyrst
fær ein samanhangandi
veg frá byrjan til ísin, hevur
vunnið.
Við spælinum venja næmingarnir at leggja tøl saman. Tilfar: Litblýantar og tveir terningar.
Egin hugskot
Støddfrøðiligt innihald
n
Additión
I...,12-13,14-15,16-17,18-19,20-21,22-23,24-25,26-27,28-29,30-31 34-35,36-37,38-39,40-41,42-43,44-45,46-47,48-49,50-51,52-53,...150
Powered by FlippingBook