19
18
Egin hugskot
Annað virksemi
Tallinja í skúlagarðinum
Skriva tølini frá 1 til 20 á eina linju í
skúlagarðinum. Lærarin sigur eitt tal, og
næmingarnir skulu stilla føturnar á hvør
sítt grannatal, t.e. talið, sum stendur
frammanundan, og talið sum kemur
aftaná. Lat tey siga, hvørji grannatølini
eru.
Síðan kunnu tey hoppa á tallinjuni,
meðan tey siga tølini. Hoppa á annað
hvørt tal, triðjahvørt tal o.s.fr. og sig
hvørja ferð talið, sum lent verður á.
Spæl:
Git tal mítt
Sí Ískoyti 2 aftast í hesari bókini.
Spæl:
Grannatøl
Luttakarar: 3
Tilfar: Tallinja frá 0 til 20, talkort frá 0 til
20 (Avritssíða 4 aftast í hesari bókini).
Tveir næmingar kappast hvør móti
øðrum, og tann triði er dómari.
Dómarin ger av, um tey skulu siga talið
frammanundan ella talið aftaná. Summir
næmingar kunnu heldur siga talið, sum
er tvey frammanundan ella tvey aftaná.
Kanska hevur dómarin brúk fyri einari
tallinju frá 0 til 20, so hann kann hyggja
har, um hann ivast í onkrum. Teir báðir
næmingarnir, sum kappast, sita lið um
lið. Dómarin kann sita hinumegin
borðið. Rúgvan við kortum liggur
millum tey, sum kappast. Dómarin sigur:
„Talið aftaná“ og vendir tí ovasta
kortinum í rúgvuni. Tann, sum er fyrstur
at svara rætt, fær kortið. Soleiðis verður
hildið fram, til øll kortini eru uppi. Tann,
sum tá hevur fleiri kort, hevur vunnið
og skal vera dómari næstu ferð.
n
27, 25, 23, …
n
20, 18, 16, …
n
5, 10, 15, …
n
36, 34, 32, …
Á Avritssíðu 44,
Talrøð 1
, í
Avritsmappu
1–4
, eru aðrar uppgávur, har næming
arnir skulu leypa fleiri tøl í senn
frameftir ella aftureftir.
Tólmenni
Næmingar, sum duga at rokna við tølum
upp í 100, kunnu royna seg við Avrits
síðu 75 í
Avritsmappu 1–4
. Har skulu
næmingarnir vita, hvat tólmennið ger
við tølini, sum verða koyrd inn í tað. Tá
ið tey hava loyst uppgávurnar á avrits
síðuni, kunnu tey gera síni egnu
støddfrøðistólmenni, og so kunnu tey
skifta um uppgávur.
Størri avbjóðing
Finn talið, sum er fimm
størri og fimm minni
Næmingarnir kunnu arbeiða á síðu 19,
men skulu nú í staðin finna talið, sum er
fimm størri ella fimm minni enn talið í
miðjuni. Hesi tølini kunnu tey skriva
undir málibandinum.
Talrøð
Lat næmingarnar halda fram við hesum
talrøðum:
n
1, 3, 5, …
n
23, 22, 21, …
kunnu eisini fyrst loysa egnar uppgávur.
Tey kunnu telja og so seta klemmuna:
n
Kanst tú telja átta perlur og seta
klemmuna har?
Síðan kann lærarin seta klemmuna, so at
næmingarnir loysa uppgávur eins og tær
á síðu 18.
n
Lærarin setur klemmuna aftan á 12.
Hvussu nógvar perlur eru nú taldar?
Á Avritssíðu 51 í
Avritsmappu 1–4
eru
uppgávur, har næmingarnir skulu telja
perlur, men við smærri tølum.
At loysa uppgávurnar á síðu 19 og finna
talið undan og talið aftaná tørvar
summum næmingum eina tallinju at
hyggja at.
Síða 19
Skriva grannatølini
Skriva tølini, sum eru eitt minni
og eitt størri enn hvørt av tølunum í
miðjuni. Lærarin kann gera nakrar
uppgávur afturat við at brúka talkort
ella skriva tøl á talvuna. Vís næming
unum eitt talkort og spyr, hvat tal er
undan hesum, og hvat kemur aftaná.
Um flokkurin er farin undir at arbeiða
við dagsins tali (sí virksemið á síðu 5 og
8), liggur væl fyri at vísa hugtakið
Grannatøl við egnari plakat, um tit ikki
longu hava gjørt tað.
Einfaldari
Lat næmingarnar brúka eitt perluband
eins og tað, sum er á síðu 18. So kunnu
tey telja ítøkiligar perlur. Næmingarnir
1•Tølini 0–20
18
•
Tel perlurnar vinstrumegin klemmuna og skriva talið á seðlarnar.
Tekna strikur til rætta staðið á perlubandinum.
Skriva tøl á seðlarnar.
Tekna strikur til perlubandið.
7
12
5
18
16
20
13
9
19
Skriva grannatølini.
8
17
10
19
12
5
9
15
18
16
1
2
3
4
•
Skriva tølini, sum eru eitt minni, og tølini, sum eru eitt størri.
16
18
4
14
15
9
11
8
17
18
20
6
16
17
11
13
10
19
Hvat er at gera?
Síða 18
Finn talið á perlum
Næmingarnir skulu vita, hvussu
nógvar perlur eru vinstrumegin
klemmurnar. Tað er í lagið, um tey telja
frá uttastu perlu vinstrumegin, men tey
eiga at verða hildin til at finna skjótari
mátar, sum byggja á vitan. Hon byggir á,
at perlurnar eru bólkaðar fimm og
fimm, og at tveir fimmarar eru ein
tíggjari. Vita, um tey sjálv finna fram til
hetta, t.d. í fyrstu uppgávuni, har spurt
verður eftir fimmarum:
n
Hvussu nógvar perlur eru vinstrumegin
aðru klemmu í fyrstu uppgávu? (10)
n
Ber til at síggja tað uttan at telja allar
perlurnar? (Ja, tí har eru altíð fyrst fimm
reyðar og so fimm hvítar, tíggju til
samans.)
Tá ið tikið verður samanum, eigur at
verða víst á aðrar mátar enn at telja
hvørja perlu. Mátar, har tað sæst, at
perluband og tallinja hóska væl sum
mynd av sambandinum millum tølini.
n
Hvat er svarið í fyrstu uppgávu í øðrum
raði? (6)
n
Hvussu sást tú tað? (Tað er eitt meiri
enn fimm.)
n
Hvussu nógvar perlur eru í øllum
perlubandinum? (Har eru tjúgu hvørja
ferð.)
n
Hvat er svarið í seinastu uppgávu í
øðrum raði? (19, tað er eitt minni enn
20.)
Gev næmingunum nakrar uppgávur
afturat, har raðtølini verða brúkt:
n
Nem við ta sekstandu perluna.
n
Nem við ta níggjundu perluna.
Finn rætta staðið
Tekna eina striku frá hvørjum tali
til tað rættað plássið á perlubandinum.
Aftur nú ræður um at biðja næming
arnar greiða frá, hvussu teir finna tað.
Tosa við flokkin um arbeiðshættir hjá
næmingum, sum ikki telja seg fram til
úrslitið.
Støddfrøðiligt innihald
n
Tallinja
n
Raðfylgjan á tølunum,
ordinalitetur
Tilfar/amboð
n
Perluband, klemma og tallinja
Skriva grannatølini