Rokning 1c - Lærarabók - page 2-3

3
2
1 Tølini 0–20
Í hesum kapitlinum verður
dentur lagdur á grundleggjandi
talfatan av tølunum upp í 20.
Mest viðkomandi í hesum
kapitli er
n
at vit telja ein lut í senn
n
at tað seinasta talorðið vísir
talið á lutum
n
talteknini 0–20
n
hvussu tølini koma hvørt eftir
annað á tallinjuni/í talraðnum
n
hvussu vit bólka tølini í
tíggjarar og eittarar
Í arbeiðinum í hesum kapitli-
num koma tøl til sjóndar á
ymsan hátt, og so við og við
verður farið undir at nýta tey
form­ligu talteknini.
Støddfrøðiligt innihald
n
Kenna aftur talteknini
0 –20
n
Telja uppeftir og niðureftir
í taløkinum
0–20
n
Finna tal á lutum við at vita, at
tá ið talt verður, er tað seinasta
talorðið, sum ásetur mongdina.
n
Nýta støddfrøði í vanligum
samrøðum.
n
Bólka mongdir við 1 til 6 lutum.
Tilfar/amboð
n
Krit at skriva tøl við í
skúlagarðinum
n
Møguliga ítøkiligir lutir at gera
mongdir við
Hvat er at gera?
Síða 2
Samrøðumynd
Við støði í myndini tosa vit um
tal á lutum av ymsum slagi:
n
Hvussu nógvar næmingar síggja vit?
n
Hvussu nógvar hurðar eru har?
n
Hvørjum eru fleiri av, hurðum ella
vindeygum, fuglum ella børnum o.s.fr.?
n
Hvørji tøl skrivar drongurin?
n
Kenna tit nøkur av tølunum í sirklinum?
n
Hvussu eitur talið, sum er undan 15,
undan 11? …
finna talið, sum verður nevnt, og síggja,
hvat tal stendur framman­undan.
Virksemi út frá
samrøðumyndini
Bólka í mongdir. Næmingarnir ganga
runt í skúla­garðinum, meðan vit siga
onkra ramsu ella skjaldur ella spæla
tónleik. Tá ið ein løta er farin, steðgar
lærarin tón­leikinum og rópar eitt tal, t.d.
3. So fara næmingarnir saman tríggir og
tríggir. Tað hevur einki at siga, um
onkrir næmingar „leypa av“. Síðan
verður byrjað av nýggjum.
Kenna talstavir aftur
Lærari ella næmingar skriva talstavirnar
frá 1 til 6 við kriti í skúla­garðin ella á
gólvið í fimleikahøllini. Tað ber eisini til
at brúka ørk við tølum á. Har skulu vera
trý til fimm av hvørjum tali. Síðan skulu
n
Hvussu eitur talið, sum kemur aftan á
12, aftan á 18? …
n
Er nakar, sum dugir at telja víðari frá 9,
frá 14? …
n
Er nakar, sum dugir at telja niðureftir frá
17, frá 6? …
Gev næmingunum stundir at telja og
hugsa seg fram til svarið, og lat tey síðan
rætta hondina upp. Næmingar, sum
svara hesum spurningi skeivt:
Hvussu
eitur talið, sum er undan 15?
, kunnu hava
tveir ymsar trupul­leikar. Annað­hvørt
vita teir ikki, hvat orðið undan merkir,
ella hava teir ilt við at leypa inn og út úr
tal­raðnum. Nýtið tal­linjur og perlubond
at loysa upp­gávur av hesum slagi og
roynið at finna fram til, hvar trupul­leikin
er. Brúkið eina tallinju, har øll tølini eru
skrivað. Tað ger tað lættari hjá
næmingunum, við tað at teir kunnu
burturfrá. Soleiðis heldur spælið fram,
til øll hava roynt seg.
Síða 3
Bólka í mongdir
Næmingarnir gera mongdir, sum
svara til talið vinstrumegin í hvørjum
raði. Í fyrsta raði skulu tey seta ein ring
um ein og ein bólt. Í øðrum raði skulu
tey seta ein ring um tveir og tveir
skógvar o.s.fr.
Hendan síðan er eisini góð at venja
talraðið. Teljið t.d., hvussu nógvir lutir
eru til samans í teimum báðum fyrstu
røðunum (18). Spyr næmingarnar, um
talið verður øðrvísi, um vit telja lutirnar
í onkrari aðrari raðfylgju.
Fyri at taka samanum kunnu tit gera
mongdir við ymsum lutum, eitt nú
leikum, pengum, brikkum, perlubondum,
tekningum, puntum, teljistrikum og
talstavum.
Einfaldari
Hjá teimum næmingum, sum tørvar tað,
kunnu vit gera býtið í mongdir á síðu 3
einfaldari við at gera fleiri dømi liðug
enn tey, sum standa í bókini; tvey ella
trý í hvørjum raði. Tað er eisini
einfaldari hjá teimum, um tey fáa høvi at
arbeiða við ítøkiligum lutum (t.d.
knappum ella perlum) og bólka teir í
ymsar mongdir.
Størri avbjóðing
Ger teljiuppgávur við størri av­bjóð­
ingum við at brúka størri mongdir.
Næmingarnir kunnu annað­hvørt sjálvir
gera av, hvussu teir skulu skilja lutirnar,
ella vit kunnu gera eina lidna talvu at
telja eftir.
Eisini her ræður um, at næm­ing­ar­nir
fáa høvi at vísa tal á lutum á tann hátt,
teir sjálvir vilja. So kunnu vit aftaná
viðgera fyrimunir og vansar við teimum
ymsu mátunum.
Annað virksemi
At gita støddfrøðiliga
Sí Ískoyti 1 aftast í bókini.
Liðrenning við tølum
í fimleikahøllini
Být næmingarnar í tvey lið. Hvørt lið
skal hava eitt sett av talkortum frá 0 til
20. Lærarin hevur teknað hvørjum liði
eina tallinju, sum er merkt við strikum,
ikki tølum. Hvørt lið stillar seg í eina
røð við endan á tallinjuni. Kortini liggja í
einari rúgvu við síðuna av. Tá ið lærarin
gevur boð um at byrja, tekur tann
fremsti í hvørjum rað tað ovasta kortið
og leggur tað á rætta pláss á tallinjuni.
Hann rennur aftur, og tann næsti tekur
kort. Liðrenningin heldur fram á henda
hátt, til øll talkortini eru løgd. Um ein
næmingur heldur, at eitt talkort er lagt á
skeivt stað, kann hann í staðin fyri
sjálvur at leggja eitt kort taka hetta
kortið. Tann næsti kann so leggja tað á
rætta stað.
næmingarnir kvika sær at stilla seg á
talið ella hjá talinum, sum vit rópa. Teir
næmingarnir, sum ivast í talstavunum,
taka lut við at gera sum hini.
Bumban
Næmingarnir verða býttir í bólkar við
5–6 í hvørjum. Hvør bólkur skrivar
talstavirnar frá 1 til 20 við kriti í
skúlagarðin. Tølini skulu verða skrivað á
einum lutfalsliga lítlum øki. Undir einum
av tølunum er ein bumba. Ein av
næmingunum fer burturfrá, meðan hinir
semjast um, hvar bumban er. Tá ið
næmingurin kemur aftur, skal hann stilla
seg á eitt av tølunum og siga, hvussu
talið eitur. Um einki hendir, fer hann
víðari til næsta tal. Tá ið næmingurin
sigur talið, har bumban liggur, rópa hini
BUMM, og ein annar næmingur fer
Tølini 0–20
I
2
3
Set ring um rætta talið.
Set ring um bólkar við rætta talinum, ein og ein, tveir og tveir o.s.fr.
1
2
3
4
5
6
I,II,III,IV-V,VI-VII,VIII-IX,X-XI,XII-1 4-5,6-7,8-9,10-11,12-13,14-15,16-17,18-19,20-21,22-23,...150
Powered by FlippingBook