7
6
Egin hugskot
Roknisøgur
Ger roknisøgur, har serliga fýra, fimm
og seks ofta koma fyri.Pappírsdukkurnar
hóska væl til slíkar søgur.
Eitt dømi um eina sovorðna søgu
kann vera ein busstúrur. Bussurin kann
vera ein tóm skógvaeskja, sum
pappírsdukkurnar fara í.
–
–
Fyrst komu trý børn inn í bussin. So
komu tvey børn afturat. Hvussu nógv
børn eru so í bussinum? So fóru fýra
børn úr bussinum, hvussu nógv vóru
so eftir? O.s.fr.
–
–
Á einari trøð vóru tveir seyðir, og so
komu nakrir afturat.Tá vóru seks
seyðir har. Hvussu nógvir seyðir
komu afturat?
–
–
Nøkur børn vóru úti og spældu, og
trý teirra fóru til hús. So vóru trý
børn eftir. Hvussu nógv børn vóru
úti og spældu, áðrenn nakar fór til
hús?
Onnur dømi um roknisøgur eru í
Lærarabók 1B
, Avritssíða 15.
Tekna ávís tøl á lutum
Lat næmingarnar gera tekningar við
ávísum tali á ymsum lutum. Ger t.d. ein
lista á talvuni yvir trý ting, sum
skulu
vera
við á tekningini: tríggir bóltar, fimm
steinar, fýra skógvar. Lat síðan næm
ingarnar velja restina. Byrja helst við
einari lítlari søgu og vel lutir, sum hóska
til søguna. Tað skulu helst vera lutir, sum
eru lættir at tekna.
Venjing í at skriva tøl
Avritssíða 1 og 2,
Skriva tøl
, aftast í bókini.
við terninginum og lita eitt rektangul við
samsvarandi tali á puntum. Rektanglini
kunnu verða litað loddrætt ella
vatnrætt. Hvør spælari hevur sín lit.
Eru ov fáir puntar eftir at lita eitt
rektangul við tí talinum á puntum, sum
terningurin vísir, eigur hin spælarin.
Tann, sum hevur flestar puntar í sínum
liti, tá ið allir puntarnir eru litaðir, hevur
vunnið.
Í døminum hevur reyður spælari
ringlað tvær ferðir, einaferð 4 og
einaferð 3. Blái spælari hevur fingið 3 og
2, tá ið hann ringlaði.
Annað virksemi
Egnar plátur
Lat næmingarnar gera sínar egnu
spæliplátur ella stabbar, helst við
nógvum puntum. Næmingarnir kunnu
eisini brúka ein tíggjaraterning í staðin,
so at teir kunnu lita upp til tíggju puntar
í senn. Vit kunnu eisini skriva størri tøl á
eydnuhjólið í bókini. Í staðin fyri at lita
puntarnar kunnu næmingarnir flyta ein
brikk. So kunnu spælipláturnar brúkast
fleiri ferðir. Tað, sum um ræður, er, at
næmingarnir við at telja rætta talið á
puntum vísa, at teir hava fingið eina
fatan av talstavunum.
Spæl:
Vinna puntar
Luttakarar: 2
Tilfar: Puntut pappír, litblýantar og
terningur
Tekna t.d. 4 x 6 puntar á eitt ark. Ringla
Størri avbjóðing
Á Avritssíðu 52 í
Avritsmappu 1–4
eru
uppgávur, har næmingarnir skulu lita
rætta talið á lutum í taløkinum 7–14.
Tekna eina mynd av puntum
Gev næmingunum puntut pappír
(Avritssíða 4.90 í
Avritsmappu 1–4
)
og bið tey gera eina mynd ella eitt skap
við einum ávísum tali á puntum, t.d. 20.
lutirnar, og fyri hvørt talorð skulu tey
peika á lutin, sum tey telja. Ansa eftir, at
tey t.d. siga fimm, tá ið tey peika á tann
fimta lutin í raðnum. Ansa eisini eftir, at
tey fata, at tað er tað seinasta talorðið,
sum verður nevnt, ið avger, hvussu
nógvir lutir eru í mongdini. Tá ið
næmingurin er liðugur at telja, spyr tá:
„Hvussu nógv vóru har?“ Tá skal
næmingurin siga tað seinasta talorðið,
ikki fara at telja umaftur.
Í spælinum á síðu 7 eiga næmingarnir
at hjálpa hvørjum øðrum, um nakar
hevur ilt við at lita rætta talið á puntum.
Um tað er ov torført at brúka
eydnuhjólið, kunnu vit nýta ein terning í
staðin, helst við talstavunum 1–6 og ikki
prikkum.
Hvat er at gera?
Síða 6
Lær at skriva talstavir
Tosa við næmingarnar um ymsar
mátar at vísa 4, 5 og 6. Lat næmingarnar
vísa hvørjum øðrum. Á hesum síðunum
skulu næmingarnir læra seg at skriva teir
formligu talstavirnar. Á tey tómu plássini
skulu næmingarnir tekna. Fýra lutir til
talið 4, fimm lutir til 5 o.s.fr. Í teir tómu
puntarnar undir hvørjum tali skulu tey
skriva tølini. Ansa væl eftir, at tey skriva
rættan veg.
Síða 7
Spæl
Næmingarnir velja sær ein teig í
part. So skiftast tey at snurra klipsið.
Tey seta oddin á blýantinum gjøgnum
klipsið og seta ferð á tað við einum
títlingabresti. Talið, sum klipsið steðgar
á, er talið á puntum, sum skulu verða
litaðir. Næmingarnir kunnu snurra og
skriva hvør í sína bók, ella teir kunnu
skiftast at spæla í bókunum hjá hvørjum
øðrum. Vinnari er tann, sum er fyrstur
at lita ein heilan teig. Spælið hóskar best
í smáum bólkum við tveimum, trimum
ella fýra næmingum.
Spyr av og á næmingarnar, hvussu
nógvar puntar teir hava litað.
Einfaldari
Ansa eftir, um næmingar eru, sum
framvegis ivast í talramsuni og hvussu
tey skulu seta saman mongd og talorð.
Fyri at kanna, um allir næmingarnir duga
hetta, leggja vit eina røð av tíggju lutum
á borðið. Lat glopp vera millum lutirnar.
Bið ein og ein næming um at telja
1
2
0
1
2
3
4
5
6
7
9
10
8
6
seks
0
1
2
3
4
5
6
7
9
10
8
4
fýra
0
1
2
3
4
5
6
7
9
10
8
5
f imm
1
2
1•Tølini 0–20
6
•
Tekna rætta talið á lutum í rútin og skriva tølini. Ger tær ómak, tá ið tú skrivar tølini – hygg at fyrimyndini.
Spæl: Fyrst á 20.
ž5
ž10
15
20
7
Spælireglur
2-4 spælarar.
Hvør spælari velur sær ein teig.
Snurra klipsið og lita so nógvar
puntar, sum klipsið vísti.
Tann, sum fyrst kemur á 20, vinnur.
•
Við spælinum venja vit talstavirnar úr 1 upp í 6.
Vit velja teig.
Støddfrøðiligt innihald
n
Talstavirnir 4, 5 og 6
n
Finna tal á lutum við at vita, at
tá ið talt verður, er tað seinasta
talorðið, sum ásetur mongdina
Tilfar/amboð
n
Blýant og klips, møguliga
terningur
n
Møguliga pappírsdukkur ella
tílíkt at gera roknisøgur við og
teljibrikkar ella aðrar ítøkiligar
lutir at vísa mongdir við
n
Møguliga puntut pappír og
terningar