Rokning 1c - Lærarabók - page 20-21

21
20
Egin hugskot
dreingin Dávid, sum ansaði eftir seyði í
Bábylon fyri nógvum túsund árum síðan.
Tað var fyri ta tíð, tá ið menn­iskju
høvdu nøvn á tølunum ella dugdu at
skriva tey. Søgan stendur á Avrits­síðu 6
aftast í hesari bókini. Hendan søgan
kemur aftur í
Grund­bók 3a
sum
inngangur til partin um fleir­sifrað tøl.
Tá ið lærarin hevur sagt frá søguni, er
hóskandi at spæla spælið
Fyrst at fáa
fimm tíggjarar.
Spæl:
Fyrst at fáa fimm tíggjarar
Tilfar: 1–2 terningar, eitt ílat við
„eittara­lutum“ og eitt ílat við „tíggj­ara­
lutum“.
Eittaralutirnir kunnu vera smáir steinar,
og tíggjaralutirnir kunnu vera eitt sindur
størri steinar.
Næmingarnir skiftast at ringla við
einum (ella tveimum) terningum og taka
so mangar eittaralutir, sum eyguni á
terninginum vísa. Tá ið ein næm­ingur
hevur tíggju eittaralutir, letur hann teir
inn og fær í staðin ein tíggj­aralut. Tann,
sum er fyrst at fáa fimm tíggjaralutir,
hevur vunnið.
Tað ber eisini til at halda fram við
spæl­inum upp í 100 ella 1000. Tá varir
tað fleiri dagar. Næmingarnir tekna ella
skriva, hvussu nógvar eittaralutir og
tíggjaralutir teir hava, tá ið teir gevast at
spæla fyri dagin. So halda tey fram haðan
næstu ferð, tey spæla.
Tey kunnu eisini gera sær eina talvu at
skriva úrslitini í:
Eftirsum har eru so nógvir lutir at telja,
síggja næmingarnir skjótt, at tað er
torført at samskipa teljingina. Tá ið tey
eru liðug, fara tey helst at ivast í, um tey
hava talt rætt. Kanska fáa tveir næm­
ingar ymisk úrslit, hvør hevur so rætt?
Ætlanin við hesum er, at næmingarnir
skulu koma fram til, hvussu hent tað er
at bólka lutirnar í tíggjarar. So verð­ur
tað lættari at telja og lættari at kanna
eftir, um svarið er rætt. Sig tó ikki hetta
fyri næmingunum, áðrenn tey fara undir
at telja. Lat tey fyrst stríð­ast við at telja,
so at tey av álvara síggja, hvussu hent
tað er at bólka. Best er, um tey sjálv
finna út av tí.
Annað virksemi
Søgan um Dávid
Sig næmingunum søguna um seyða­
Pengar
Bið næmingarnar tekna ymsar myntir, sum
til samans verða 20 krónur. Tað kann vera
tvær tíggjukrónur; fýra fimm­krónur; ein
tíggjukróna, ein fimm­króna og fimm
einkrónur o.s.fr.
Lat næmingarnar finna ymsar myntir, sum
til samans verða 30 krónur. Hvussu nógvar
ymiskar mátar finna tey?
Telja
Lat næmingarnar telja eina størri mongd
av óskipaðum lutum, kanska millum 50
og 100. Fortreytin er, at næm­ing­arnir
duga at telja upp í talið. Tað, sum verður
talt, kann vera ítøk­iligir lutir so sum
kubbar, smásteinar, knappar ella tílíkt,
ella tað kann vera lutir á einum arki, so
sum prikkar (Avritssíða 67 í
Avrits­mappu
1–4
), fýrkantar, blomstur ella annað:
sentiterningar, perluband ella pengar at
gera sambandið millum tíggj­arar og
eittarar sjónligt. Tað týdningar­mesta er,
at vit kunnu fata tíggju bæði sum „tíggju
eittarar“ og sum „ein tíggjari“. Við
perlubandi og senti­tern­ingum kunnu vit
telja okkum fram til, at tað eru tíggju
eitt­arar í einum tíggjara. Við base
10-tilfari kunnu vit leggja tíggju eittarar
fram við einum tíggjara at kanna eftir.
Við pengum mugu vit vita, at ein
tíggju­króna svarar til tíggju einkrónur.
Størri avbjóðing
Á Avritssíðu 50,
At býta í tíggjarar og
eitt­arar
, í
Avritsmappu 1–4
, eru nakrar
upp­gávur afturat av hesum slagi. Tað ber
eisini til at biðja næmingarnar gera
hvørjum øðrum uppgávur sum hesar.
siffur­virði (tal á tíggjukrónum og
ein­krónum) og talvirði (pengavirði), at 1
tíggju­króna er 10 krónur. Tað kann
verða gjørt við at seta spurningar sum
hesar:
n
Hygg at pengapunginum ovast høgru­
megin. Hvussu nógvar tíggju­krónur eru í
punginum, og hvussu nógvar einkrónur?
(Ein tíggjukróna og tvær einkrónur.)
n
Hvussu nógvir pengar er tað? (Tólv
krónur.)
n
Hvar er tað á tallinjuni? (Har, sum 12
stendur.)
n
Talið 12 er sett saman av sifrunum 1 og
2. Hvussu sæst tað aftur í mynt­unum? (1
vísir til eina tíggjukrónu, og 2 vísir til tvær
einkrónur.)
Einfaldari
Nýtið ymiskt ítøkiligt tilfar, t.d. base 10,
Hvat er at gera?
Síða 20
Ger ein tíggjara
og skriva tølini
Áðrenn næmingarnir fara undir upp­
gávurnar, kann lærarin siga søg­una um
seyða­dreingin Dávid og siga frá spæl­inum
Fyrst at fáa fimm tíggjarar,
sum greitt er
frá undir yvirskriftini
Annað virksemi.
Í uppgávunum skulu næmingarnir seta
ring um tíggju av lutunum og skriva talið
sum ein tíggjara pluss eitt­arar. Tá ið tikið
verður saman um hesa síðuna, eigur at
verða tosað við næm­ing­arnar um, hví
tað er hent at taka saman í tíggjarar. Tá
verður lætt­ari at telja, hvussu nógvir
lutir eru til samans. Ser­liga í sambandi
við stór tøl er hent at gera soleiðis.
Legg eisini dent á, at tá ið vit skriva
eitt tal, t.d. 13, umboðar sifrið 1 ein
tíggjara, altso 10, og ikki ein eittara. Tað
er sifrið 3, sum stendur á eitt­ara­
plássinum og sigur frá talinum á
eittarum. Í seinastu uppgávuni verða
tveir tíggjarar og eingir eittarar.
Greið næmingunum frá, at av tí, at
eingir eittarar eru, so er 0 tað seinna
sifrið í 20.
Tá ið tikið verður samanum, er gott
at taka fram, hvussu teir ymsu mát­ar­nir
at vísa sama tal hava sam­band hvør við
annan. Tað snýr seg hvørja ferð um
bólkar við fimm ella tíggju, umframt
eittarar. Her eru nakrir ymiskir mátar,
sum umboða 12:
12
2 10
Síða 21
Tekna strikur til tallinjuna
Tekna eina striku frá hvørjari
upp­hædd til tað rætta plássið á tal­
linjuni. Legg dent á skiftið millum
1•Tølini 0–20
20
Set ring um tíggju lutir og skriva talið undir myndini sum ein tíggjara og restina sum eittarar.
Ger ein tíggjara og finn hini tølini.
12 = 10 + 2
16 = +
19 = +
17 = +
11 = +
20 = +
5 4 3 2 1 0
9
11 12
8 7 6
10
15 14 13
16 17 18 19 20
5 4 3 2 1 0
9
11 12
8 7 6
10
15 14 13
16 17 18 19 20
21
Tekna strikur til tallinjurnar.
Tel pengarnar í punginum og tekna striku til rætta upphædd á tallinjuni.
Støddfrøðiligt innihald
n
Bólka í tíggjarar, taka tøl
sundur í tíggjarar og eittarar
n
Finna rætta plássið á tallinjuni
Tilfar/amboð
n
Møguliga kubbar, tíggjara­
stavar, perluband og
spælipengar
Tal á
tíggjaralutum
Tal á
eittaralutum
8
4
I...,XII-1,2-3,4-5,6-7,8-9,10-11,12-13,14-15,16-17,18-19 22-23,24-25,26-27,28-29,30-31,32-33,34-35,36-37,38-39,40-41,...150
Powered by FlippingBook