Rokning 1c - Lærarabók - page 36-37

37
36
Talvinurin skal vera í taløkinum 11–20.
Gev øll kortini, líka nógv í part.
Spæl­ararnir leggja kortini í eina rúgvu
við tølunum niður uttan at hyggja at
teimum. Síðan tekur hvør spælari fýra
kort upp og leggur tey framman fyri seg
við tølunum upp. Nú skulu tey skiftast
at finna kort, sum til samans verða 12.
Tað skulu vera minst tvey kort, men tað
kunnu eisini vera fleiri. Tey kortini, sum
til samans geva 12, eru eitt stikk. Hvørja
ferð ein næm­ing­ur hevur brúkt eitt av
teimum fýra kortunum, sum liggja á
borðinum, leggur hann nýggj kort út úr
rúgvuni hjá sær. Hvør spælari skal altíð
hava minst fýra kort liggjandi, sum venda
upp. Um ein spælari ikki fær summin 12
burtur úr teimum fýra kortunum hjá
sær, kann hann leggja eitt afturat út
o.s.fr. Tá ið næmingarnir hava vent øllum
kortunum í rúgvuni hjá sær, er spælið
liðugt. Tann, sum hevur fingið flest stikk,
hevur vunnið.
Í næsta umfari verður ein annar
talvinur valdur.
Ein annar máti at spæla er, at hvør
spælari hevur fýra kort í hondini. Seks
kort verða løgd út á borðið við tølunum
upp. Restin av kortunum verða løgd við
tølunum niður í eina rúgvu hjá teimum
seks kortunum á borðinum.
Næmingarnir skulu royna at fáa stikk við
at savna kort, sum til samans vera t.d.
12. Tað kunnu tey gera við at taka av
kortunum, sum liggja frammi. Tað er
bara loyvt at taka kort upp til at fáa eitt
stikk beinan­vegin. Tað er altso ikki loyvt
at taka fleiri kort upp fyri at kunna fáa
fleiri stikki seinni. Tá ið eingin longur vil
hava nakað av teimum seks kort­unum,
sum liggja frammi, verða seks nýggj kort
løgd út. Spælið heldur fram soleiðis, til
øll kortini eru løgd út á borðið og eingin
longur fær savnað saman til eitt stikk.
Tann, sum tá hevur flest stikk, hevur
vunnið.
Annað virksemi við tvífalding
Sí undir
Annað virksemi
á síðu 11.
ymiskar stabbar við átta kubbum.
Næmingarnir kunnu royna seg fram nógvar
ferðir og vita, hvussu nógvar kubbar tey
skulu brúka av hvørjum liti.
Fyri at leggja størri dent á talvinir og
at taka tøl sundur kunnu næm­ing­arnir
arbeiða við at seta tøl saman. Sí
virksemið „Gera talvinir“ á síðu 13.
Størri avbjóðing
Spæl:
Talvinir
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Spælikort ella talkort frá 1 til 10
(Avritssíða 63 í
Avritsmappu1–4
). Nýt
fýra kort av hvørjum tali. Um tit brúka
vanlig spælikort, telur essið 1. Hava
næmingarnir ilt við at leggja tøl saman,
ber eisini til at tekna prikkar á talkortini.
Fyrst verður avgjørt, hvør tal­vinur­in
skal vera í hesum umfarinum, t.d. 12.
sundur í tveir bólkar. Her seta vit tveir
bólkar saman.
Roknistykki
Eins og í uppgávuni omanfyri
eigur lærarin at heita á næmingarnar um
at brúka tað, sum tey duga uttanat, og
mátar, sum gera tað lættari at rokna,
heldur enn at telja seg fram.
Tað hevur stóran týdning at stimbra
næmingarnar til at brúka og menna slíkar
roknihættir, sum byggja á vitan, heldur enn
at telja.
Einfaldari
Teir næmingar, sum halda tað vera torført
at loysa uppgávurnar í bókini, eiga at sleppa
at halda fram at byggja stabbar við kubbum
í tveimum ymsum litum. Til tær fyrstu
uppgávurnar á síðu 36 skulu tey byggja
Síða 37
Samrøðumynd um at
brúka tvífalding sum henta
vitan í additión
Samrøðumynd um at brúka tvífalding
sum henta vitan í additión
Uppgávurnar leggja dent á tvífalding og
tvífalding pluss 1. Kanna, um
næmingarnir duga tvífalding uttanat. Vita
eisini, um tey duga at brúka tað:
n
Um tú veitst, at 4+4 er 8, hvussu kanst
tú so lættliga finna út av, hvussu nógv
4+5 er? (Eftirsum annað talið er eitt
meiri, má svarið vera eitt meiri, altso 9.)
Hvussu nógv
Næmingarnir leggja saman og
loysa additiónsstykkini. Svarið verður
eisini skrivað í sirkulin uppi yvir báðum
pørtunum. Hetta er so statt beint tað
øvuta av síðu 36, har vit tóku tølini
rokning, og hjá læraranum er hetta ein
góður møgu­leiki at eygleiða, hvussu
hvør ein­stakur næmingur megnar at fara
frá ítøkiligum til at hugsa úrtøkiligari.
Taka tøl sundur
Tak 8, 10 og 12 sundur í tvær
mongdir. Í døminum er átta tikið sundur
í fimm og trý, og næmingarnir skriva tey
bæði tølini, sum 8 er tikið sundur í, inni
í sirklunum undir 8-talinum. Síðan skriva
tey sundurtøkuna sum additiónsstykki. Í
uppgávunum á teimum komandi
síðunum ræður um, at næmingarnir
duga tíggjaravinir og talvinir til tølini upp
í tíggju. Ivast næmingarnir í hesum, eigur
tíð at verða sett av til hetta.
Hvat er at gera?
Síða 36
Samrøðumynd um
at taka tøl sundur
Ein máti at fara undir virksemið á hesum
báðum síðunum er at brúka senti­tern­
ingar, multilinks ella tílíkt, hygg undir
Ein­faldari.
Bið næmingarnar byggja
stabbar av kubbunum. Stabbarnir skulu
verða bygdir úr kubbum í tveimum
ymiskum litum. Í teimum fyrstu
stabb­unum skulu vera átta kubbar. Sum
víst í døminum kunnu har vera fimm
kubbar av øðrum litinum og tríggir av
hinum.
Síðan fara næmingarnir at finna aðrar
mátar at byggja stabbar úr átta kubbum.
Hvørja ferð, tey hava bygt ein stabba,
eiga tey at verða spurd, hvussu vit
kunnu skriva tað.
Í teimum fyrstu stigunum av
Rokning
verður nógv gjørt burtur úr at vísa
sundurtøku av tølum við talsirklum, so
tað hevur stóran týdning, at næm­ing­ar­
nir duga hendan mátan.
Tað ber eisini til at brúka brikkar, sum
verða býttir í tvær mongdir:
Við at flyta ein brikk frá vinstru til
høgru mongd, sæst, at 8 eisini kann
verða tikið sundur í 4 og 4 o.s.fr.
Somuleiðis ber til at brúka perluband:
Her eru átta kúlur. Klemman býtir tær í
tveir bólkar, fimm øðrumegin og tríggjar
hinumegin. Við at flyta klemmuna eina
kúlu til vinstru, sæst, at 8 eisini kann
verða tikið sundur í 4 og 4 o.s.fr.
Ikki fyrr enn næmingarnir hava brúkt
minst ein av nevndu mátum at arbeiða
við talvinum, eru teir til reiðar at fara
undir uppgávurnar í bókini. Fyri
næmingarnar eru hesar uppgávurnar eitt
stig á leiðini til at arbeiða úrtøkiliga við
36
2 • Pluss og minus við tølunum upp í 20
Samrøðumynd um at taka tøl sundur.
Set tølini, sum mangla, bæði í sirklarnar og á strikurnar, so roknistykkini verða røtt.
Stavarnir vísa, hvussu tølini verða tikin sundur.
8 = 5 +
8 = 5 + 3
8 = 4 +
8 = 6 +
10 = + 7
10 = + 5
12 = +
12 = +
8
3 5
8
4
8
6
10
7
10
5
12
12
Hvørji tøl mangla?
37
Samrøðumynd um at tvífalda, sum er hent amboð, tá ið ræður um at leggja saman.
Set tølini, sum mangla, bæði í sirklarnar
og á strikurnar, so roknistykkini verða røtt. Stavarnir vísa, hvussu tølini verða tikin sundur. Teir eru hentir at hava til hjálpar.
Rokna og skriva svarini.
4 + 4 = 8
4 + 5 = 9
3 + 3 =
3 + 4 =
5 + 5 =
5 + 6 =
7 + 7 =
7 + 6 =
4 4
8
5 4
9
3 3
4 3
5 5
6 5
7 7
6 7
Hvussu nógv?
Rokna.
8 + 8 =
9 + 9 =
10 + 10 =
8 + 7 =
9 + 8 =
10 + 9 =
8 + 9 =
9 + 10 =
11 + 10 =
Støddfrøðiligt innihald
n
Taka tøl sundur: talvinir og
serliga tíggjaravinir
n
Brúka vitan um at tvífalda í
sambandi við additión
Tilfar/amboð
n
Sentiterningar, multilinks
ella tílíkt
Egin hugskot
I...,16-17,18-19,20-21,22-23,24-25,26-27,28-29,30-31,32-33,34-35 38-39,40-41,42-43,44-45,46-47,48-49,50-51,52-53,54-55,56-57,...150
Powered by FlippingBook