Rokning 1c - Lærarabók - page 26-27

27
26
Egin hugskot
(Næmingurin svarar 22.) So komst tú
(peikar á annan næm­ingin), hvussu nógv
vóru so við hús?“ (Næm­ingurin svarar
21.) o.s.fr.
Fyrst upp í 20
Næmingarnir arbeiða í bólkum við
tveim­um ella trimum. Ein byrjar við at
rætta 1, 2 ella 3 fingrar upp og telja teir.
Tann næsti heldur fram í tal­rað­num,
men áðrenn hevur hann gjørt av, um
hann rættir upp 1, 2 ella 3 fingrar.
Tá ið hann hevur talt sín fingur/sínar
fingrar, kemur tann triði og telur á sama
hátt. Síðan eigur tann fyrsti aftur. Tann
næmingurin, sum sigur 20, hevur vunnið.
Duga næmingarnir væl tal­raðið, kunnu
teir í staðin telja upp í 40.
Finn rætta plássið
Næmingarnir fáa hvør sítt talkort
mill­um 1 og 20, sum teir annaðhvørt
heingja í eitt band um hálsin ella halda í
hondini. Ein ella tveir næmingar skipa
fyri. Tá ið lærarin sigur „nú“ (ella floytar
ella annað), skulu næmingarnir stilla seg
í raðfylgju frá 1 til 20. Lærarin tekur tíð.
Næmingurin, sum skipar fyri, hjálpir
teimum, sum ivast, at finna rætta
plássið. Hann sigur „steðga“, tá ið hann
heldur, at øll eru komin á rætta pláss. At
kanna eftir, um øll eru komin á pláss,
siga næm­ing­arnir talið hjá sær hart í
raðfylgjuni frá 1 til 20. Um rætt varð
talt, biður lær­ar­in næmingarnar skifta
um talkort, til nýggj boð koma um at
stilla seg á rað.
bólkaðar fimm og fimm:
||||
||||
.
Tey royna tíggju ferðir í part.
Tá ið tey hava roynt tíggju ferðir,
kunnu tey royna umaftur. Duga tey
betur nú at taka rætta talið á lutum?
Hvussu nógv eru her í dag?
soleiðis, at hvør næmingur sigur tað
næsta talorðið í talraðnum. Minst til at
broyta raðfylgjuna, so næmingarnir ikki
fáa sama tal at siga hvønn dag. Tá ið øll
eru tald, skulu næmingarnir vita, hvussu
nógv ikki eru komin. Ein annar møgu­
leiki er at telja niðureftir. Tá byrjar
lærarin við at biðja næm­ing­ar­nar hugsa
sær, at øll eru við hús. Eru t.d. 23
næmingar í flokkinum, sigur lærarin: „23
næmingar vóru við hús, og so komst tú í
skúla (peikar á tann fyrsta næmingin).
Hvussu nógv vóru so við hús?
Tak tíggju
Tilfar: Eitthvørt at telja, t.d. knappar ella
sentiterningar. Næmingarnir arb­eiða
saman tveir og tveir, og hvør bólk­ur skal
hava minst 30 slíkar smáar lutir í einum
ílati.
Næmingarnir skiftast at taka upp í
lógvan av lutum úr ílatinum. Málið er at
fáa tíggju lutir. Næmingarnir telja, hvussu
nógv teir hava fingið: vóru tað færri enn
10, neyvt 10 ella fleiri enn 10 lutir. Hin
næmingurin kannar, um rætt er talt.
Hvørja ferð verður ein telji­strika skrivað
í talvu sum hesa:
Navn:
Færri enn 10
10 Fleiri enn 10
Næmingarnir tekna teljistrikur, sum eru
verð­ur 34, 9 verður 39 og 13 verður 43.
Tølini í tí ljósareyðu slanguni kunnu
verða broytt soleiðis: 13 og 14 til 73 og
74 og 20 til 80. Tølini í uppgávu
kunnu eisini verða broytt til størri tøl,
annað­hvørt við at broyta eitttalið á
tíggjara­plássinum ella við at seta eitt
siffur afturat framman fyri ella aftan fyri
tey eittsifraðu tølini.
Annað virksemi
Gerið meira við virksemið, sum er
nevnt áður í hesum kapitli. Tað hevur
stóran týdning at læra seg at telja bæði
uppeftir og niðureftir, og eisini at telja
við tveimum ella trimum tøl­um í senn.
Harumframt eigur dentur at verða
lagdur á at taka tøl sundur í talvinir,
tíggjaravinir og at taka tveysifrað tøl
sundur í tíggjarar og eittarar.
Ymsar uppgávur eru at finna á Avrits­
síðunum 51 og 52 í
Avrits­mappu 1–4
.
Størri avbjóðing
Broyt tølini á síðu 27, so at uppgávan
krevur meiri av næmingunum. Tølini í tí
gulu slanguni kunnu t.d. verða broytt
soleiðis, at 1 verður 31, 3 verður 33, 4
Hvat er at gera?
Síða 26 Roynd
Finn tal á lutum
Næmingarnir skulu telja og
skriva, hvussu nógvir lutir eru í hvørj­um
rúmi.
Ger talvinir
Næmingarnir skulu taka tølini
sundur í tvær mongdir. Í teimum báð­um
ovaru uppgávunum vísa punt­arnir,
hvussu talið skal verða tikið sund­ur. Í
teimum niðaru uppgávunum gera
næmingarnir sjálvir av, hvørjar talvinir
teir skriva.
Finn rætta talið á tallinjuni
Hygg, hvar strikurnar peika á
tal­linjuni og skriva talið í rútarnar.
Síða 27 Venjing 1
Tekna strikur
Næmingarnir skulu seta tølini á
rætta stað á tallinjuni við at tekna
strikur frá tølunum til tallinjuna.
Talrøð
Skriva tølini, sum resta í. Tølini
vaksa eitt fyri hvønn rút til høgru.
Tøl í raðfylgju
Skriva tølini í rútarnar í vaksandi
raðfylgju.
Einfaldari
Næmingar, sum framvegis hava ilt við at
telja lutir og at kenna talstavirnar upp í
20, mugu sleppa at arbeiða nógv við at
telja ítøkiligar lutir. Tey kunnu eisini gera
sær smá talkort við samsvari millum tal
á lutum og talstav, sum tey kunnu hava
at hyggja at.
1•Tølini 0–20
Hvussu nógv?
Skriva talvinir.
Skriva tølini í rútarnar.
4
1
9
10
15
8
5
0
10
20
Roynd
26
Tel og skriva talið.
Skriva tølini, sum mangla, í hvítu sirklarnar.
Les av á tallinjuni og skriva tølini í rútarnar.
27
Roynd
Venjing 1
11
8
5
12
4
16
18
9
13
7
15
Tekna strikur til tallinjuna.
Skriva tølini, sum mangla.
Skipa tølini í raðfylgju. Byrja við minsta talinum.
1
3
4
9
13
20
14
13
0
10
5
15
20
8
3
19
12
18
9
2
6
Tekna strikur frá tølunum til tallinjuna.
Skriva tølini, sum mangla í talraðnum.
Skriva tølini vaksandi í raðfylgju á bláu strikurnar.
i
Støddfrøðiligt innihald
n
Hvussu nógvir lutir
n
Talvinir – taka tøl sundur í
tveir bólkar
n
Raðfylgjan á tølunum og pláss
teirra á tallinjuni
Tilfar/amboð
n
Møguliga tallinjur og kubbar
I...,6-7,8-9,10-11,12-13,14-15,16-17,18-19,20-21,22-23,24-25 28-29,30-31,32-33,34-35,36-37,38-39,40-41,42-43,44-45,46-47,...150
Powered by FlippingBook