45
44
eftir annan. Legg síðan ein nýggjan
tíggjarastav og ein ljósagrønan tríarastav
undir teir.
„
Subtraktión við samanbering – munur“:
n
Hvussu nógv restar í, fyri at bæði røðini
verða líka long? (Har má koma ein
svartur sjeyarastavur í niðara rað. Sjey er
munurin á 20 og 13.)
Subtraktión við broyting:
n
Draga vit 13 frá 20, hvussu nógv verður
so eftir?
Bæði røðini umboða nú 20. Taka vit 13
burtur úr niðara raðnum, hvussu nógv
verður so eftir?
Lær at nýta litstavar
Sum innleiðslu til at arbeiða við litstavum
sum ítøkiligt tilfar mæla vit til at nýta
Avritssíðurnar 53–57b og uppgávurnar
við størri avbjóðing á avritssíðu 57b–58
í
Avritsmappu 1–4
.
n
Um spælarin A tekur so nógv, at 5 eru
eftir, má spælarin B taka soleiðis, at 1–4
verða eftir. Soleiðis vinnur A. Spælarin A
kann tryggja sær hetta við at lata 10
vera eftir. So má spælarin B taka 1–4, so
at 6–9 verða eftir. Spælarin A vinnur so
statt, um hann altíð ansar eftir at taka
niður til tølini í 5-tabellini.
Annað virksemi
Litstavar (cuisenairestavar)
Hava tit litstavar, eru teir góðir at nýta
til at vísa sambandið millum „mun“ og
„taka burtur“ (broyting) í subtraktión.
Fara tit undir hetta virksemið við
einum heilum flokki, mæla vit til at nýta
uppvørpu/samvirkna talvu við litstavum.
Skriva roknistykkið 20
–
13= á talvuna.
Vís uppgávuna við tveimum reyðgulum
tíggjarastavum, sum verða lagdir hvør
Einfaldari
Nýt ítøkiligar lutir at umboða rokni
uppgávurnar. Í sambandi við síðu 45
kunnu næmingarnir byggja stabbarnar úr
legokubbum, sentiterningum ella tílíkum.
Hava tey kubbar, kunnu tey eisini gera
sínar egnu uppgávur og loysa tær.
Spælið niðast á síðu 44 kann verða
gjørt ítøkiligt við kubbum ella perlu
bandi. Legg 20 kubbar í eina rúgvu á
borðinum. Um fyrsti næmingur rættir
tríggjar fingrar upp, verða tríggir kubbar
fluttir til viks. Við perlubandinum kunnu
næmingarnir fyrst seta klemmuna á 20.
Síðan flyta tey klemmuna til vinstru alt
eftir, hvussu nógvar fingrar hvør
næmingur rættir upp.
Í báðum førum ræður um, at
næmingarnir royna at telja aftureftir,
samstundis sum tey flyta kubbar ella
flyta klemmuna á perlubandinum. Lat
kubbarnar, sum stabbin hjá Biflu er hægri
enn tann hjá Drekli.
n
Um Drekil hevur tríggjar kubbar í sínum
stabba, hvussu nógvar kubbar hevur Bifla
so fleiri enn hann? (5)
n
Hvussu hugsaði tú teg fram til svarið?
Ein annar góður máti at fata hugtakið
munur er at nýta tallinjuna. Tekna eina
tallinju á talvuna, set merki við tær báðar
mongdirnar og tel, hvussu langt er millum
merkini.
Subraktión við
samanbering
Tel, hvussu nógvir kubbar eru í hvørjum
stabba. Skriva tølini undir stabbunum.
Finn munin á tølunum á kubbum í
hvørjum stabba og skriva saman
beringina sum eitt
minusstykki.
næmingarnar arbeiða saman tveir og
tveir, so at ein, sum dugir raðið at telja
niðureftir, er saman við einum, sum fæst
við at læra tað. So kunnu tey telja í
felag, og í døminum niðast á síðu 44
telja báðir næmingar fyrst „19, 18“ og
síðan „17, 16, 15“ o.s.fr.
Størri avbjóðing
Spæl:
Úr 50 niður í 0
Luttakarar: 2–3
Lat næmingarnar spæla við størri tølum,
t.d. úr 50 niður í 0. Tá kunnu teir rætta
1, 2, 3 ella 4 fingrar upp í hvørjum
umfari.
Tað ber til at biðja næmingarnar
royna at hugsa seg fram til ein máta at
vinna. Men lærarin skal ikki siga teimum
mátan. Tað skulu tey sjálv finna útav!
n
Hvussu skulu vit gera fyri at vinna?
Hvat er at gera?
Síða 44
Subtraktión við broyting
Myndirnar til uppgávurnar eru
gjørdar sum teknirøðir. Næmingarnir
telja, hvussu nógvir lutir eru í
upprunaligu mongdini, og hvussu nógvir
lutir verða tiknir burtur. So finna tey
svarið (hvussu nógv eru eftir) og skriva
alt sum eitt minusstykki undir
tekningunum.
Spæl:
Úr 20 niður í 0
Av og á eiga vit at tosa við
næmingarnar um, hví vit spæla spøl í
støddfrøðitímunum. Tað gevur næm
ingunum innlit í, at spøl kunnu vera ein
góður framferðarháttur til at læra
eitthvørt. Tá ið vit spæla spøl, rokna vit
ofta tað sama roknistykkið fleiri ferðir
upp í saman. Hesar endurtøkurnar gera,
at vit minnast betur. Harumframt kunnu
vit menna skjótari mátar at rokna.
Næmingarnir spæla saman í bólkum
við tveimum ella trimum. Tey skiftast at
rætta 1, 2 ella 3 fingrar upp og telja
aftureftir frá 20. Tann, sum sigur „null“,
vinnur.
Um tann fyrsti næmingurin rættir
tríggjar fingrar upp, skal hann telja „19,
18, 17“. Um næsti næmingur rættir ein
fingur upp, skal hann halda fram at telja
niðureftir og siga „16“. Um næsti
næmingur rættir tveir fingrar upp, skal
hann halda fram við at siga „15, 14“
o.s.fr.
Síða 45
Samrøðumynd
um samanbering
Tá ið vit bera saman, vilja vit hava at
vita, hvussu nógv fleiri eru í tí størru
mongdini enn í tí minnu. Tað gera vit við
at taka líka nógv burtur úr tí størru
mongdini, sum tað er í tí minnu
mongdini, og so hyggja vit, hvussu nógv
er eftir í tí størru.
Uppgávan, sum Bifla og Drekil skulu
loysa, kann verða loyst á tann hátt, at vit
taka 5 kubbar úr stabbanum hjá Biflu.
Hvussu nógvar kubbar hevur hon so
eftir? Vit kunnu eisini seta stabbarnar hjá
Biflu og Drekli lið um lið og telja teir
44
2 • Pluss og minus við tølunum upp í 20
•
Skriva, hvussu nógv er, hvussu nógv hvørvur, og hvussu nógv er eftir.
Spælið er venjing í at telja aftureftir frá 20.
Hvussu nógv er eftir?
Spæl: Frá 20 til 0
9 – 3 =
– =
– =
– =
Spælireglur
Byrja á 20.
Spælararnir skiftast at koyra 1, 2 ella 3 fingrar upp. Tel aftureftir, 1 fyri hvønn
fingur. Tann, sum sigur null, vinnur.
19, 18
17, 16, 15
1, 0.
Eg vann!
4, 3, 2
45
•
Samrøðumynd um samanbering.
Tel kubbarnar í stabbunum, skriva tølini og finn munin teirra millum.
– =
– =
– =
– = – = – =
– = – = – =
8 – 5 = 3
Mín stabbi er 3
kubbar hægri enn tín.
Hvat er munurin?
Egin hugskot
Støddfrøðiligt innihald
n
Subtraktión við broyting og
við samanbering