59
58
Egin hugskot
Næsta stig kann vera at hava kubbar,
sum bæði hava ymsan lit og ymsa stødd,
og so gera tvær ymiskar títtleikatalvur
og stabbamyndir: eina fyri talið á
kubbum av hvørjum liti og eina fyri talið
á kubbum av hvørjari stødd.
n
Hvønn lit hava skúlataskurnar hjá
næmingunum í flokkinum?
n
Hvørji húsdýr hava næmingarnir
í flokkinum?
n
Hvussu nógv systkin hava næmingarnir
í flokkinum?
n
Hvussu koma næmingarnir í flokkinum
í skúla? (til gongu, á súkklu, við bili, við
bussi)
n
Hvørji frítíðarítriv hava næmingarnir
í flokkinum?
At skilja legokubbar
Gev næmingunum eina rúgvu av
legokubbum í ymsum litum, men helst
við somu stødd. So skulu tey skilja
kubbarnar eftir liti, finna talið á hvørjum
liti og gera stabbamynd. Tað kunnu tey
gera ítøkiliga við kubbunum og síðan
skrivliga í kladduheftinum.
striku frá tí ovasta litaða puntinum í tí
grøna stabbanum til tann reyða. So finna
tey svarið við at telja talið á reyðum
puntum oman fyri strikuna.
Størri avbjóðing og
annað virksemi
Gerið kanningar
Flokkurin kann gera sínar egnu kann
ingar. Být næmingarnar í bólkar við 2–3 í
hvørjum. Hvør bólkur fær sítt at kanna.
Úrslitið av kanningini skal verða lagt
fram fyri hinum við einari stabbamynd.
Hvør bólkur skal eisini gera 3–5
spurningar til sína egnu stabbamynd,
sum tey skulu seta hinum í flokkinum.
Dømi um, hvat kann verða kannað:
n
Hvussu nógvar nýggjar tenn hava
næmingarnir í flokkinum fingið?
n
Hygg at bláa stabbanum. Hvør litur er
næstan dupult so høgur? (Tann reyði, har
eru altso næstan dupult so nógvir reyðir
bilar sum bláir.)
n
Hvørjir tveir litir hava næstan líka nógvir
bilar? (Bláur og grønur.)
n
Høvdu tað verið dupult so nógvir svartir
bilar sum bláir bilar, hvussu nógvir svartir
bilar høvdu so verið? (18)
Einfaldari
Hjálp næmingunum at telja á stabbunum.
At loysa uppgávu [..] á síðu 59 kunnu
næmingarnir telja seg fram til svarið: Tá
ið tey skulu vita, hvussu nógvir bláir og
gulir bilar eru til samans, kunnu tey fyrst
telja teir bláu og síðan halda fram at
telja teir gulu. Tá ið tey skulu vita,
hvussu nógvir fleiri teir reyðu bilarnir
eru, enn teir grønu, kunnu tey seta eina
Hvat er at gera?
Síða 58
At lesa stabbamyndir av
Vit kunnu hugsa okkum, at
stabbamyndirnar vísa eitt yvirlit yvir,
hvussu nógvir fuglar eru sæddir á eini
fóðurfjøl í einum ávísum tíðarskeiði, t.d.
ein ella tveir tímar.
Næmingarnir lesa av, hvussu nógvir
eru av hvørjum fugli, og skriva tað á
strikuna undir hvørjari stabbamynd. Ger
vart við ymiskar mátar at lesa
stabbamyndirnar:
–
–
telja hvønn einstakan punt
–
–
hyggja at tølunum á stabbamyndini
og lesa av
Síða 59
At lesa stabbamyndir av
Næmingarnir lesa stabba
myndirnar av og skriva talið á bilum við
hvørjum liti undir hvørjum stabba. Hesi
tølini skulu brúkast at svara
spurningunum í uppgávu .
Vit nýta stabbamyndir sum eina mynd
av, hvussu nógv eru av hvørjum slagnum,
ella hvussu nógv eru, sum hava ávísar
eginleikar. Við at hyggja, hvussu høgir
stabbarnir eru, fáa vit skjótt yvirlit yvir
talið á lutum í hvørjum bólki. Tá ið tikið
verður samanum, er gott at biðja
næmingarnar koma við uppskotum um,
hvat stabbamyndir kunnu verða brúktar
til:
n
Hvat er tað, sum sæst týðiliga í einari
stabbamynd? (Tað er lætt at bera teir
ymisku bólkarnar saman, tú sært skjótt,
hvar flest ella fæst eru, hvar líka nógv eru
o.s.fr.)
At svara spurningum
Næmingarnir skulu svara
spurningunum út frá stabbamyndini.
Viðvíkjandi tekstunum má lærarin meta
um, hvussu næmingarnir skulu arbeiða
við teimum. Ein møguleiki er, at lærarin
fyrst lesur allar fýra uppgávurnar fyri
næmingunum. So kunnu næmingarnir
sjálvir lesa tær, so hvørt sum tey arbeiða
við uppgávunum.
Tað ber væl til at spyrja meiri út frá
stabbamyndunum á hesum síðunum.
Serliga ræður um at bera saman tveir
ella fleiri stabbar, og ikki bara greiða frá
einum stabba:
3 • Hagtøl
58
•
Les av á stabbunum og skriva, hvussu nógir fuglar eru av hvørjum slagnum, á bláu strikurnar.
Hvussu nógv? Les av.
10
15
5
10
15
5
10
15
5
10
15
5
10
15
5
10
15
5
59
•
Les av á stabbunum og skriva svarið á strikuna.
Brúka stabbarnar at svara spurningunum.
Hvussu nógv? Les av.
Hvussu nógvir bilar eru grønir?
Hvussu nógvir bláir og gulir bilar eru til samans?
Hvussu nógv fleiri reyðir enn grønir bilar eru?
Hvussu nógvir bilar eru ikki bláir?
10
15
5
10
15
5
10
15
5
10
15
5
Støddfrøðiligt innihald
n
Lesa stabbamyndir av