Rokning 1c - Lærarabók - page 68-69

69
68
Egin hugskot
sum eru neyvt 20 klips langar. Tey kunnu
eisini tekna eina striku á ovaru helvt av
pappírinum, máta hana, og so tekna eina
nýggja og øðrvísi striku á niðaru helvt,
sum skal vera líka long sum tann ovara.
Ein annar máti, sum er størri
av­bjóð­ing, er at geva næm­ingunum eitt
A4-ark við einari talvu við um leið 9 x
12 puntum (Avritssíða 3.16 í
Avrits­
mappu 1–4
). Uppgávan hjá næm­ing­unum
er so at tekna eina striku, ið er so long,
sum til ber. Tey skulu fylgja strikunum í
talvuni, og strikan, sum tey tekna,
sleppur ikki at krossa seg sjálva.
Pappírsflúgvari
Næmingarnir kunnu gera pappírs­flúgv­
arar og máta, hvussu langt teir flúgva.
Her er gott at nýta meturband at máta
við. Tey kunnu eisini máta við blýantum
umframt, so ein „flogtúrur“ kann vera
seks meturbond og tríggjar blýantar
langur.
striku, sum teir báðir halda vera 25
kubbar langa. So kanna tey longdina við
at leggja kubbarnar á rað. Hava tey tveir
litir, leggja tey fyrst 10 kubbar í øðrum
litinum, so tíggju í hinum litinum o.s.fr.
Soleiðis verður lættari at telja.
Næmingarnir kunnu royna umaftur
einar tvær ferðir. Duga tey so betur at
gita røttu longdina?
Tveir bólkar kunnu eisini arbeiða
saman, so tey fáa fleiri kubbar. Tey
kunnu semjast um eina striku, sum er
50 kubbar long, og so máta hana.
Egnar strikur
Tilfar: Linjal, klips, A4-ark
Lat næmingarnar gera strikur sum tær á
síðu 68 við linjal. Tey skulu fyrst tekna
strikurnar og síðan máta longd­irnar. Tey
kunnu t.d. kappast um at gera strikur,
Einfaldari
Tað er einfaldari at máta við nógvum
klipsum, sum verða løgd hvørt eftir
annað eftir strikunum á síðu 68, heldur
enn at flyta eitt klips.
Størri avbjóðing
Lat næmingarnar loysa uppgávurnar á
síðu 68 og 69 við bara einum klipsi,
einum blýanti og einum hoppibandi.
Hvussu skal uppgávan so verða loyst?
Annað virksemi
Neyvt 25
Tilfar: 25 kubbar (t.d. sentiterningar ella
legokubbar), helst í tveimum ymsum
litum
Næmingarnir kunnu arbeiða saman
tveir og tveir. Næmingarnir tekna eina
eru í líka stórum skóm – altso máta við
somu mátieind.
Vel røttu mátieind
Næmingarnir skulu seta ring um
tað, sum tey halda vera tað skilabestu
máti­eindina. Her er ikki beinleiðis skeivt
at velja okkurt annað enn tað, sum
stendur í lærarabókini.
n
Er hent at brúka klips at máta, hvussu
langt onkur kastar ein lítlan bólt? (Nei,
tað verða alt ov nógv klips ella alt ov ofta
at flyta klipsið.)
n
Hví er tað býtt? (Tað tekur langa tíð, og
tað kann geva skeivt úrslit, tí um klipsið
verður lagt eitt lítið sindur við síðuna av
hvørja ferð, so verður ikki neyvt mátað.)
Hetta er eitt týðandi fyribrigdi í allari
máting.
Síða 69
Kasta og máta
Kasta ein stivla tvær ferðir og
máta longdina við ymiskum máti­am­
boðum: við blýanti, „músafetum“ og við
hoppi­bandi (ella øðrum, sum er 1 – 1,2
m langt). Tey skulu so statt máta hvørt
kast tríggjar ferðir. Næm­ingarnir kunnu
kasta einaferð við høgru hond og
eina­ferð við vinstru.
Bið næmingarnar leggja til merkis,
hvussu sambandið er millum mátieind
og mátital: Um vit máta við músa­fetum,
so fær ein, sum er í stórum skóm, eitt
minni mátital enn ein, sum er í smáum
skóm. Tað merkir, at vit kunnu ikki
saman­bera mátingarnar, uttan so at tey
Hvat er at gera?
Síða 68
Máta við klipsum
Næmingarnir skulu máta fyri at
bera saman, hvussu langt Bifla og Drekil
súkkla. Hvør súkklar longri?
Næmingarnir finna svarið við at máta
við klipsum. Tey telja, hvussu nógvar av
hesum mátieindum røkka fram við
hvørjari striku. Tað nevna vit
mátitalið
.
Um næmingarnir nýta ymsar støddir av
klipsum, fáa tey ymisk mátitøl. Leiðin hjá
Drekli verður fleiri klips long, tess
smærri klipsini eru. Hetta lýsir sam­
bandið millum mátieind og mátital: Tess
minni mátieind, tess størri mátital.
Hetta er eisini innihaldið í uppgávu á
síðu 69. Á henda hátt verður eisini gjørt
vart við vansar av at nýta ófyrisettar
máti­eindir: Fyri at samanbera krevjast
somu mátiamboð. Tað ber so statt ikki
til at biðja ein næming máta leiðina hjá
Drekli og ein annan máta leiðina hjá
Biflu, um klipsini hjá teimum ikki eru líka
long.
Tá ið tikið verður samanum, má
dentur verða lagdur á, at tað ræður um
at leggja mátieindirnar hvørja eftir aðra.
Er frástøðan 12 klips, so merkir tað 12
klips, sum liggja á rað hvørt eftir annað,
onga­staðni omaná hvørjum øðrum og
eingi glopp. Vís kanska, at um summi
klips liggja omaná hvørjum øðrum, so
brúka vit fleiri klips at máta somu longd
(mittasta rað). Leggja vit tey við gloppi
ímill­um, so brúka vit færri klips at máta
somu longd (niðasta rað):
4 • At máta longd
68
Hvør súkklar longri?
Máta eftir strikunum við klipsum at vita, hvør kemur longri. Skriva longdirnar í rútarnar. Set kross við vinnaran.
69
Kasta ein stivla og máta longdina við ymsum mátiamboðum: Blýanti, hoppibandi, ella fóti. Skriva talið í rútarnar.
Skift orð um, hvørji mátiamboð eru hóskandi at máta við. Næmingarnir seta ring um tað, teir velja.
Kasta og máta við ymsum amboðum.
Hvat er best at máta við? Set ring um.
Støddfrøðiligt innihald
n
Máta longdir við ófyrisettum
mátieindum
n
Týdningurin av at nýta ymiskar
mátieindir
Tilfar/amboð
n
Klips, blýant, hoppiband ella
annað band
I...,48-49,50-51,52-53,54-55,56-57,58-59,60-61,62-63,64-65,66-67 70-71,72-73,74-75,76-77,78-79,80-81,82-83,84-85,86-87,88-89,...150
Powered by FlippingBook