Rokning 1c - Lærarabók - page 84-85

85
84
Egin hugskot
Hvat er at gera?
Síða 84
Leyp tíggju í senn
Ger eitt talrað við at leypa 10
hvørja ferð.
Finn røttu upphæddina
Set striku frá hvørjari vøru til
samsvarandi upphædd.
Hvussu nógvar krónur?
Skriva upphæddina. Minn
næm­ing­ar­nar á, at ein tíggjukróna
um­boðar tíggju krónur.
Tá ið arbeiðið við hesum síðunum er
liðugt, eiga næmingarnir at duga
tíggjararnar upp í 50. Eru næmingar, sum
framvegis ivast, eiga tit at gera meira
burtur úr at telja. Tá ið næm­ing­ar­nir
telja tíggjarar uppeftir, kann vera
hóskandi at biðja tey rætta ein fingur
upp fyri hvønn tíggjara: Rætt ein fingur
upp og sig „tíggju“. Rætt ein fingur
afturat upp og sig „tjúgu“. Rætt tríggj­ar
fingrar upp og sig „tríati“. Rætt fýra
fingrar upp og siga „fjøruti“ o.s.fr.
n
Nú havi eg fimm tíggjarar (rætt fimm
fingrar upp). Hvussu nógvir eittarar eru
tað? (Fimmti.)
Síða 85
Hvussu nógvar krónur?
Set striku frá hvørjum sparigrísi
til rætta pláss á tallinjuni. Her eru bæði
einkrónur, fimmkrónur og tíggju­krónur.
Næm­ingarnir skulu so statt ikki finna
talið á myntum, men talið á krónum og
merkja tað á tal­linjuni.
Tað er eitt gott hugskot av og á at
práta við næmingarnar um, hví vit
arbeiða við ymiskum mátum at vísa tøl
og mongdir. Hví vit stundum nýta
ítøki­ligar lutir, stundum tekna vit, og
stundum nýta vit talstavir. Til tvey­sifrað
tøl brúka vit bæði pengar (tíggju­krónu
og ein­krónu), stavar, kubbar og perlu­
bond umframt tal­stavir. Tað ger
næm­ing­arnar medvitandi um, at tað
kann vera hent at nýta ítøkiligar lutir at
læra við og at loysa uppgávur við. Tá ið
vit skulu royna at skilja okkurt í
stødd­frøði, ella tá ið vit skulu loysa eina
5 • Tøl upp í 100
84
Skriva tølini, sum mangla. Leyp við 10 millum rútarnar.
Tekna strikur frá prísunum til pengarnar.
Skriva summin við talstavum.
Leyp 10 í senn.
Tekna strikur til rætta summin.
Hvussu nógvar krónur?
30 kr
kr
kr
kr
kr
kr
30 kr
20 kr
40 kr
50 kr
10
20
60
85
0
10
15
25
35
5
20
30
40
Tekna strikur til tallinjuna.
Tekna pengarnar.
10
5
15
25
35
45
20
30
40
Finn summin av pengum í sparigrísunum og tekna strikur til talstavirnar á tallinjuni.
Tekna pengar í sparigrísarnar.
upp­gávu, har vit ikki rættiliga vita,
hvussu vit skulu gera, kann tað vera
hent at finna aðrar mátar. Við at brúka
pengar, kubbar, perluband ella tekning av
onkrum av hesum kann tað vera, at vit
skilja okkurt betur, ella at vit klára at
loysa eina uppgávu, sum vit ikki dugdu
við talstavum einsamøllum.
Tekna rætta upphædd
Tekna pengar, sum svara til tað
talið, sum strikan vísir á tallinjuni. Tað
eru nógvir mátar at tekna upp­hæddir­
nar. Bið næmingarnar royna at finna
mátar, har tey brúka so fáar myntir,
sum til ber.
n
Hvat tal vísir strikan frá tí mittasta
sparigrísinum í ovara raði? (17)
n
So kunnu vit tekna 17 einkrónur. Men er
nakar annar máti at tekna 17 krónur, so
at okkum ikki tørvar so nógvar myntir?
(T.d. eina tíggjukrónu, eina fimmkrónu og
tvær einkrónur.)
Einfaldari
Lat næmingarnar arbeiða við ítøkiligum
myntum. Tey kunnu t.d. spæla handil og
finna rætta prísin á ymsum vørum.
Eru næmingarnir vanir at nýta
perlu­band, kunnu tey fáa ta uppgávu at
finna upphæddirnar á perlu­band­inum.
Har svarar hvør tíggjukróna til tíggju
perlur. At telja tríggjar tíggju­krónur
svarar til at finna tríggjar tíggj­ara­bólkar
á perlubandinum.
Størri avbjóðing
Næm­ingarnir kunnu gera hvørjum
øðrum talslangur. Tey, sum duga, kunnu
saktans fara upp um 100.
Bið næmingarnar finna so nógvar
ymiskar mátar, sum til ber, at tekna 40
krónur við myntum. Fyri at avmarka talið
á mátum eitt sindur er hent at til­skila, at
tað er ikki loyvt at brúka fleiri enn tíggju
myntir. Í tí føri ber til at finna 11 ymiskar
mátar:
n
20–20
n
20–10–10
n
20–10–5–5
n
20–5–5–5–5
n
20–10–5–1–1–1–1–1
n
20–5–5–5–1–1–1–1–1
n
10–10–10–5–5
n
10–10–5–5–5–5
n
10–5–5–5–5–5–5
n
5–5–5–5–5–5–5–5
n
10–10–10–5–1–1–1–1–1
Annað virksemi
Vit spæla handil
Lat nakrar prísir vera heilar tíggjarar, og
nakrar tøl, sum eru minni enn tíggju.
Spæl:
Til endan á linjuni
Tilfar: Ein terningur, ein tallinja úr 0 upp
í 100 (Avritssíða 64 í Avrits­mappu 1–4),
ein snariskiva við seks geirum (Avrits­
síða 66 í
Avritsmappu 1–4)
, har trý rúm
eru merkt við eitt­arum, og trý rúm eru
merkt við tíggj­arum.
Hvør spælari hevur sína tallinju. Hvør
næm­ingur skal fyrst ringla við tern­ing­
inum og so snurra klipsið á snari­skivuni.
Endar klipsið á einum eittara, merkir
tað, at næmingurin skal leypa so nógvar
eittarar, sum eyguni á terning­inum vísa,
frameftir á tallinjuni. Endar klipsið á
einum tíggjara, skal spæl­arin leypa so
nógvar tíggjarar, sum eyguni á
terninginum vísir. Hann loypur hagar og
setur eitt nýtt merki á tal­linjuna.
Tann, sum fyrst kemur upp á 100,
vinnur.
Støddfrøðiligt innihald
n
Telja tíggjarar
n
Duga myntirnar
n
Seta á tallinju
2EGN UT
)+
½
'&
3
-,
½
+&
3
.-
½
)&
3
,-
½
(&
3
++
½
(&
3
/(
½
)&
3
-+
½
(&
3
.)
½
+&
3
(VA ER FORSKJELLEN
-) ')
½
3
,* ('
½
½
3
½
½
3
½
s
&INN FORSKJELLEN MELLOM ANTALL KORT
ss
&INN FORSKJELLEN MELLOM TALLENE "RUK GJERNE TALLINJEN TIL HJELP
,&
)'
)(
,)
*)
.+
+&
(*
-*
))
,-
(+
',
+-
*-
Spillet:
«Til starten av linjen»
Utstyr: en terning, en tallinje fra
0 til 100 (Kopioriginal 64 i
Kopiperm
1–4
), en spinner med seks felt
(Kopioriginal 66,
Kopiperm 1–4
), der
tre felt er merket med enere og tre
felt er merket tiere.
Spillerne har hver sin tallinje. Alle
starter på 100.
For hver gang e
skal han først k
å snurre spinne
sen på en ener,
skal hoppe bak
mange enere so
Stopper derimo
tier, skal eleven
mange tiere so
gen viser. De h
nytt merke på t
Førstemann til
I...,64-65,66-67,68-69,70-71,72-73,74-75,76-77,78-79,80-81,82-83 86-87,88-89,90-91,92-93,94-95,96-97,98-99,100-101,102-103,104-105,...150
Powered by FlippingBook