93
92
Egin hugskot
vinstrumegin 37. Fær hann 22 í næsta
umfari, kann hann ikki seta tað talið
nakrastaðni og má bíða til næsta umfar.
Vinnari er tann, sum fyrst fær útfylt
øll millumrúmini við tølum, sum standa í
vaksandi raðfylgju.
Nú skulu næmingarnir halda fram við
talraðnum til høgru. Tey kunnu gera tað
við at siga tølini í felag, so hvørt sum
lærarin peikar á punktini: „10, 15, 20,
25, 30.“ Tað ber eisini til at lata
næmingar skiftast at koma upp til
talvuna at skriva næsta talið í talraðnum.
Ger hetta nógvar ferðir. Summir
næmingar fara helst at velja einføld tøl
til tey bæði fyrstu punktini, og onnur
fara at velja tøl við størri avbjóðing.
Tað ber eisini til at byrja við einum
punkti longst til høgru á tallinjuni og
síðan tekna tað næsta punktið vinstru
megin. Tá skulu næmingarnir halda fram
við talraðnum aftureftir.
Spæl:
Talstigi
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Talkort við sifrunum 0–9
Byrja við at tekna eina tóma tallinju á
talvuna. Set merki á eitt punkt langt úti
vinstrumegin:
Spyr næmingarnar, hvat tal, tey halda,
skal standa har. Næmingarnir kunnu
nevna okkurt tilvildarligt tal, t.d. 10.
Skriva hetta undir merkinum og set
merki við eitt punkt afturat:
10
Spyr næmingarnar, hvat tal hetta er.
Aftur kunnu næmingarnir nevna hvat
sum helst, t.d. 15. Skriva tað undir
merkinum og merk nøkur punkt afturat
høgrumegin.
10 15
lærarin royna at vísa, hvussu sambandið
er millum perlubandið og tølini á
tallinjuni í bókini.
Størri avbjóðing
Á síðu 93 kunnu næmingarnir gera sínar
egnu uppgávur við fyrst at broyta tølini
við endan á tallinjunum. Tey kunnu
annaðhvørt bara broyta endatalið (frá
50 og 100 til størri tøl), ella broyta
byrjanartalið eisini. Síðan broyta tey
tølini, sum skulu verða sett á um leið
rætta pláss á tallinjuni.
Annað virksemi
Talrøð á tómari tallinju
Hetta virksemið hóskar til ein bólk av
næmingum ella ein heilan flokk.
Støddfrøðiligt innihald
n
Menna linjurætta talfatan: Seta
tøl á eina tallinju
Hvat er at gera?
Síða 92
Tekna strikur til tallinjuna
Tekna eina striku frá hvørjum tali
til rætta stað á tallinjuni. Ger
næmingarnar varar við, at tann niðasta
tallinjan byrjar á 40, ikki á 0.
Eins og á undanfarnu síðu ræður um
at lata næmingarnar loysa uppgávurnar á
tann hátt, tey sjálv velja. Eygleið, hvussu
tey gera. Nýta næmingarnir ymsar mátar
at loysa uppgávurnar, er tað vert at
nevna, tá ið tikið verður samanum. Bið
næmingarnar greiða frá, hvussu tey
hugsa, tá ið tey loysa uppgávurnar.
n
Hvussu ber til at hugsa seg fram til, hvar
15 skal standa? (Byrja á 10 og telja 5
afturat.)
n
Eru aðrir mátar? (At 15 er mitt millum
10 og 20, og strikan har er eitt sindur
longri enn hinar.)
E
ru uppaftur aðrir mátar? (Ja, at telja 5
aftureftir frá 20.)
Síða 93
Tekna strikur til tallinjuna
Tekna strikur frá hvørjum tali til
um leið rætt pláss á tallinjuni. Her er
ikki avgerandi, at næmingarnir finna
neyvt rætta staðið. Tað, sum hevur
týdning, er, hvussu tey hugsa, tá ið tey
seta strikuna. Bifla greiðir frá, hví hon
velur at seta 25 júst har, sum hon ger.
Bið næmingarnar greiða frá, hví tey gera,
sum tey gera. Tað gevur gott innlit í
talfatanina hjá einstøku næmingunum.
Einfaldari
Vís næmingunum, hvussu tey kunnu
finna veg á tallinjuni við at hyggja at
tíggjarunum: Fyri at seta striku til 56 á tí
niðastu tallinjuni á s. 92 kunnu vit fyrst
finna 50 (tá hava vit funnið tíggjararnar í
56). So leypa vit 6 afturat frameftir. Um
tað ikki eydnast næmingunum at finna
tíggjararnar, kunnu tey heldur brúka
Avritssíðu 64B í
Avritsmappu 1–4
. Tær
báðar tallinjurnar (0–50 og 50–100) eiga
at verða límaðar saman í eina langa
tallinju. Er tað framvegis ov torført,
kunnu næmingarnir royna fyrst at finna
tølini á einum perlubandi. Síðan kann
M
5 • Tøl upp í 100
92
Tekna strikur til tallinjuna.
8
4
13
18
27
25
36
0
10
20
30
40
40
50
60
70
80
45
56
47
57
76
65
74
69
9
13
15
23
29
31
32
35
0
10
20
30
40
•
Vita, hvar tølini eru á tallinjuni. Tekna so strikur frá talstavunum til rætta plássið á tallinjuni.
Um leið hvar á tallinjuni eru tølini?
12
60
10
20
75
25
37
69
50
49
81
80
0
50
50
100
0
100
30
8
25
45
0
50
25 er um leið her,
mitt ímillum 0 og 50!
93
•
Tekna strikur frá tølunum til um leið har, sum tey eru á tallinjuni.
Næmingarnir tekna hvør sín stiga við
sjey trinum, t.e. við seks millumrúmum:
Næmingarnir skiftast at taka tvey kort
og seta kortini saman til eitt tveysifrað
tal. Hetta talið skal verða skrivað í eitt
av millumrúmunum í stiganum. Fær ein
næmingur t.d. 3 og 7, kann hann gera 37
og skriva tað soleiðis:
Tað, sum um ræður, er at seta øll tølini,
sum verða gjørd, inn í hvør sítt millum
rúm. Men tølini skulu standa í vaksandi
raðfylgju. Fær næmingurin næstu ferð 2
og 3, kann hann annaðhvørt gera 23 ella
32. Uttan mun til, hvat hann velur, má
hann skriva tað í tann tóma rútin