Rokning 1c - Lærarabók - page 106-107

107
106
næstu ferð, hann eigur, draga summin á
terningunum frá tí talinum, sum stendur
á arkinum.
Verður spælt í avmarkaða tíð, vinnur
tann, sum er næstur 62, tá ið tíðin er
úti.
Spæl:
Minnisspæl
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Kort við additiónsuppgávum ella
svari. Ger minst 20 kort til samans, 10
uppgávur og 10 svar.
Legg kortini út á borðið í tveimum
økjum við tølunum niðureftir. Vend
einum korti í hvørjum øki og vita, um
tey hóska saman. Gera tey tað, fært tú
hesi kortini og sleppur at taka um­aftur.
Hóska tey ikki saman, verða tey løgd
aftur, og næsti luttakari eigur at taka
kort. Vinnari er tann, sum fær flest kort.
Egin hugskot
Gera næmingarnir soleiðis, kann lærarin
vísa, hvussu tað verður skrivað sum
18+2+4 á strikunum undir uppgávuni.
18 6
18 2 4 24
Størri avbjóðing
Set sifrið „1“ framman fyri øll tølini á
snari­skivuni, so hon gongur frá 12 upp í
19. Lat næmingarnar loysa uppgávur eins
og tær á síðu 107 í kladdu­heft­inum hjá
sær. Næmingarnir venja seg at leggja
tveysifrað tøl saman. Tey skulu framvegis
skriva, hvussu tey gera, tá ið tey rokna í
høvdinum, t.d. við at skriva
millumrokningarnar niður í kladduheftið.
og skrivað í bókina. Tað hentasta er
hvørja ferð at taka tað tveys­ifraða talið
sundur, tí tá gerst hetta týðiligari.
Ein annar máti er at biðja næm­ing­ar­
nar nýta perluband at loysa upp­gávur­nar.
Tá er lættari at leypa frá tí størra
talinum í uppgávuni, men næm­ing­arnir
eiga sjálvir at velja, hvar teir byrja. Ætlar
lærarin at vísa teimum onkran lættari
máta at leypa á perlu­bandinum, má hann
ansa væl eftir, at næmingarnir fylgja við
og skilja mátan. Verður lopið frameftir,
er ofta snilt at leypa fram til næsta
tíggjara. T.d. rokna 18+6 við fyrst at
leypa tvær perlur fram til 20, og so fýra
tær seinastu upp í 24.
+2
+4
betur við at gera tað umaftur og
um­aftur: Tað festir seg í minnið, so at
næmingar­nir minnast hetta, hóast teir
ikki loysa hetta slagið av uppgávum í
eina tíð. Í øðrum lagi er tað, at tey skulu
loysa nógvar sama slag uppgávur, ein
venjing í at finna munabetri mátar at
loysa tær. Tað ber í sær, at hóast summir
næmingar nú duga at loysa upp­gávurnar,
gagnar tað teimum kortini at loysa
nógvar uppgávur, ið líkjast.
Einfaldari
Lat næmingarnar loysa uppgávurnar við
kubbum (ið verða settir saman til
tíggjara­stavar) ella við pengum (tíggju­
krónum og einkrónum). Verður tað
gjørt, ræður um at vísa næm­ing­unum,
hvussu tað, sum tey gera við ítøkiligum
lutum, kann vera umboðað av talstavum
Hvat er at gera?
Síða 106
Snurra og rokna
Næmingarnir snurra klipsið um
blýantin á snariskivuni. Úrslitið verður
skrivað í puntin, so ein additións­upp­gáva
verður burturúr. Næmingarnir rokna
hana við annað­hvørt:
n
at taka tað fyrra talið sundur í tíggjarar
og eitt­arar (so kunnu tey leggja eitt­ar­ar­
nar saman fyri seg og síðan leggja aftur
at tíggjarunum), ella
n
taka tað seinna talið sundur, so at tey
fyrst rokna upp til heilan tíggjara og
síðan leggja restina av eittarunum
afturat.
Kanska eru næmingar, ið rokna svarið í
høvdinum. Tað kann vera, tí at tey duga
mátan uttan at skriva niður, ella við at
tey telja seg fram. Tey skulu kortini
skriva tøl á tær tríggjar strikur­nar undir
sjálvari uppgávuni at vísa, hvussu tey
hugsa; tey skulu ikki bara skriva svarið.
Hjá teimum, sum telja seg fram, er hetta
ein máti at læra munabetri
framferðarhættir. Hjá teimum, sum
longu nýta hesar hættir, er tað ein hjálp
at gerast medvitandi um, hvussu tey
gera.
Síða 107
Snurra og rokna
Næmingarnir snurra eitt klips á
snari­skivuni á síðu 106 og skriva úrslitið
í puntin, so at ein additións­upp­gáva
verður burturúr. Næmingar­nir taka
sundur annaðhvørt tað fyrra ella tað
seinna talið, skriva undir upp­gávuni og
rokna svarið, eins og á síðu 106.
Greið næmingunum frá, at í stødd­
frøði arbeiða vit við hvørt leingi við
sama slagi av uppgávum. Tað er ein
góður máti at læra. Ætlanin við tí er í
fyrra lagi, at næmingarnir læra bæði
mátar at rokna og at rokna í høvd­inum
Ger roknistykki!
Snurra eitt klips á
snariskivuni eina ferð fyri
hvørja uppgávu.
Skriva talið í rútin og
rokna.
16 + 3 =
So skrivi eg 3
í rútin.
Klipsið kom á 3!
6 • Pluss og minus
106
Næmingarnir gera roknistykki og venja soleiðis mannagongdina frá undanfarnu síðunum 104 og 105.
27 +
=
+ + =
46 +
=
+ + =
39 +
=
+ + =
58 +
=
+ + =
Brúka snariskivu og klips at gera roknistykki. Rokna.
107
Næmingarnir gera roknistykki og venja víðari mannagongdina frá undanfarnu síðunum 104 og 105.
18 +
=
+ + =
24 +
=
+ + =
36 +
=
+ + =
52 +
=
+ + =
+ 19 =
+ + =
+ 47 =
+ + =
37 +
=
+ + =
+ 74 =
+ + =
25 +
=
+ + =
66 +
=
+ + =
33 +
=
+ + =
38 +
=
+ + =
Annað virksemi
Spæl:
Sparigrísurin
Spælið spælið Sparigrísurin, sum er á
síðu 89 í
grundbókini
, nakrar ferðir. Hygg
eisini á síðu 89 í hesari bókini, hvussu til
ber at víðka um spælið.
Spæl:
62
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Tveir terningar til hvønn bólkin
og eitt ark at rokna á til hvønn spælara
Spælararnir skiftast at ringla við
tveimum terningum og skriva niður,
hvussu nógv eyguni vísa til samans. Í
næsta umfari leggja tey summin á
eygu­num, sum terningarnir vísa, saman
við talinum, sum stóð á arkinum
frammanundan. Soleiðis verður hildið
fram, til ein spælari rakar talið 62. Fær
ein spælari meiri enn 62, má næmingurin
Støddfrøðiligt innihald
n
Additión av eittsifraðum og
tveysifraðum tølum við
tíggjaraskifti
Tilfar/amboð
n
Klips
n
Møgulia base 10-tilfar,
sentiterningar, litstavar og tílíkt
37 + 6
43
I...,86-87,88-89,90-91,92-93,94-95,96-97,98-99,100-101,102-103,104-105 108-109,110-111,112-113,114-115,116-117,118-119,120-121,122-123,124-125,126-127,...150
Powered by FlippingBook