117
116
Síða 117
Spurnakanning
Næmingarnir skulu gera eina
spurnakanning, har teir spyrja hinar
næmingarnar ella onkran annan, í
skúlanum ella við hús, hvørja árstíð
teimum dámar best. Fyri hvønn persón,
tey spyrja, seta tey eina teljistriku í
talvuna úti fyri tí árstíðini, sum svarað
verður.
Brúka tað innsavnaða tilfarið til at
telja stórar mongdir, sum saktans kunnu
vera upp í 100. Legg serliga dent á
talskipanina: x–ti, x–ti–eitt, x–ti–tvey,
x–ti–trý o.s.fr., sum verður endurtikið
fyri hvønn tíggjara. Venjið eisini
raðfylgjuna á tíggjarunum: tíggju, tjúgu,
tríati, fjøruti, fimmti, seksti, sjeyti, áttati,
níti, hundrað.
7 Tíð
Næmingarnir læra
hugtøk, sum lýsa tíð: mánaðir,
árstíðir og vikudagar.Tey læra
eisini at lesa av heilar og hálvar
tímar á samgildum klokkum, og
tey læra at meta um, hvussu
langur ein tími er.
Støddfrøðiligt innihald
n
Mánaðirnir og raðfylgjan á
teimum
n
Árstíðir
n
Spurnakanning og stabbamynd
Hvat er at gera?
Síða 116
Samrøðumynd um árið
Samrøða um mánaðir og árstíðir.
Málið er, at næmingarnir skulu læra seg
mánaðirnar og raðfylgjuna á teimum, og
at vita, hvørjir mánaðir hoyra til hvørja
árstíð.
Spurningar til næmingarnar hava
samband við tað, sum er at síggja á
myndunum, og hvat tey annars kunnu
hugsast at gera í teimum ymsu mánað
unum og árstíðunum. Set t.d. spurningar
sum hesar:
n
Minnast tit, hvussu onkur mánaður eitur?
n
Hví minnast tit júst tann mánaðin? (Tað
kann t.d. vera jól í desember ella
summarfrí í juli.)
n
Í hvørjum mánaði hava tit føðingardag?
n
Hvørjum mánaði byrjar tað nýggja árið
við? (Januar)
n
Hvussu eitur mánaðurin, sum kemur
aftan á mars? (Apríl)
n
Hvussu eitur mánaðurin, sum er undan
oktober? (September)
n
Hvørjir mánaðir hoyra til várið? (Mars,
apríl, mai)
n
Hvussu nógvar árstíðir eru? Hvussu eita
tær?
n
Hvussu nógvir mánaðir eru í einum ári?
n
Minnast tit, hvussu allir mánaðirnir eita?
Skift ímillum grundtøl og raðtøl, tá ið
mánaðirnir verða umrøddir eftir
nummari:
n
Hvør mánaður er tann áttandi? (August)
n
Hvør mánaður er nummar trý? (Mars)
n
Hvat nummar er mánaðurin, tá ið tú
fyllir?
Tíð
7
J
A
N
U
A
R
F
E
B
R
U
A
R
M
A
R
S
A
P
R
Í
L
M
A
I
J
U
N
I
J
U
L
I
A
U
G
U
S
T
S
E
P
T
E
M
B
E
R
O
K
T
O
B
E
R
N
O
V
E
M
B
E
R
D
E
S
E
M
B
E
R
116
117
Hvørja árstíð dámar tær best?
Vetur
Vár
Summar
Heyst
10
15
20
25
5
10
15
20
25
5
10
15
20
25
5
10
15
20
25
5
•
Kanna, hvussu nógvum dámar tær ymsu árstíðirnar. Skriva teljistrikur í talvuna.
Ger eina stabbamynd við at lita líka nógvar rútar, sum teljistrikur eru fyri hvørja árstíð.
Teljistrikur
Stabbamynd
Tá ið næmingarnir eru lidnir at
savna saman svar, skulu teir telja svarini
fyri hvørja árstíð. Talið skal verða merkt
í stabbamyndini. Eru t.d. seks persónar,
sum hava svarað, at teimum dámar best
veturin, verða seks rútar litaðir í
stabbanum uppi yvir orðinum vetur.
Einfaldari
Uttan iva eru nógvir næmingar á hesum
stigi, sum hava lítlar royndir av kalend
arum og nøvnunum á mánaðunum. Tað
hevur týdning, at næmingarnir síggja
hetta í gerandisdegnum. Hygg á síðu 5 í
hesari bókini, har dagfesting verður
umrødd. Tað er eisini ein fyrimunur at
fáa foreldrini at vera við til at læra hetta.
Í uppgávunum á síðu 117 kunnu
næmingarnir arbeiða tveir og tveir
saman, bæði við at spyrja og við at gera
stabbamyndina. Báðir næmingar eiga tó
at skriva niður í sína egnu bók.
Størri avbjóðing
Í staðin fyri at spyrja, hvørja árstíð fólki
dámar best, kunnu næmingarnir spyrja,
hvør mánaður er best dámdur. Tá mugu
tey fyrst gera eina talvu til teljistrikur og
síðan eina stabbamynd at vísa úrslitið í.
Annað virksemi
Ger eitt mánaðaryvirlit á eitt ella fleiri
stór ørk at heingja upp í skúlastovuni.
Lat næmingarnar gera hóskandi
tekningar til hvønn mánað. Tey kunnu
eisini skriva føðingardagar sínar og
annað, sum er knýtt at hvørjum
einstøkum mánaði ella hvørji einstakari
árstíð.
Skipa mánaðirnar í raðfylgju
Hetta virksemið er gott at hava
uttandura ella í fimleikahøllini. Ger skelti
við nøvnum á øllum mánaðunum, eitt
navn á hvørt skelti. Gev næmingunum
hvør sín mánað. So skulu tey renna ella
dansa runt, og tá ið eini boð verða givin,
skulu tey gera bólkar við tólv í hvørjum,
har allir mánaðir eru umboðaðir. Í
hvørjum bólki skulu næmingarnir stilla
seg á rað eftir mánaði og byrja við
januar. Verður ein bólkur, har færri enn
tólv næmingar eru, skulu tey kortini
stilla seg á rað við teimum mánaðunum,
sum tey hava.
Hvønn mánað hugsi eg um?
Lærarin ella ein næmingur hugsar um ein
ávísan mánað. Hinir næmingarnir skulu
so gita, hvør mánaðurin er, við at koma
við uppskotum. Tann, sum hugsar um
ein mánað, hevur bara loyvi at svara:
„Tað er áðrenn …“, „Tað er aftan á …“
ella „Tað er rætt.“ Mánaðirnir skulu
verða hugsaðir inni í einum ári. Tað vil
siga, at januar er áðrenn desember,
hóast januar í veruleikanum er beint
aftan á desember, men í einum nýggjum
ári. Lærarin eigur at tosa við
næmingarnar um hetta.
Dømi: Lærari hugsar um „august“.
Næmingur: Er tað apríl?
Lærari: Tað er aftan á apríl!
Næmingur: Er tað desember?
Lærari: Tað er áðrenn desember!