127
126
Egin hugskot
Spæl:
Klokkubingo
Luttakarar: 2–30
Tilfar: Ein bingopláta við urskivum í part
Gev næmingunum hvør sína bingoplátu
við 3 x 3 puntum. Í hvørjum punti er ein
tóm urskiva. Næmingarnir seta sjálvir
klokkutíðir við at tekna vísarar,
annaðhvørt heilar ella hálvar tímar.
Lærarin sigur eina klokkutíð, og tey, sum
hava ta klokkutíðina, seta kross í tann
puntin. Tann, sum fyrst fær fulla plátu,
vinnur.
Venjing við klokku
Sí Avritssíðu 3.13 og 3.14 í
Avritsmappu
1–4
.
kross á hana. Tann, sum fyrst fær „fimm
á rað“, vinnur.
Høvuðbrot:
„
Sunnudagstúrur“
Avritssíða 68b í
Avritsmappu 1–4
Bifla og Drekil fara sunnudagstúr.
Næmingarnir skulu tekna tær ymsu
klokkutíðirnar gjøgnum dagin.
Annað virksemi
Skipa fyri føðingardegi
Gerið eina ætlan yvir ymiskt virksemi í
einum føðingardegi, sum skal vara t.d. 4
tímar. Tíðarætlan skal vera fyri alt
virksemi. Næmingarnir kunnu tekna,
hvat skal fara fram, og tekna klokku
tíðirnar.
Einfaldari
Nýtið eina leikaklokku og leggið serliga
dent á heilar tímar, at stóripinnur tá
peikar beint uppeftir, og at lítlipinnur
stendur beint á einum tali, sum vísir
klokkutíðina.
Størri avbjóðing
5 á rað
Hvør næmingur fær eina bingoplátu við
5 x 5 puntum. Næmingarnir skriva eina
talgilda klokkutíð í hvønn puntin. Har
skulu bara vera heilir ella hálvir tímar,
t.d. 5.00, 12.30, 14.00. Lærarin (ella ein
næmingur) setur vísararnar á einari
stórari samgildari leikaklokku, og bara
heilar ella hálvar tímar. So verður
hendan klokkan víst fram, og tey, sum
hava samsvarandi talgilda klokkutíð, seta
Hvat er at gera?
Síða 126 Roynd
Skipa mánaðirnar
Skipa mánaðirnar við at tekna
eina striku frá hvørjum mánaði til rætta
raðtalið.
Les klokkurnar av
Tekna vísarar, so at klokkurnar
vísa røttu klokkutíðina.
Tekna vísarar
Tekna vísarar, so at klokkurnar
vísa røttu klokkutíðina.
Síða 127 Venjing
Nær á degnum
hendir hetta?
Tekna strikur frá myndunum til hóskandi
klokkutíð. Har er ikki bara eitt rætt
svar. Næmingarnir kunnu svara øðrvísi
enn í svarlistanum, men tá mugu tey
grundgeva fyri tí. Tey kunnu t.d. sparka
fótbólt í skúlanum, altso klokkan 11. Og
tey kunnu gera skúlating seinnapart,
klokkan 17.
n
Nær hyggur drongurin í sjónvarp?
n
Nær busta tit tenn?
Les klokkuna av
Les klokkuna av og skriva
klokkutíðina undir hvørjari klokku:
n
Hvussu nógv er tann fyrsta klokkan? (3)
n
Hvat fer hon at vísa um 2 tímar? (5)
n
Hvat fer hon at vísa um ein hálvan tíma?
(Hálvgum fýra.)
Tekna vísarar
Tekna vísarar, sum samsvara við
klokkutíðina undir hvørjari klokku.
n
Hvar standa vísararnir á tí seinastu
klokkuni? (Lítlipinnur stendur millum 8
og 9, stóripinnur vísir beint niðureftir.)
n
Hvar stóðu vísararnir ein hálvan tíma
frammanundan? (Lítlipinnur á 8 og
stóripinnur beint uppeftir, á 12.) Hvussu
nógv var klokkan tá? (8)
Roynd
7 • Tíð
126
Tekna strikur frá mánaði til nummar.
Hvussu nógv er klokkan?
Tekna pinnar.
5
10
hálvgum 1
hálvgum 9
12.
11.
10.
9.
8.
7.
6.
5.
4.
3.
2.
1.
JANUAR
SEPTEMBER
MAI
MARS
APRÍL
JUNI
AUGUST
FEBRUAR
OKTOBER
DESEMBER
NOVEMBER
JULI
•
Tekna strikur frá mánaði til rætta raðtalið.
Skriva, hvussu nógv klokkan er.
Tekna pinnar á klokkuna.
Ansa eftir, at lítlipinnur og stóripinnur eru ymiskir til longdar.
Roynd
•
127
Venjing 1
Tekna strikur frá myndunum til røttu tíðina á degnum. Næmingarnir skulu grundgeva fyri sínum svarum.
Skriva, hvussu nógv
klokkan er.
Tekna pinnar á klokkurnar. Ansið eftir, at lítlipinnur og stóripinnur hava røttu longdina.
Tekna strikur til røttu tíðina á degnum.
Hvussu nógv er klokkan?
Tekna pinnar.
4
7
hálvgum 3
hálvgum 9
Støddfrøðiligt innihald
n
Vikudagarnir
n
Lesa klokku av, heilar og hálvar
tímar
Tilfar/amboð
n
Klokka (Avritssíða 12 aftast í
hesari bókini)