111
110
Egin hugskot
Stigini, sum tey fáa fyri kastið, draga tey
frá tí stigatalinum, sum tey høvdu eftir
aftan á seinasta kast. Bólkurin, sum
kastaði tann grøna posan, fær t.d. 7 í
fyrsta kasti og kemur niður á 50
–
7=43
stig. Rakar bólkurin ongan ring, kunnu
tey draga 2 stig frá.
Hvør bólkur skal hava stór ørk at
skriva roknistykkini á, so at hinir
bólkarnir fáa fylgt við. Tað ber eisini til
at rokna stigini út við at leypa aftureftir
á einari tallinju ella perlubandi.
Hvussu nógv suppuhorn
(makaronni)?
Lærarin vísir næmingunum eitt glas við
suppuhornum. Næmingarnir skulu royna
at gita, hvussu nógv eru í glasinum. Tey
fáa at vita, at talið er millum 0 og 100.
Hvør skrivar sítt uppskot á ein seðil.
Lærarin sigur, hvat rætta talið er, og
hvør næmingur skal finna munin millum
tað, sum hann gitti, og tað rætta talið.
Tann, sum hevur minsta munin, vinnur.
Tað ber væl til at gera hetta fleiri ferðir.
Lærarin kann hava gløs standandi klár
í skápinum við 10, 20, 30 … 100
suppuhornum í hvørjum. Koyrir hann
nøkur fá í afturat, er skjótt hjá lærara
num at hava ivaleyst av uppgávum til
reiðar.
Annað virksemi
Spæl:
Kasta í hularingar:
Fyrst niður á null
Luttakarar: Bólkar við tveimum
næmingum í hvørjum
Tilfar: Hularingar, rísposar í ymsum
litum
Hetta virksemið hóskar væl at gera í
fimleikahøllini ella í skúlagarðinum.
Allir bólkar byrja á 50 stigum, og tað
ræður um at verða fyrst niður á 0.
Skriva eitt tal í hvønn ringin, t.d. 5, 7 og
9. So kastar hvør bólkur ein rísposa.
Síða 111
Snurra eitt klips og rokna
Næmingarnir snurra eitt klips á
snariskivuni og skriva úrslitið í rútin.
Síðan rokna tey seg fram til svarið á
uppgávuni. Tey kunnu eisini seta sirklar
og taka annað av tølunum sundur, um
tey halda, at uppgávan so verður lættari
at loysa.
n
Er talið á eittarum, sum skulu dragast frá,
so lítið, at einki tíggjaraskifti er, loysir tað
seg at taka tað tveysifraða talið sundur í
tíggjarar og eittarar.
n
Er talið á eittarum, sum skulu dragast frá,
so stórt, at tíggjaraskifti verður, loysir tað
seg at taka tað eittsifraða talið sundur,
eins og á síðu 110.
Rokna
Næmingarnir taka tað eittsifraða
talið sundur í tvey og rokna svarið á
uppgávunum. Her er ætlanin, at
næmingarnir skulu taka talið sundur
soleiðis, at fyrri liður svarar til talið á
eittarum í tí tveysifraða talinum. Á
henda hátt fer subtraktiónin fram við
fyrst at leypa niður til næsta tíggjara, og
so leypa restina.
GG! Hetta er ein máti at læra at
rokna í høvdinum. Tað er ikki ætlanin, at
næmingarnir skulu læra at skriva
uppgávur á henda hátt. Skrivingin er
ætlað at styðja høvuðrokningina hjá
næmingunum, við at tey skriva fyrsta
part av rokniháttinum niður. Næming
arnir fara so við og við at duga alsamt
betur at rokna í høvdinum uttan at hava
fyri neyðini at skriva.
Hvat er at gera?
Síða 110
Samrøðumynd
Les uppgávutekstin og bið
næmingarnar rokna svarið. Legg dent á,
at tú hevur størri áhuga í, hvussu
næmingarnir rokna, enn hvat svarið er.
Prátið síðan um ymiskar mátar at rokna
hetta. Bið næmingarnar greiða frá,
hvussu teir rokna.
Á hesum síðunum verður arbeitt við
at taka tað talið sundur, sum skal verða
drigið frá, so at næmingarnir fyrst rokna
seg niður til næsta tíggjara, og síðan
draga restina av eittarunum frá. Tað
kann verða víst við myntum, eins og í
døminum. Tá ið vit skulu draga 7 krónur
frá 32, taka vit fyrst tær tvær krónurnar
burtur. So er eftir at draga 5 frá 30.
Næmingarnir kunnu gera hetta á ymsan
hátt. Summi telja niðureftir, summi
veksla eina tíggjukrónu til tíggju
einkrónur, og summi hugsa, at har mugu
vera 5 eftir, tí at 5 og 5 eru tíggjaravinir.
Av hesum mátunum er tað, at hava vitan
um tíggjaravinir, avgjørt tann munabesti.
’5
’2
Tað kann vera hent at leypa á einum
perlubandi at vísa, hvussu tað fyrst
verður lopið aftureftir til næsta tíggjara
og síðan teir eittararnar, sum vóru eftir:
Tað hevur týdning at vísa, at ymiskir
mátar eru at loysa hesa uppgávuna.
Næmingarnir eiga at fáa høvi at menna
og nýta sínar egnu roknihættir. Hinvegin
skal lærarin geva næmingunum
avbjóðingar og eggja til at brúka alsamt
munabetri framferð í høvuðrokning. Tí
er tað snilt at seta næmingunum
spurningar eins og tann, sum Bifla spyr:
Jú, tað ber væl til at taka 7 sundur í 3 og
4, men roknistykkið verður ikki
einfaldari av tí.
Rokna.
Janus hevur 32 krónur. Hann keypir ein ís, sum kostar 7 kr.
Hvussu nógvar pengar hevur hann eftir?
32 – 7 = 25
5 2
7 kr
Eg taki 7 sundur í 2 og 5.
So fái eg 32 – 2 = 30
og 30 – 5 = 25.
Men hví taka
7
sundur í
2
og
5
?
Hví ikki í
3
og
4
?
32
6 • Pluss og minus
110
24 – 6 =
21 – 5 =
32 – 8 =
23 – 6 =
41 – 4 =
35 – 7 =
2 4
•
Samrøðumynd um frádrátt við tveysifraðum tølum við tíggjaraskifti.
Ætlanin við uppgávunum er, at næmingarnir skulu menna
høvuðrokning viðvíkjandi nevndu mannagongd.
Ger roknistykki!
Snurra eitt klips á
snariskivuni eina ferð
fyri hvørja uppgávu.
Skriva talið í rútin
og rokna.
111
•
Næmingarnir gera roknistykki og venja soleiðis mannagongdina, sum varð nevnd á bls. 108 og 110.
Næmingarnir kunnu taka tølini sundur til at lætta um høvuðrokningina.
16 – =
22 – =
29 – =
34 – =
23 – =
41 – =
52 – =
30 – =
Einfaldari
Lat næmingarnar loysa uppgávurnar við
ítøkiligum lutum, annaðhvørt við
kubbum, sum verða settir saman til
tíggjarastavar, ella við perlubandi. Í
báðum førum eigur lærarin at vísa,
hvussu tað, sum næmingarnir rokna við
ítøkiligum lutum, verður skrivað í
bókina við sirklum sum hjálp.
Størri avbjóðing
Set sifrið 1 framman fyri øll tey
eittsifraðu tølini í snariskivuni á síðu
111. Tað hevur framvegis størri týdning
hjá læraranum at fáa at vita, hvussu
næmingarnir rokna, enn hvat svar teir
rokna seg fram til.
Støddfrøðiligt innihald
n
Subtraktión av eittsifraðum og
tveysifraðum tølum við
tíggjaraskifti
Tilfar/amboð
n
Klips