Rokning 1c - Lærarabók - page 118-119

119
118
Egin hugskot
annaðhvørt at lata næm­ingarnar skriva
dagarnar av eftir einum kalendara, ella
bara siga teimum, hvør dagur 1. januar
er. Har­umframt tørvar teimum eitt
yvirlit yvir, hvørjir mánaðir hava 28, 30
og 31 dagar. Lær tey mátan at telja á
knúgv­unum, t.e., at allir mánaðir, sum
eru uppi á einum knúgva, hava 31 dagar.
januar
februar
mars
apríl
mai
juni
juli
august
september
oktober
november
desember
Fyri hvønn mánað kunnu næmingarnir
tekna eina mynd, sum hóskar til
árs­tíðina, og hendingar, sum eru knýttar
at einstøku mánaðunum.
Kalendarastøddfrøði
Næmingarnir mugu hava ein árs­
kalendara at hyggja at. Ger teimum
gátur:
Eg hugsi um ein týsdag í triðja mánaði.
Dagfestingin er eitt eittsifrað, makað tal.
Hvør er dagfestingin?
Næmingarnir kunnu eisini arbeiða
saman tveir og tveir og gera hvørjum
øðrum uppgávur sum hesa.
Venja raðtøl
Sí Avritssíðu 49 í
Avritsmappu 1–4
.
Bið næmingarnar gera sínar egnu
uppgávur um kalendaran. Ein bólkur av
næmingum kann gera sær eina bók við
kalendara­støddfrøði.
Annað virksemi
Vikudagarnir
Trívið í aftur vikudagarnar og venjið teir.
Havið sama virksemið sum tað á síðu
117 við at skipa mánaðirnar í rað­fylgju,
men nýtið skelti við viku­døgunum í
staðin. Tað ber eisini til at spyrja:
Hvønn
vikudag hugsi eg um?
Ella spyrja:
Hvønn
mánað hugsi eg um?
Hetta stendur eisini
á síðu 117.
Gerið kalendara
Lat næmingarnar gera ein kalendara fyri
næsta ár. Torleikastøðið kann verða laga
eftir, hvat næmingarnir eru førir fyri, við
Einfaldari
Uppgávurnar verða lættari, tá ið
næmingarnir hava ein kalendara at
hyggja at; bæði viðvíkjandi nøvnunum á
mánaðunum, raðfylgjuni og dagfesting.
Størri avbjóðing
Lat næmingarnar arbeiða við einum
kalendara fyri eitt heilt ár:
n
Tey kunnu finna fram til og gera eitt
yvirlit yvir, hvussu nógvir dagar eru í
teimum ymisku mánaðunum.
n
Tey kunnu kanna, hvørjir mánaðir hava
fimm sunnudagar.
n
Tey síggja, at 52 vikur eru í einum ári. So
kunnu tey fáa ta uppgávu at finna rætta
viku­nummarið til ávísar dagfestingar.
n
Tey kunnu t.d. eisini finna fram til, hvør
dagfestingin er á mikudegi í viku 32.
Dagfesting og kalendari
Set inn tølini/dagfestingina fyri ein
mánað. Tað kann vera desember, men
tað kann eisini vera onkur annar
mánaður. Tað liggur væl fyri at brúka
tann mánaðin, sum er, meðan hetta
verður gjørt. Ger vart við, at vit skriva
einki í teir fyrstu puntarnar (uttan so, at
tann 1. í mánaðinum er sunnudagur), og
heldur ikki í teir seinastu.
Her er eitt gott høvi at tosa við
næmingarnar um, at sjey dagar eru í
hvørjari viku, og venja vikudagarnar av
nýggjum. Spurningar til næmingarnar
kunnu snúgva seg um, hvussu nógvir
dagar eru frá mikudegi í einari viku til
mikudag í vikuni eftir. Síðan kunnu vit
hyggja at muninum millum tølini, sum
vísa dagfestingina á teimum báðum
døgunum (tað kann t.d. vera 22
15,
altso 7).
Síða 119
Samrøðumynd
Vit fara nú frá árshjólinum til ein
einstakan mánað. Drekil hevur valt at
taka desember mánað út úr hjólinum.
Í samrøðuni við næmingarnar kann
vera hent at kanna, hvat tey vita
framman­undan um hugtakið mánaður.
Desember er hóskandi at byrja við, tí
flestallir næmingar kenna jóla­kalendaran,
sum fylgir døgunum í desember fram til
jóla. Og mánaðurin endar við
nýggjársaftan, sum boðar frá bæði einum
nýggjum mánaði og einum nýggjum ári.
Adventskransurin vísir, at fýra
sunnudagar eru til jóla, og tað kann vera
støði undir samrøðu um, hvussu nógvir
sunnudagar eru í einum mánaði. Hetta
verður so aftur sett í sam­band við
vikuhugtakið og dagar­nar í vikuni.
Hvat er at gera?
Síða 118
Raðfylgjan á mánaðunum
Næmingarnir skulu skriva
rað­tølini hjá mánaðunum í kalendara­
hjólið. Raðtølini siga so statt, hvat
nummar hvør mánaður er í árinum.
Tosa við næmingarnar um, at vit ofta
nýta hetta talið, tá ið vit siga eina
dag­festing. Vit nevna eisini dagin í
mánað­inum við raðtali: „tólvti mars“. At
gera mun á grundtølum og raðtølum, tá
ið tey verða skriva við talstavum, seta
vit punktum aftan á raðtølini.
Raðtøl
Næmingarnir skriva, hvat
nummar hvør mánaður er í árinum. Vita
tey ikki, finna tey svarið við at hyggja í
árshjólið omanfyri.
Raðtøl eru ikki so løtt at síggja aftur,
tá ið vit skriva. Tað er bara ein lítil
prikkur aftan fyri talið, sum vísir, at her
er eitt raðtal. Tí ræður um at tosa við
næmingarnar um hetta. Legg dent á
munin millum grundtal og raðtal: At
februar er „annar mánaðurin“, og at
februar er „mánaður nummar tvey“.
Skriva mánaðin
Vit fara nú frá árshjólinum til ein
einstakan mánað. Drekil hevur valt at
taka desember mánað út úr hjólinum.
Í samrøðuni við næmingarnar kann
vera hent at kanna, hvat tey vita
framman­undan um hugtakið mánaður.
Desember er hóskandi at byrja við, tí
flest­allir næmingar kenna jóla­kalend­aran,
sum fylgir døgunum í desember fram til
jóla. Og mánaðurin endar við nýggjár­
saftan, sum boðar frá bæði einum
nýggjum mánaði og einum nýggjum ári.
Adventskransurin vísir, at fýra
sunnu­dagar eru til jóla, og tað kann vera
støði undir samrøðu um, hvussu nógvir
sunnudagar eru í einum mánaði. Hetta
verður so aftur sett í sam­band við
vikuhugtakið og dagarnar í vikuni.
7 • Tíð
118
J
A
N
U
A
R
F
E
B
R
U
A
R
M
A
R
S
A
P
R
Í
L
M
A
I
J
U
N
I
J
U
L
I
A
U
G
U
S
T
S
E
P
T
E
M
B
E
R
O
K
T
O
B
E
R
N
O
V
E
M
B
E
R
D
E
S
E
M
B
E
R
11.
3.
7.
Hvat nummar hava mánaðirnir?
Februar er
2
. mánaður.
Mars er mánaður.
Desember er mánaður.
September er mánaður.
1
. mánaður er
januar
4
. mánaður er
10
. mánaður er
7
. mánaður er
Skriva nummarið á hvørjum mánaði í árshjólinum sum raðtal.
Skriva raðtølini hjá mánaðunum.
Skriva mánaðirnar sum svara til raðtølini.
119
Samrøðumynd um hugtakið „mánaður“.
Næmingarnir velja eina mánað og gera ein kalendara fyri mánaðin.
Vel ein mánað. Skriva dagarnar.
Sunnudagur
Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur Leygardagur
Støddfrøðiligt innihald
n
Nøvnini og raðfylgjan á
mánaðunum
n
Tal á døgum í hvørjum mánaði
n
Raðtøl
I...,98-99,100-101,102-103,104-105,106-107,108-109,110-111,112-113,114-115,116-117 120-121,122-123,124-125,126-127,128-129,130-131,132-133,134-135,136-137,138-139,...150
Powered by FlippingBook