121
120
Egin hugskot
Størri avbjóðing
og annað virksemi
Tekna dag tín
Næmingarnir kunnu gera eina talvu ella
teknirøð, sum vísir, hvat tey gera ymsar
tíðir á degnum. Tekna urskivur í teigin
vinstrumegin, so kunnu næmingarnir
tekna ella skriva tað, sum tey tá gera,
høgrumegin. Tíðirnar kunnu vera
klokkan 8.00, 10.00, 12.00, 16.00, 18.00
og 20.00. Kenna næmingarnir hálvar
tímar, ber eisini til at hava teir við. Ein
annar møguleiki er, at næmingarnir
sjálvir velja tíðirnar. Tey kunnu eisini
skriva, hvussu langa tíð hvørt virksemi
varir.
Næmingarnir kunnu eisini fyrst fylla
út uppgávuna á Avritssíðu 68a í
Avritsmappu 1–4
, og síðan gera eitt sama
yvirlit yvir sín egna dag.
Ger nakrar stórar klokkur úr pappi, og
set vísararnar fastar við brævbjálvaklipsi.
Tað ber eisini til at nýta papptallerkar.
Næmingarnir kunnu lita papptallerkin.
Líma síðan „urskivuna“ í tallerkin. Set
vísararnar fastar við brævbjálvaklipsi. Tá
ið klokkurnar ikki verða nýttar, kunnu
tær hanga á vegginum og vísa øllum, at
her arbeiða vit við klokku og tíð.
Bið næmingarnar vísa ymiskar
klokkutíðir, t.d. „Klokkan skal vera
fýra“. Tað er hent eisini at hava eina
klokku, har tann rætta klokkutíðin
verður víst.
'
.
/
+
(VOR MYE ER KLOKKA
4EGN VISERE
+LOKKA ER
*
4EGN STREKER TIL RIKTIG KLOKKESLETT
+LOKKA ER
'(
+LOKKA ER
(
+LOKKA ER
''
s
3KRIV HVA KLOKKA VISER
ss
4EGN PÍ VISERNE
s s s
+OBLE SAMMEN KLOKKE OG RIKTIG KLOKKESLETT
,
'&
(
-
Mine ideer
Mer utfordring
og fler aktiviteter
Tegne din da
« egn din egen dag.» Her kan
elevene tegne kjente klokkeslett på
ktiviteter i løp t av dage . Bruk
gjerne halve timer h is elevene r
fortrolige med det. Elevene ka
også få skrive hvor lang tid hver
aktivitet varer.
Grublis: Hvor mange turer
i løpet av en h lvtime?
Dette vil være en oppgave for de
elevene som kan klokka og kan
regne med minutter:
I et badeland er det en tor vann-
sklie, som det tar ett minutt å skli
ned. Det ar fem mi utter å gå
opp fra bunnen til toppen av
sklien. Etter at
bruker du fire
rundt i basseng
Hvor mange sli
på en halv time
En klokke til hver
La elevene få utdelt hver s n klokke.
Lag noen store klokker i papp, og
fest viserne med splittb nders. Se
Kopioriginal 1 bak i boka.
Be elevene vis forskjellige
klokkeslett som v rope opp. Det
er viktig at vi også har en lokke
som vi etterpå viser det riktige
klokkeslettet på.
n
Hvat gera tit, tá ið klokkan sær soleiðis
út? Hvussu nógv er klokkan tá?
Einfaldari
Nýt fyrst og fremst tey vanligu gerandi
orðini, sum vit siga, tá ið vit skulu nevna
eina ávísa tíð ella lýsa eitt tíðarbil.
Næmingarnir kunnu tekna sín egna
dag á sama hátt sum á samrøðumyndini
á síðu 120. Tey kunnu eisini práta um
sín egna dag við støði í hesari síðuni.
Tað ræður um at seta kendar
klokkutíðir í samband við tað, sum
næmingarnir takast við gjøgnum dagin.
Best er einans at nýta heilar tímar.
Hvør sína klokku
Gev næmingunum tilfar at gera eina
klokku (Avritssíða 12 aftast í bókini).
At lesa klokkutíðir
Les av, hvussu nógv klokkan er á
hvørjari mynd. Greið næmingunum frá,
at lítlipinnur vísir, hvør tími tað er á
degnum. Tímavísarin fer allan vegin runt
tvær ferðir í hvørjum samdøgri.
Stóripinnur fer einaferð runt um
tíman, og tá ið hann stendur á 12, er
tímin heilur. Tosið um, hvussu long tíð
líður, tá ið minuttvísarin flytir seg:
n
Hvussu long tíð er liðin, tá ið
minuttvísarin (stóripinnur) er komin hálva
leið? (30 minuttir, ein hálvur tími.)
Ger nakrar uppgávur afturat av hesum
slag, á einari leikaklokku ella einari
klokku, sum verður teknað á talvuna:
n
Hvussu nógv er klokkan her? (Set ella
tekna vísararnar, so at teir peika á heilan
tíma.)
Síða 121
Samrøðumynd
Hvat hendir ávísar tíðir? Les av,
hvat børnini gera ymsar tíðir á degnum.
Tosið um hugtakið samdøgur. Her er
talan um tvey sløg av spurningum at seta
næmingunum. Annað er, at tey skulu
finna fram til, hvat hendir eina ávísa tíð:
n
Hvat ger gentan klokkan fimm? (Hon ger
skúlating/skrivar/teknar.)
n
Hvat ger gentan klokkan 10? (Etur.)
Hitt er øvut, at finna klokkutíðina, tá ið
gentan ger nakað ávíst:
n
Nær bustar gentan tenn? (Klokkan 8.)
n
Hvussu nógv er klokkan, tá ið hon
hoppar band? (3)
n
Hvat plagar tú at gera klokkan 3?
n
Hvussu sær ein vanligur dagur út hjá
tær?
Hvat er at gera?
Síða 120
Samrøða um tíð
Brúka klokku og tekna eina
klokku á talvuna, meðan prátað verður
við næmingarnar.
Práta um tíð: Í fyrsta lagi brúka vit tíð
til at áseta stundina, bæði eina ávísa tíð
(klokkan tvey, tann fimta mai) og í mun
til løtuna „nú“ (um fimm minuttir, í gjár,
í næstu viku). Í øðrum lagi brúka vit tíð
til at máta tíðarbil, hvussu langa tíð
ymiskt varir ella tekur.
Legg serliga dent á at nýta orð sum:
–
–
Morgun, dagur, mitt um dagin,
seinnapartur, kvøld, nátt.
–
–
Í gjár, í dag, í morgin, fyrradagin, í
ovurmorgin
–
–
Vika, vikudagur, vikuskifti
Spyr við støði í myndunum og gerandis
degnum hjá børnunum:
n
Nær plaga tit at fara upp gerandisdagar?
n
Nær koma tit í skúla?
n
Hvussu leingi er tað, frá tí at
skúladagurin byrjar, til tað langa
fríkorterið?
n
Hvussu langa tíð varir ein fótbóltsdystur?
Tosið eisini um klokkutíðirnar á
myndunum.
n
Hvussu nógv er klokkan, tá ið gentan
liggur í seingini og lesur?
n
Hvussu nógv er klokkan, tá ið Bifla og
Drekil koma í skúla?
n
Fótbóltsdysturin byrjaði klokkan fimm og
varir ein tíma. Nær er dysturin liðugur?
Næmingarnir eiga at læra seg at siga frá
einari hending, sum verður býtt upp í
tíðarbil. Tey kunnu t.d. siga frá gongdini í
einum filmi ella einari bók, frá onkrum,
sum fór fram á veg heim úr skúla ella
eini hending í einum fríkorti. Legg dent á
at lýsa tey einstøku brotini í
tíðargongdini: Fyrst hendi tað, so hendi
tað, og at enda hendi tað.
7 • Tíð
120
•
Samrøðumynd um tíð, t.d um, hvat vit gera tær ymsu tíðirnar á degnum, og hvussu langa tíð tað tekur.
121
•
Samrøðumynd um klokkuna og um, hvat næmingarnir gera um dagarnar.
Samrøðumynd um lítlapinn, sum vísir tímar,
og stórapinn, sum vísir minuttir. Næmingarnir skulu eisini skriva klokkutíðirnar undir báðum klokkunum.
Hvat gera tey?
Hvat er klokkan?
5
Minuttir
Tímar
Støddfrøðiligt innihald
n
Hugtøk, sum lýsa tíð og
tíðarbil
n
Innleiðsla til klokkutíðir
Tilfar/amboð
n
Klokka (Avritssíða 12 aftast í
hesari bókini)