115
114
Størri avbjóðing
Set sifrið 1 ella 2 framman fyri tað
eittsifraða talið í uppgávunum á síðu
114. Tá kann vera, at næmingarnir rokna
á ein hátt, sum ikki hóskar saman við at
taka tað seinni talið sundur í teir báðar
sirklarnar í hvørjari uppgávu. Tá eiga tey
at verða biðin um at skriva millum
rokningarnar á onkran annan hátt, so at
samsvar verður við mátan, sum tey
rokna. Tað ber eisini til hjá næmingunum
fyrst at rokna uppgávurnar soleiðis, sum
tær standa í bókini, og síðan rokna
torførari uppgávur í kladduheftinum hjá
sær. Tær uppgávurnar kunnu verða
gjørdar soleiðis, at næmingarnir seta
sifrið 1 ella 2 framman fyri tað eitt
sifraða talið í uppgávunum á síðu 114.
Fyrsta uppgávan verður tá:
23 – 15=
_____
Annað virksemi
Ger roknistykki við eggjabakka
Lat næmingarnar gera sínar egnu
rokniuppgávur. Skriva tøl frá 0 til 10 í
hvørja kullu í eggjabakkanum. Legg tveir
smáar steinar, brikkar ella annað tílíkt í
eggjabakkan og ringla. Ger eitt tvey
sifrað tal burtur úr teimum báðum
tølunum, sum steinarnir enda á.
Her eru brikkarnir endaðir á 1 og 5.
Næmingarnir kunnu velja, um teir vilja
gera 15 ella 51.
Ger tað sama einaferð afturat við
einum steini ella brikki, so at eitt
eittsifrað tal kemur burturúr.
Legg tey bæði tølini saman ella drag
tey frá hvørjum øðrum. Hvør kemur
næst 50?
Næmingarnir kunnu skriva rokni
stykkini í kladduheftini hjá sær.
Spæl:
Kasta steinar til máls
Sí síðu 89.
einum av tíggjarunum. Á perlubandinum
finna vit 34, leypa 4 kúlur til vinstru til
30, og síðan 2 afturat.
Best er, um næmingarnir skilja, hvussu
hetta arbeiðið við ítøkiligum lutum kann
verða skrivað eins og roknistykkini í
bókini. Men halda næmingarnir tað vera
torført at skilja hendan mátan at skriva,
so er eingin orsøk at noyða teir at
skriva soleiðis. Tað, sum um ræður, er
at tey duga at brúka ta vitan, sum tey
hava í sambandi við tíggjaravinir, talvinir
og at taka sundur tøl í tíggjarar og
eittarar, tá ið tey skulu rokna.
Í uppgávunum á síðu 115 kunnu
næmingarnir fáa 16 seðlar, har tey skriva
tølini í báðum skýggjunum. Níggju seðlar
í einum liti og sjey í einum øðrum liti.
Soleiðis fáa tey betur roynt seg fram.
Einfaldari
Í uppgávunum á síðu 114 kunnu vit nýta
ítøkiligar lutir at vísa, hvussu vit kunnu
draga tøl sum hesi frá við at byrja við tí
fyrra, tí tveysifraða talinum, og so draga
frá niður til næsta tíggjara. Tá mugu
næmingarnir duga at taka tað fyrra talið
sundur í tíggjarar og eittarar, so at tey
síggja, at í 34
–
6 draga vit fyrst 4 frá.
Síðan mugu næmingarnir duga
talvinirnar. Í døminum verður 6 tikið
sundur í 4+2 (eftirsum vit byrja við at
draga 4 frá). So er eftir at draga 2 frá
30. Nú mugu næmingarnir duga
tíggjaravinirnar. Í døminum mugu tey
duga at draga 2 frá 10 (finna tíggjaravinin
hjá 2) fyri at finna svarið.
Við tíggjarastavum finna vit fyrst fram
34 (3 stavar og 4 leys), og so taka vit
tey fýra leysu frá. Vit skulu draga 2
afturat frá, og tað gera vit við at taka frá
Síða 115 Vit arbeiða saman
Finn additiónsstykki til
svarini
Til hvørt svar í talvuni skulu næmingar
nir taka eitt tal úr tí ljósareyða skýnum
og eitt úr tí ljósabláa skýnum og gera
eitt hóskandi plussstykki. Fyri at fáa 20
velji eg at brúka 17+3
Finn subtraktiónsstykki
til svarini
Til hvørt svar í talvuni skulu
næmingarnir taka eitt tal úr tí ljósareyða
skýnum og eitt úr tí ljósabláa skýnum og
gera eitt hóskandi minusstykki.
Dømi: Fyri at fáa 15 velji eg 17
–
2
Drag frá
Rokna svarini á subtraktiónsupp
gávunum. Hetta eru uppgávur við
tíggjaraskifti. Næmingarnir skulu taka
tað seinna talið sundur sum hjálp til at
finna svarið.
Rokna næmingarnir svarið í
høvdinum, áðrenn teir hava skrivað
millumrokningina, so er tað í lagi. Bið
tey greiða frá, hvussu tey roknaðu.
Millumrokningin er einans ætlað sum
stuðul at rokna hetta slagið av upp
gávum í høvdinum. Bið næmingarnar
kortini taka tað seinna talið sundur eins
og víst í døminum. Tað ger tey meiri
medvitandi um, hvønn roknihátt tey
brúka, og hjálpir teimum at finna
munabetri mátar. Hetta er serliga
galdandi fyri næmingar, sum telja
aftureftir at finna svarið.
Hvat er at gera?
Síða 114 Venjing 2
Samrøðumynd um at
leggja saman tveysifrað og
eittsifrað tøl við
tíggjaraskifti
Les tekstin í uppgávuni og bið næm
ingarnir rokna svarið. Legg dent á, at tú
serliga hevur áhuga í at vita,
hvussu
næmingarnir rokna. Síðan eiga tit at tosa
saman um ymiskar mátar at rokna hetta.
Bið næmingarnar greiða frá, hvønn
roknihátt teir brúka.
Mátin, sum verður brúktur á hesum
síðunum, er at taka tað talið sundur, sum
skal verða drigið frá, so at næmingarnir
fyrst rokna seg niður til næsta tíggjara, og
síðan draga restina av eittarunum frá. Í
døminum verður tað víst við bommum.
Tá ið vit skulu taka seks bomm frá 34,
draga vit fyrst tey fýra bommini frá. So er
eftir at draga 2 frá 30. Tað kunnu
næmingarnir gera á ymsan hátt. Summi
telja aftureftir, summi veksla ein tíggjara í
tíggju eittarar, og summi hugsa, at har
verða 8 eftir, tí at 2 og 8 eru tíggjaravinir.
Av hesum mátunum er tann at duga
tíggjaravinirnar uttanat nógv tann
munabesti.
Lop á perlubandi er ein góður máti at
vísa, hví tað loysir seg at leypa soleiðis, at
fyrst verður lopið aftur til næsta tíggjara,
og síðan eittararnar, sum eftir eru:
’4
’2
Tað hevur stóran týdning at vísa, at
hendan uppgávan kann verða loyst á
ymsan hátt. Næmingarnir eiga at fáa
høvi at menna og nýta sínar egnu
roknihættir. Hinvegin skal lærarin geva
teimum avbjóðingar og stuðla teimum í
alsamt at læra seg munabetri mátar at
rokna í høvdinum.
•
114
6 • Pluss og minus
Venjing 2
Rokna.
23 – 5 =
31 – 4 =
25 – 9 =
26 – 8 =
34 – 5 =
32 – 7 =
35 – 8 =
43 – 9 =
Turið hevur
34
bomm. Hon gevur vinkonuni 6 bomm.
Hvussu nógv bomm hevur hon eftir?
34 – 6 = 28
34
4 2
Heldur tú tað er
lættari at rokna við
perlubandi?
Eg dragi fyrst
4
frá,
síðan
2.
Samrøðumynd um frádrátt við tveysifraðum og eittsifraðum tølum við tíggjaraskifti.
Næmingarnir venja høvuðrokning
og mannagongdir við frádrátti við einum fleirsifraðum tali og einum eittsifraðum tali við tíggjaraskifti.
2 3
Prøve
•
115
Venjing 2
Vit arbeiða saman
Legg eitt tal úr ljósareyða skýnum
saman við einum tali úr ljósabláa
skýnum. Summurin skal vera eitt
tal í talvuni høgrumegin.
Allar uppgávurnar hava fleiri
ymiskar loysnir.
Drag eitt tal úr ljósabláa skýnum frá
einum tali úr ljósareyða skýnum.
Munurin skal vera eitt av tølunum
í talvuni høgrumegin.
5
3
9
1 8
7
2
27
31
23
19
35
17
24
37
26
Talva
a
20 =
+
b
25 =
+
c
27 =
+
d
29 =
+
e
33 =
+
f
38 =
+
g
40 =
+
h
44 =
+
Talva
a
15 =
–
b
17 =
–
c
18 =
–
d
23 =
–
e
26 =
–
f
28 =
–
g
29 =
–
h
32 =
–
Meiri venjing í høvuðrokning og góðum samanleggingarmannagongdum.
Meiri venjing í høvuðrokning og frádráttarmannagongdum.
Støddfrøðiligt innihald
n
Additión og subtraktión við
eittsifraðum og tveysifraðum
tølum, við og uttan tíggjaraskifti