Rokning 1c - Lærarabók - page 96-97

97
96
Egin hugskot
Annað virksemi
Kasta á mál
Næmingarnir arbeiða í bólkum við 3–6 í
hvørjum.
Tilfar: Mál, okkurt at kasta,
meturstokkur
Tekna ein sirkul, sum skal vera mál, á
gólvið ella úti í skúlagarðinum. Radius
skal vera 50 cm til 100 cm, altso 1–2 m í
diametur. Ger eitt týðiligt merki í
sentrum á sirklinum. Næmingarnir kasta
rísposa, samanrukkað pappír, smá­stein
ella annað og royna at raka mitt í málið.
Tey kunnu royna eina ella fleiri ferðir.
Sleppa tey at royna fleiri ferðir, so er
tað bara tað besta kastið í hvørjum
umfari, sum telur.
Tá ið tey hava kastað, verður
frá­støðan frá lutinum inn til sentrum
mátað í sentrimetrum. Um luturin rakar
uttan fyri sirkulin, telur tað kastið ikki
við. Næmingarnir skriva úrs­litini í eina
talvu. Síðan raðskipa tey frá­støðurnar
og geva hvørjum næm­ingi eitt raðtal
eftir, hvør var næst málinum. Tann við
minstu frá­støðuni (lægsta talinum)
hevur vunnið.
Navn Anna Ásmundur Beinta Dánjal
Longd 81 36
63 57
Pláss 4
1
3
2
sum til ber, og skriva tey upp, so hvørt
sum tey gera tølini. At enda skipa
næmingarnir tey tveysifraðu tølini eftir
stødd (við trimum talkortum ber til at
gera seks ymisk tøl). Dømi: talkortini 2,
4 og 6 kunnu verða sett saman til: 24,
26, 42, 46, 62 og 64.
n
Næmingarnir kunnu eisini taka fýra kort.
Set tey saman tvey og tvey til ymisk
tveysifrað tøl. Hvussu nógv ymisk tøl fáa
tey gjørt? (12 møguleikar). Skriva at
enda tølini í vaksandi rað­fylgju.
n
Næmingarnir kunnu eisini gera trísifrað
tøl.Við trimum kortum ber til at gera
seks ymisk tøl.Við fýra kortum ber til at
gera 24 ymisk tøl. Eisini her skulu
næm­ingarnir at enda skriva tølini í
vaksandi raðfylgju.
funnin, verða tey skrivað í bókina í
vaksandi raðfylgju.
Í spælinum á síðu 97 kunnu næm­ing­
ar­nir vera við til at gita. Tað ger einki,
um tey gita uttan fyri tað økið, har
rætta talið er. Tann, ið hugsar um eitt
tal, fer kortini at svara, um talið hjá
honum er minni ella størri enn tað, sum
verður gitt. Tað ber eisini til at lata
næmingarnar spæla hetta spælið við
smærri tølum, t.d. við einum perlubandi
við 20 perlum.
Størri avbjóðing
Lat næmingarnar taka trý talkort úr
einari rúgvu, har kortini liggja við
tøl­unum niðureftir. Næmingarnir seta
tvey og tvey av teimum trimum
kort­unum saman til ymisk tveysifrað tøl.
Næmingarnir gera so nógv ymisk tøl,
velja í, og hitt vísir ovara markið. Drekil
hugsar um 36. Bifla gitir 48, so Drekil
sigur, at talið er minni. So verður annað
viski­leðrið lagt soleiðis, at tað fjalir 48
og upp­eftir. Síðan gitir Bifla 20, og
Drekil sigur, at talið er størri. So verður
hitt viskileðrið lagt soleiðis, at tað fjalir
20 og niðureftir.
20
30
40
50
Nú síggja næmingarnir betur, at talið,
tey skulu gita, má vera millum 21 og 47.
Trið­ja uppskotið er 31, og Drekil sigur,
at talið er størri. So verður viski­leðrið
vinstrumegin flutt frá 20 til 31, so at tað
fjalir 31 og niðureftir:
20
30
40
50
Hvat er at gera?
Síða 96
Skipa tølini eftir stødd
Skriva tølini í vaksandi raðfylgju.
Vís næmingunum á tað ítøkiliga, at her
er talan um pengapungar við pengum í.
Tað kann vera ein góð hjálp til at fara
undir uppgávuna:
n
Í fyrstu uppgávu eru fýra pungar við
pengum í. Í pungunum eru 14, 30, 9 og
21 krónur.Vit skulu nú seta teir á rað
soleiðis, at tann við minst pengum í
stendur fremst, og tann við mest pengum
í stendur aftast. Í hvørjum av teimum
fýra pungunum eru minst pengar? (Tí við
9 krónum.)
n
Ja, og tí er tað talið skrivað fremst á
svarstrikuni, og ein strika er sett á
níggjutalið í punginum. Í hvørjum av
pungunum, sum eru eftir, eru minst
pengar? (Tí við 14 krónum.)
n
So skriva vit 14 undir liðini á 9-talinum.
Tað er best at seta eina striku á 14-talið,
so vit vita, at tað er tikið. Haldið fram
soleiðis, til øll tølini í hvørjari uppgávu
standa í raðfylgju.
Skipa tølini eftir stødd
Skriva tølini í hvørjari uppgávu í
vaksandi raðfylgju. Tørvar næm­ing­un­um
hjálp, kunnu tey finna tølini á tal­linjuni
oman fyri uppgávuna. Best er, um
næmingarnir skriva eitt komma ella eina
bindistriku millum tølini á svarstrikuni.
Pláss er at skriva tey við gloppi ímillum.
Síða 97
Spæl:
Git mær talið
Luttakarar: 4–6
Tilfar: Tallinja 0–50
Ein næmingur hugsar um eitt tal millum
0 og 50. Hini skulu skiftast at gita, hvat
tal næmingurin hugsar um. Tann, sum
hevur valt talið, sigur, um upp­skotið frá
einum av hinum er ov lítið, ov stórt ella
um tað er rætt. Tann, sum gitir rætt,
kann næstu ferð vera tann, sum hugsar
um eitt tal, ið hini skulu gita.
Fyri at hjálpa næmingunum at halda
skil á, er tað hent at gera soleiðis:
Nýt tvey viskileður (ella tílíkt) at
av­marka økið á tallinjuni, sum fram­vegis
er viðkomandi. Annað viski­leðrið vísir
niðara mark fyri, hvørji tøl eru eftir at
5 • Tøl upp í 100
96
•/
Skriva tølini vaksandi, t.e. frá tí minsta til tað størsta.
Skriva tølini vaksandi.
Skriva tølini vaksandi.
9
18, 20, 7, 13
29, 47, 35, 43
56, 72, 65, 67
70 50
61 40
33 22
19 38
14 30
21
9
0
10
20
30
40
50
60
70
Í hesum var
minst.
97
Við spælinum venja vit talraðið. Set møguliga merki við tølini, sum eru í uppskoti.
Soleiðis smalkar talstrekkið um hugsaða talið.
Spæl: Git mær talið
Spælireglur
4–6 spælarar.
Ein spælari hugsar um eitt tal millum 0
og 50. Hinir spælararnir skiftast at spyrja.
Spælarin, sum hevur valt talið, svarar bara
um talið er minni enn ella størri enn.
Hvør gitir rætt fyrst?
0
10
20
30
40
50
Er talið 48?
Nei, tað er
minni.
Er talið 20?
Nei, tað er
størri.
Eg hugsi um
36.
Tað ber eisini til at spæla hetta spælið í
øllum flokkinum í felag, har tallinja ella
perlu­band er uppi á talvuni/uppi við talv­
una. So kemur ein næmingur upp og skal
hugsa um eitt tal, og hini royna at gita.
Næmingurin sigur, um talið er størri ella
minni enn upp­skotið. Tveir næmingar
kunnu koma upp og „spæla viskileður“:
Annar peikar á tað talið, sum er ov
stórt (48), eins og Bifla ger á myndini,
og hin peikar á tað talið, sum er tað
størsta av teimum, ið eru ov lítil.
So­leiðis smalka næmingarnir uppi við
talv­una um taløkið, so hvørt sum hini
gita.
Einfaldari
Á síðu 96 kunnu næmingarnir finna
tølini á perlubondum ella á tallinjum. Tá
ið tey fýra tølini í einari uppgávu eru
Støddfrøðiligt innihald
n
Raðskipa tøl
I...,76-77,78-79,80-81,82-83,84-85,86-87,88-89,90-91,92-93,94-95 98-99,100-101,102-103,104-105,106-107,108-109,110-111,112-113,114-115,116-117,...150
Powered by FlippingBook