Rokning 1c - Lærarabók - page 80-81

81
80
Egin hugskot
Hvat er at gera?
Síða 80
Takið søguna um seyðadreingin Dávid
fram aftur. Hon er umrødd á síðu 21
undir Annað virksemi. Práta við
næm­ing­arnar um, hvat hann gjørdi fyri at
halda skil á, hvussu nógvar seyðir hann
hevði.
Samrøðumynd um
at bólka í tíggjarar
og eittarar
Bifla vísir, hvussu tað verður lættari at
telja kubbarnar, verða teir bólkaðir í
tíggj­arar: Hon telur tíggju av teimum
„leysu“ kubbunum og litar teir sum ein
tíggjarastav. Fyri at finna talið á kubbum,
telur hon fyrst tíggjararnar: „Tíggju,
tjúgu“. Síðan telur hon eittararnar:
„Tjúgu- eitt, tjúgu-tvey, tjúgu-trý“.
Kanska fara onkrir næmingar at telja
tíggjararnar og eittararnar og síðan seta
saman í eitt tal: Bifla hevur tveir
tíggjarar og tríggjar eittarar, tað verður
til samans tjúgutrý. Hesin hátt­urin er
úrtøkiligari, og tað er í lagi, at summir
næmingar telja soleiðis.
Ger tíggjara og tel
Næmingarnir tekna allar kubb­
arnar inn í hundraðtalvuna. Tey skulu
tekna bæði teir heilu tíggj­ar­arnar og teir
leysu eittararnar.
GG! Næmingarnir kunnu saktans nýta
sama lit til allar kubbarnar. Tá ið tey eru
liðug at tekna teir í talvuna, skulu tey
telja, hvussu nógvir kubbar eru.
Tá ið tikið verður saman um upp­
gávurnar, kann lærarin skifta ímillum at
umrøða 40 sum „fjøruti“ og sum „fýra
tíggjarar“:
n
Hvussu loysti tú seinastu uppgávuna? (Eg
teknaði fyrst báðar tíggjararnar. So taldi
eg, at har vóru 22 reyðir kubbar.Tað
teknaði eg sum tveir tíggjarar og tveir
kubbar afturat.)
5 • Tøl upp í 100
80
Ger tíggjarar.
=
=
=
=
=
=
= 23
Eg savni saman…
… og geri
ein tíggjara.
Her eru ein tíggjari
og fimm eittarar.
Samrøðumynd.
Fyll út hundraðtalvurnar við sama tali sum tíggjarastavarnir og eittarakubbarnir vinstrumegin vísa.
Næmingarnir skulu fáa royndir við at síggja, at tíggju eittarar fylla eitt heilt tíggjararað.
81
Spælið gevur venjing í at veksla tíggju eittarar til ein tíggjara.
Spæl: Fyrst upp í 40
Spælireglur
2-4 spælarar
Tilfar: Terningur og ymiskt littir kubbar, t.d. 4 reyðir og 20 hvítir.
Ringla við einum terningi og legg so nógvar hvítar kubbar á
spæliplátuna, sum eyguni á terninginum vísa. Ger tað sama næstu
ferð, tú eigur at ringla. Veksla eittarar til ein reyðan tíggjarakubba,
tá ið tú hevur tíggju hvítar eittarakubbar. Tann, sum fyrst fær fýra
reyðar kubbar á tíggjaraplássið, hevur vunnið.
Tíggjarar
Eittarar
Nú kanst tú veksla til
ein reyðan kubba.
n
Hvussu nógvar tíggjarar hevði tú so?
(Fýra.)
n
Hvussu nógvir kubbar eru tað? (Fjøruti.)
n
Hvussu nógvir kubbar vóru so til samans?
(Fjørutitveir.)
Síða 81
Spæl:
Fyrst til 40
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Hvør næmingur skal hava um leið
12 kubbar (ella annað ítøkiligt tilfar at
telja), sum hava sama lit. Teir um­boða
eittarar. Harumframt 3 kubbar, sum hava
ein annan lit; teir um­boða tíggjarar.
Hvør bólkur skal hava ein terning.
Legg allar eittarakubbarnar í eina rúgvu
og tíggjarakubbarnar í eina aðra rúgvu
mitt millum næmingarnar. Næmingarnir
skiftast at ringla og taka so nógvar
eittarakubbar, sum eyguni á terninginum
vísa. Hvørja ferð, tey hava ringlað, telja
tey, hvussu nógvar eittarar tey hava. Tá
ið tey hava fingið tíggju eittarar, verða
teir skiftir um við ein tíggjarakubba. Tá
verða teir tíggju eittara­kubbarnir lagdir
aftur í rúgvuna.
Tann vinnur, sum fyrst fær fjøruti,
altso fýra tíggjarakubbar.
Einfaldari
Lat næmingarnar telja ítøkiligar lutir. Á
síðu 80 kunnu næmingarnir gera
tíggjara­stavar úr sentiterningum. Tá taka
tey senti­terningarnar og seta teir saman
í tíggjarar, áðrenn tey telja, hvussu
nógvir eru til samans.
Hjá summum er nóg mikið at seta ein
ring um 10 eittarar, áðrenn tey fara at
lita í talvuni.
Í spælinum á síðu 81 kunnu næm­ing­
arnir byggja tíggjarastavar, sum tey leggja
í tíggjara-rútin, heldur enn at skifta um
við ein tíggjarakubba. Hesir næmingarnir
skulu so hava einar 40 kubbar í part.
Størri avbjóðing
Spæl:
Fyrst upp í 100
Luttakarar: 2–4
Tilfar: Hvør næmingur skal hava um leið
12 kubbar (ella annað ítøkiligt at telja) í
sama liti (teir umboða eittarar) og 9
kubbar í einum øðrum liti (teir umboða
tíggjarar). Hvør bólkur skal hava tveir
terningar.
Spælið
Fyrst upp í 100
við somu
reglum sum teimum á síðu 81, men
havið tveir terningar í staðin fyri ein.
Næm­ing­arnir leggja eyguni, sum
tern­ingarnir vísa, saman og leggja rætta
talið á kubbum í rútarnar. Fáa tey 4 og
6, taka tey so statt ein tíggjara­kubba.
Annað virksemi
Telja
Arbeiðið við at telja, bæði ítøkiligar lutir
og úrtøkiliga við at siga tal­ramsuna.
n
Teljið uppeftir úr 0 upp í 100.
n
Haldið fram at telja frá einum og
hvørjum tilvildarligum tali.
n
Teljið niðureftir frá einum og hvørjum
tilvildarligum tali.
n
Teljið tíggju í senn: 0 – 10 – 20 – 30 …
n
Teljið tíggju í senn frá einum og hvørjum
tilvildarligum tali: 34 – 44 – 54 – 64 …
n
Teljið tíggjarar niðureftir: 100 – 90
– 80 …
n
Teljið tíggju í senn niðureftir frá einum
og hvørjum tilvildarligum tali: 67 – 57 –
47 …
n
Finnið grannatøl: Hvat tal er beint aftan
á 28, hvat tal er beint undan 50?
Telja stjørnur
Ein máti at fáa næmingarnar at telja er
at geva teimum hvør sítt A4-ark. Har
skulu tey tekna so nógvar stjørnur, sum
tey klára í ein minutt.
Áðrenn tey fara í gongd, eiga tey at
læra seg at tekna stjørnur, so tey duga
at tekna tær kvikliga. Tað, sum um
ræður, er talið á stjørnum; ikki hvussu
vakurt tær eru teknaðar.
Lærarin sigur til reiðar, byrjið nú og
heldur skil á tíðini.
Tá ið næmingarnir eru lidnir at tekna,
biður lærarin teir seta ring um tíggju og
tíggju stjørnur, so tær verða lættari at
telja.
Gerið hetta nakrar ferðir, so
næm­ingarnir fáa høvi at betra um sítt
egna met.
Spæl:
Teir fimm stabbarnir
Luttakarar: 2–3
Tilfar: Tveir terningar til hvønn bólk,
senti­terningar (ella legokubbar ella tílíkt)
Næmingarnir skiftast at ringla við
tveimum terningum og taka so nógvar
senti­terningar, sum eyguni á báðum
terning­unum vísa til samans.
Terningarnir verða settir saman til
stabbar. Gerið hetta fimm ferðir, so at
hvør næmingur hevur fimm stabbar.
Hvør næmingur setur teir fimm
stabb­arnar hjá sær saman og brýtur teir
síðan sundur í tíggjarastavar. So­leiðis
verður funnið fram til, hvussu nógvar
sentiterningar hvør næmingur hevur
savnað saman í hesum fimm um­
førunum. Skriva talið niður.
Vinnari er tann, sum hevur flestar
sentiterningar.
Støddfrøðiligt innihald
n
Uppteljing upp í 50
n
Bólka tíggju eittarar í ein
tíggjara
Tilfar/amboð
n
Terning at ringla við og
ítøkiligar lutir at telja (t.d.
kubbar)
I...,60-61,62-63,64-65,66-67,68-69,70-71,72-73,74-75,76-77,78-79 82-83,84-85,86-87,88-89,90-91,92-93,94-95,96-97,98-99,100-101,...150
Powered by FlippingBook