Rokning 1c - Lærarabók - page 88-89

89
88
Egin hugskot
Hvør næmingur kastar ein stein.
Rakar hann á eina striku, mugu næm­ing­
arnir frammanundan semjast um, hvussu
nógv stig tað gevur. Næm­ing­arnir skriva
í stigatalvuna, og næsti spælari kastar. Tá
ið øll hava kastað einaferð, hyggja
næm­ing­ar­nir, hvør fekk flest stig. Hetta
verður víst við at seta ring um tað
størsta stiga­talið. Aftan á ávíst tal á
um­førum er vinnarin tann, sum hevur
flestar slíkar ringar.
Navn
Allan
Hanus
Tóra
1. umfar 2. umfar 3. umfar
Anna
30
20
20
10
Í staðin fyri at kasta til máls kunnu
næm­ingarnir kasta fram við einari
tal­linju. Á tallinjuni skulu einans standa
tøl fyri heilar tíggjarar, 10, 20, 30 o.s.fr.
Soleiðis læra næmingarnir at lesa av tøl,
sum ikki standa á tallinjuni. Vansin við
hesum er, at hjá summum næm­ingum
liggur betur fyri enn hjá øðrum at kasta
langt, og teir hava tí størri kjans at fáa
nógv stig.
Størri avbjóðing
Spæl:
Sparigrísurin
Luttakarar: 2
Tilfar: Tveir terningar, sum hava hvør sín
lit, til hvønn bólkin. Ein sparigrísur við
einum hundraðkrónuseðli, einum
fimmti­krónuseðli, einari tjúgukrónu,
tveimum tíggjukrónum, tveimum
fimm­krónum og trimum einkrónum til
hvønn næming.
Spæl­ararnir skiftast at ringla við
tveimum terningum, sum hava hvør sín
lit. Annar terningurin umboðar tíggj­arar
og hin eittarar (hvør er hvat, verður
avtalað, áðrenn spælið byrjar). Tann,
sum ringlar, skal hava tað talið frá
hinum. Hava spælararnir t.d. avtalað, at
reyður terningur umboðar tíggj­arar og
hvítur terningur eittarar, og tann reyði
finna fram myntir til hvønn penga­pung í
hvørjari uppgávu og so møgu­liga veksla
myntir, so tað verður lættari at
samanbera upphæddirnar.
Í spælinum á síðu 89 kann lærarin
velja at seta spælarar saman soleiðis, at
teir kunnu hjálpa hvørjum øðrum. Men
lærarin má ansa eftir, at tað ikki verður
soleiðis, at annar næmingurin bara
ringlar við terningunum og hin roknar
alt, sum skal verða roknað. Í tí føri fær
tann, sum bara ringlar, ov lítið burturúr.
At forða tí er ein regla, sum sigur, at
eingin spælari hevur loyvi at taka úr
sparigrísinum hjá hinum. Tað skal altíð
vera soleiðis, at tann, sum eigur grísin,
skal geva hinum pengar. Á tann hátt
mugu báðir spælarar taka lut í at geva
og taka ímóti pengum.
Støddfrøðiligt innihald
n
Bera saman tøl/upphæddir
n
Veksla millum tíggju einkrónur
og eina tíggjukrónu
Tilfar/amboð
n
Terningar
n
Spælipengar (Avritssíða 59–60 í
Avritsmappu 1–4)
n
Møguliga seðlar (Avritssíða 61 í
Avritsmappu 1–4)
Hvat er at gera
Síða 88
Ber saman upphæddir
Næmingarnir finna fyrst talið á
krónum í hvørjum pengapungi og skriva
tað høgrumegin pungin. Síðan seta tey
ring um tað størra talið.
n
Hvussu nógvar krónur eru í penga­pung­
unum í aðru uppgávu? (Tríati og
tjúgu­tríggjar.)
n
Í hvørjum pungi eru fleiri krónur? (Tí við
tríati krónum í.)
n
Hvussu veitst tú tað? (Eg veit, at tríati er
meiri enn tjúgutrý.)
n
Var nakar, sum sá tað beinanvegin við at
hyggja at myntunum? (Ja, í báðum
pung­unum eru tvær tíggjukrónur.
Har­um­framt er ein tíggjukróna í øðrum
punginum, men bara tríggjar ein­krónur í
hinum. Og tíggju er meiri enn trý.)
n
Men hví er ikki meiri í tí niðara pung­
inum? Har eru jú fimm myntir. Í tí ovara
eru bara tríggjar myntir? (Tí at í tí ovara
eru tríggjar tíggjukrónur, og ein tíggju­
króna er tað sama sum tíggju ein­krónur.)
Finn upphæddirnar og
skriva tølini í rætta
raðfylgju
Skriva, hvussu nógvar krónur eru í
hvørjum pengapungi. Skriva síðan
upp­hæddirnar í vaksandi raðfylgju á ta
bláu strikuna.
Síða 89
Spæl:
Sparibússa
Luttakarar: 2
Tilfar: Tveir terningar, ein sparigrísur við
einari tjúgukrónu, einari tíggju­krónu,
tveim­um fimmkrónum og trimum
ein­krónum (Avritssíða 59–61 í
Avrits­
mappu 1–4
).
Hvør spælari hevur sín sparigrís.
5 • Tøl upp í 100
88
Skriva, hvussu nógvir pengar eru í pengapungunum og set ring um størru upphæddina.
Skriva fyrst, hvussu nógv er í hvørjum pungi. Skriva síðan tølini, minsta talið fremst.
Hvar er meiri? Set ring um talið.
Hvussu nógv er tað?
33
Skriva upphæddirnar vaksandi.
20
19
89
Spælið gevur næmingunum venjing í at veksla pengar.
Spæl: Sparibússa
Spælireglur
Tilfar: 2 terningar og spælipengar.
Spælið saman tvey og tvey.
Hvør spælari leggur
í sína sparibússu.
Skiftist so at ringla við tveimum terningum.
Tann, sum ringlar, skal geva hinum somu upphædd, sum eyguni á
terningunum til samans vístu.
Spælið heldur fram, til onnur sparibússan er tóm, ella til tíðin er
farin. Vinnari er tann, sum hevur meiri í bússuni.
Spælararnir skiftast at ringla við
tveimum terningum. Tann, sum ringlar,
skal hava líka nógvar krónur frá hinum,
sum eyguni á báðum terningum til
samans vísa. Vísa terningarnir t.d. 5 og
3, skal spælarin hava 8 krónur frá hinum.
Tað er tann, sum eigur sparigrísin, sum
skal geva hinum pengarnar. Tað er ikki
loyvt at taka pengar úr sparigrísinum hjá
hinum.
Tá ið pengarnir hjá øðrum
spælaranum eru uppi, hevur hann tapt.
Tað kann verða drúgt at gerast liðug við
spælið. Tá kann lærarin siga, at spælið
endar um t.d. ein minutt. Tann, sum tá
hevur fleiri pengar í sínum grísi, vinnur.
Einfaldari
Til uppgávurnar á síðu 88 kunnu
næm­ingarnir fáa spælipengar. Tey kunnu
vísir 4 og tann hvíti 6, so skal tann, sum
ringlaði, hava 46 krónur frá hinum.
Tá ið pengarnir hjá øðrum spæl­ara­
num verða uppi, hevur hann tapt. Tað
ber eisini til at spæla í ávísa tíð. Tann,
sum hevur meiri pengar, tá ið tíðin er
úti, vinnur.
Annað virksemi
Spæl:
Kasta steinar til máls
Luttakarar: 3–5
Tilfar: Eitt mál, steinar (ella aðrir
hóskandi lutir), stigatalva
Málið kann verða teknað við einum stavi
í eyr ella við kriti á asfalt. Málið er 6
sirklar, hvør inni í øðrum. Í tí innasta
stendur 50, og hinir verða merktir 40,
30, 20, 10 og 0.
I...,68-69,70-71,72-73,74-75,76-77,78-79,80-81,82-83,84-85,86-87 90-91,92-93,94-95,96-97,98-99,100-101,102-103,104-105,106-107,108-109,...150
Powered by FlippingBook